Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 143 - 31. juli 2009 Fleiri enn 800 fólk sóu ólavsøkufram­ sýningina hjá Lista­ felag Føroya á ólavsøku og formaðurin í felagnum, Malan Marnersdóttir, sigur, at fólk eru væl nøgd við umstøðurnar í Listaskálanum. – Framsýningin verður opin til 9. august, og øll listaverkini verða hangandi og kunnu síggjast, til framsýningin letur aftur, sigur hon Ólavsøku­ framsýning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Malan Marnersdóttir, for­ maður í Listafelag Føroya, er væl nøgd við undirtøkuna, sum ólavsøkuframsýningin í Listaskálanum fekk um ólavsøkuna. Framsýningin, sum hevur 94 ymisk verk, ið tilsamans 31 listafólk hava gjørt, 17 kvinnur og 14 menn, var opin báðar ólavsøkudagar­ nar frá klokkan 14 til 20. Eini níggju av listafólkunum, sum eru við í ár, hava ikki verið við á ólavsøkufram­ sýningum áður. ­ Jú, vit eru sera væl nøgd. Talið av vitjandi hesar báðar dagarnar lá omanfyri 800, og tað er umleið helmingurin meira enn á framsýningini í fjør, sigur hon. Tá Sosialurin var fram við í Listaskálanum upp­ undir afturlatingartíð ólav­ søkudag, vóru eisini fleiri fólk inni á gólvinum og sóu framsýningina, sum í ár hevur betri pláss enn sein­ astu undanfarnu árini. Ólavsøkuframsýningin er eisini ein søluframsýning, sum hongur uppi og kann síggjast í Listaskálanum fram til 9. august, tá hon er opin millum klokkan 11 og 17. Listaverk, sum verða seld, koma soleiðis at hanga, til framsýningin letur aftur. ­ Hóast listaverkini eru út við 100 í tali, hildu fólk, sum vit tosaðu við, at framsýningin kortini ikki virkaði so ”stappað”, nú framsýningin eisini fevnir um hølini, har listaverkstað­ ur var áður, sigur Malan. Ymisk landsløg Listafelag Føroya hevði hesaferð valt temaið, tey rópa Landslag.fo/09 við undirtekstinum ”avmyndan – umskapan – avskapan”, og tað er einki at taka seg aftur í, at hugflogið hjá fleiri av teimum 31 lista­ fólkunum er stórt. ­ Vit hava nøkur listaverk, sum ímynda landslags­ myndir, ið vit kenna aftur ígjøgnum tíðirnar, men í flestu førum hava lista­ fólkini ”spælt” við sítt hug­ flog og síni evni og hava skapt landsløg í ymiskari og breiðari merking, sigur Malan Marnersdóttir. Vit kunnu leggja aftrat, at her eru smærri listaverk, ið avmynda kvinnukroppin sum ”landslag” og heilt til Lítlu Dímun hjá Ole Wich, sum er bygd upp við rundjørnum og gummi­ bondum – og er heilar fýra metrar høg. Malan vísir á, at fólk, sum hon hevur tosað við, hava víst ymiskum verkum hjá ymiskum listafólkum stóran áhuga. ­ Tað er ikki mín uppgáva at nevna nøkur ávís verk burturúr, men listaverkið Monotóm Mondrian hjá Ole Wich, The Promised Land hjá Edwardi Fuglø eins og MMM... landslag hjá Jón Sonna Jensen eru millum tey, sum eg havi skilt hava skapt forvitni – og partvís umrøðu inni á gólvinum. Hon sigur, at onnur verk sum eitt nú Einsemi – Øvut landslag hjá Astri Luihn eisini hava havt stóran áhuga. ­ Tað er annars ógvuliga ymiskt, hvat fangar fólk. Sumt fangar hjá onkrum, okkurt annað hjá onkrum øðrum, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Formaðurin í Listafelag Føroya heldur, at øll lista­ verkini, sum vald eru út til ólavsøkuframsýningina, eru verd at síggja – og soleiðis øll framsýningin eisini. ­ Vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna, sum framsýningin higartil hevur fingið, og vit vilja minna á, at høvið er hjá fólki fram til 9. august at hyggja fram við í Listaskálanum, sigur Malan Marnersdóttir, for­ maður í Listafelag Føroya. Smáprovokerar við The Promised Land Edward Fuglø, sum er kendur listamaður, hevur hetta verk við á ólavsøkuframsýningini – ”The Promised Land”, har allir vegir føra til ymisku samkomurnar kring landið. Fólk hildu verkið vera stuttligt – og kanska kendi onkur seg smáprovokeraðan Mynd: Vilmund Jacobsen Óskil í ES-stuðuli Skip, sum fiska ólógliga, og skip, royna eftir hóttum fiskasløgum, fáa fíggjarligan stuðul frá ES á jøvnum føri við onnur skip. Tað sæst í einari frágreiðing um fiski­ vinnustuðulin í árunum frá 2000 til 2006. Harafturat vísir kanningin, at í samstarvinum millum ES og Danmark eru einar 16 milliónir krónur horvnar út í ta bláu luft, sum sagt verður. Hanne Lyng Winter, sum er fiskifrøðingur hjá Greenpeace, sigur við DR, at tað er heilt burturvið, at ES stuðlar ovurfisking. Hon ásannar samstundis, at ES fær illa gjørt annað, tí 80 prosent av teimum fiskasløgun­ um, sum ES­skip veiða, eru fyri alt ov stórari roynd. Norskt farmaskip fórst í morgun Seks av manningini eru ikki komnir afturíaftur, eftir at eitt norskt farmaskip fórst við svensku vesturstrondina tíðliga í morgun. Sambært svensku bjargingartænastuni fórst Langesund í Klosterfjørðinum, sum er millum Gøteborg og Varberg. Manningin taldi seks, og fyrrapartin var eingin teirra komin afturíaftur. Svenska bjargingartænastan sigur, at hon fekk boð frá neyðsendaranum hjá norska skipinum stutt fyri klokk­ an fimm í morgun. Skip og tyrlur, sum komu á staðið, hava frunnið ymsar vrakleivdir frá skipinum. Langesund var 70 metrar langt. Skipið var á veg til Moss í Noregi, tá tað fórst.