fríggjadagur 31. juli 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 • 31. juli 2009
Vikuskifti
16
Ólavsøkuaftan var frumframførsla
av Postkort úr Havn, sum er settur
á pall, nú kabarettin varð av
ongum í ár.
Lagt var upp til eitt framhald
av Havnarmyndum, sum fyri 25
árum síðani lýstu fyrstu tríkvart
øldina hjá havnini sum fólkavald
kommuna, men í nógvar mátar
liva Postkortini ikki heilt upp til
hetta.Fyrst og fremst, tí havnar
myndirnar í leikinum eru ov fáar.
Sum havnarmaður við hampuliga
stórum H hevur yvirritaði liva stóran
part av seinastu fjórðingsøldini mitt
í býarlívinum í Havn, og tí var tað
eitt slag av einum vónbroti, at mest
sum eingin av teimum upplivingum,
sum hava eyðkent uppvøksturin
hesi árini, vóru at síggja aftur í
leikinum.
Har var einki um Sea Shepherd,
einki hundalív í býnum, einki 82
til HB ella 60 til B36, einki Club
20, eingin sensurering av Mickey
Rourke og Kim Basinger, eingin
Bigge og ongar bíðirøðir í Rúsuni,
tá hendan læt upp, fyri bert at
nevna okkurt av tí, sum kundi sett
dám á leikin.
Lýsingin av Havnini avmarkaði
seg í mangar mátar til fysisku
broytingarnar, sum høvuðsstaðn
um hevur verið fyri. Eina mest
framført av bygdakonuni, ið sum
ein onnur – og sera skemtilig
pausuklovn støðugt kom skeivt
í býin, tá hon skuldi keypa sær
tinganeyst av ymsum slag av
hava heim við sær. Og umvegis
mongu standmyndirnar, sum prýða
høvuðsstaðin, og sum sjálvandi
máttu greiða frá ymsum av tí, sum
tær høvdu upplivað. Men sum
havnarmynd var ov lítið av Kalla
Mohr og Kára Cool yvir tí heila.
Tó við undantaki av søguni um
grátandi plantasjumannin, sum var
absolutta komiska hæddarpunktið.
Samtíðarsøga
Innihaldsliga er styrkin í leikinum
heldur ein lýsing av føroyskari
samtíðar og samfelagssøgu. Sam
felagsliga og kensluliga sleppur
kreppan eftir 80’ini at rúgva hampu
liga nógv, eins og moralski peiki
fingurin sleppur at vísa tað deja vú,
sum nú hevur rakt búskapin.
Í so máta fyllir politiska
føroyakortið meira enn lokala
postkortið úr Havn. Tað kann
væl vera fult legalt, men tað er
hinvegin ikki júst tað, sum heitið
á leikinum leggur upp til.
Einfalt og greitt
Sum leikur er Postkort úr Havn
avgjørt í tí góða endanum.
Uppsetingin er sera einføld og
greið, uttan at hetta á nakran
sum helst hátt tekur tað minsta
pettið frá upplivingini. Ikki minst
tí sjónleikararnir eisini sleppa at
flyta seg av sjálvum pallinum.
Aktirnar eru stuttar og greiðar
uttan nakað stórvegis hóvasták,
og í størri og minni mun er
speisemið eisini støðugt partur
av samtíðarlýsingini. Ein samtíðar
lýsing, sum eisini enduravdúkar
frálíku skaldagávurnar hjá Kára P.
Postkort eru persónlig, og
avdúka eisini nakað av persónlig
heitini hjá avsendaranum. Tí tað er
jú hesin, sum ger av, hvat stendur
skrivað á kortinum. Tí slepst ikki
undan, at míni egnu postkort um
Havnina seinastu 25 árini helst
høvdu sæð nakað væl øðrvísi út.
Hetta nertir tó ikki við , at
talan fyri føroyingar er um eina
hugnaliga og eisini skemtiliga
endurminning av Føroyum
sæddar í bakspeglinum. Men fyri
havnarmenn við stórum H restaði
nakað í, til at talan veruliga var
um Postkort úr Havnini.
Ov fáar havnarmyndir
á postkortinum
Postkort úr Havn er í mangar mátar ein frálíkur leikur við føroyskari samtíðarsøgu.
Men havnarmyndirnar kundu væl verið fleiri
Ummæli
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leikrit: Mina Reinert saman við leikstjórunum, leikarunum og
hjálparfólkum
Leikstjórn: Ria Tórgarð og Barbara Christophersen
Pallmynd: Anna Sofía Egilstrøð
Ljós: Turpin Napoleon Djurhuus
Búnar: Katrin Bonde
Smyrsl: Drós Djurhuus
Leikarar: Astrið G. Simonsen, Árni Nicolajsen, Birita A.
Davidsen, Heidi Elttør, Hjørdis Trond, Johanna Magnusardóttir,
Karin Djurhuus, Kári Mouritsen, Kjartan Kristiansen, Marin
Búadóttir, Óli G. Samuelsen, Petra Iversen, Petur Ó. Rasmussen,
Rakul Thomsen, Túna Mortensen, Sissal D. Hjaltalin, Sonne
Smith, Tóri í Hoyvík, Turið Gaard Hansen.
Tónleikarar: Heri Kragesteen, Torkil B. Tórgarð, Per Højgaard
Petersen og Pauli Hansen.
Hugskotsbólkur og hjálparfólk: Beinta Flóvinsdóttir,
Bjørgfinnur Nielsen, Elisabeth S. Olsen, Eyrith Leyni, Gunhild V.
Michelsen, Hjálmar Dam, Jan Egil Kristiansen, Jenny C. Petersen,
Jóanna Djurhuus, Jytte Joensen, Kristina Kristiansen, Margreta
Næs, Nora Bærentsen, Oddvá Nattestad, Poul Dávur Hammer,
Sóley Danielsen, Sólvør Patursson.
Fakta um postkort úr Havn
Pallmyndin er somikið einføld, at hon næstan er genial
Mynd: Álvur Haraldsen
Við at býta aktirnar í sjónleikinum upp eftir postkortum frá frásøgukvinnuni,
hevur tað eydnast leikstjórunum at skapa eina søgugongd, sum væl kann
hoppa nógv, uttan at hetta nervar logiska uppbygnaðin
Mynd: Álvur Haraldsen