fríggjadagur 31. juli 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 • 31. juli 2009
14
Ólavsøka
Miðlahúsið varð stúgvandi fult ólavsøkuaftan og
ólavsøkudag, tá ikki færri enn fýra konsertir vóru
á skránni. Har var Uni Arge við sínum sermerktu
songum, har vóru Lív Næs og Niels Midjord, sum
á teirra serstaka og inniliga hátt bóru fram sínar
sangir, har vóru Hanus G. Johansen og Stanley
Samuelsen, sum rúnarbundu lurtararnar og loksins
varð har Martin Joensen, sum bergtók við sínum
kendu løgum.
Umframt konsertirnar bjóðaði Miðlahúsið eisini
ólavsøkugestunum tvær framsýningar, eina við
tekningum hjá Óla P og eina við myndum, sum
Álvur Haraldsen tók á Oyggjaleikunum á Álandi.
Harumframt varð filmurin Føroyar Søgur 2 vístur.
Jan Müller, forstjóri í Miðlahúsinum sigur seg vera
sera væl nøgdan við móttøkuna tey ymsu tiltøkini
fingu. –Tað vísir seg, at fólki dáma at vitja tiltøkini,
sum vit skipa fyri og eisini bara tað at síggja hetta
gamla og snotuliga húsið, sum í dag er meira
enn bara skrivstovur men heldur eitt nútímans og
livandi Miðlahús. Tað kunnu vit bara gleðast um.
At umhvørvið rundan um Miðlahúsið eisini dregur
fólk til sín, her bæði til handanina av Listavirðisløn
Miðlahúsins og til stóra konsert- og røðutiltakið
ólavsøkukvøld, kunnu vit bara fegnast enn meira
um. Jan Müller leggur aftrat, at tað longu nú verður
arbeitt við eini nýggjari og spennandi skrá til kom-
andi ólavsøkuna í 2010.
Miðlahúsið í
miðdeplinum
Myndir frá Oyggjaleikunum
Tekningar hjá Óla P
Lív og Niels eitt frískligt lot
Vikuskifti