Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 143 - 31. juli 2009 Arnold Vegghamar hevur fimm verk við á ólavsøkuframsýningini, sum øll í meira vanligum stíli ímynda ymisk landsløg Mynd: Vilmund Jacobsen Ole Wich eigur hetta stóra og forvitnisliga verkið, sum er heilar 4 metrar høgt. Hetta er Lítla Dímun, bygd upp við rundjørnum og gummibondum Mynd: Vilmund Jacobsen Ditte M. Joensen, sum er 29 ára gomul og útbúgvin grafikari, hevur tríggjar for­ vitnisligar myndir við á ólavsøkufram­ sýningini. – Eg havi tikið myndir í nógv ár, og mær dámar væl at arbeiða við myndum, sigur hon Ólavsøku­ framsýning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í sínum arbeiði sum grafik­ ari á Sendistovuni í Havn arbeiðir hon eisini við myndum, men tað er serliga í frítíðini, at hon eksperi­ menterar, sum hon sjálv tekur til. ­ Mær hevur altíð dámað væl at tikið myndir, og hetta hevur verið eitt ítrív, sum hevur hugtikið meg alt tað, eg kann minnast. Í seinast­ uni eri eg farin at ”dyrka” hetta ítriv enn meira, og eg eri eisini farin at arbeiða meira við mínum myndum. Ditte M. Joensen, sum fyrstu ferð í ár er við á eini ólavsøkuframsýning, hevur eina myndarøð við trimum forvitnisligum fotomyndum hangandi í Listaskálanum. Á teirri fyrstu myndini er ein snigil, sum krýpur á einum ruskstativi og spílar eyguni út. Teksturin á mynd­ ini er ”Hygg har”. Onnur myndin er høvdið á eini kettu, sum rættir hálsin upp og starir upp í loft eftir ein­ um fugli ella flugu – og her er teksturin ”Hygg her”. Triðja og seinasta myndin í røðini er ein nærmynd av einum eyga – við áskriftini ”Hygg nær”, og her sært tú ymiskt, sum speglast inni í nærmyndini av eyganum. ­ Snigilin kreyp uttanfyri hjá mær, og kettan er mín, men eg vil ikki siga, hvør eigur eygað, sigur hon brosandi. Eins og aðrar myndir og listaverk á ólavsøkufram­ sýningini eru eisini hesar fotomyndirnar hjá Ditte til sølu, og sjálv heldur hon, at tær bæði kunnu seljast sum myndarøð – ella sum stakar myndir. ­ Eg helt, at júst hesar myndirnar rigga væl saman og kunnu siga eina søgu. Tær eru ikki valdar við ”kvaliteti” fyri eyga, men heldur eftir, hvussu tær passa saman. Mær dámar best, tá myndir kunnu siga okkurt. Tað nýtist ikki neyðturviliga at vera ein vøkur mynd, sum sigur tær nakað serligt, heldur hon. Ditte hevur áður luttikið á onkrari framsýning, og eitt nú hevur hon sýnt fotomynd­ ir í hølum hjá Eik Banka. ­ Eg havi onkuntíð málað, men fotomyndir hava fullkomiliga tikið yvir, sum hon tekur til. Spurd, hvat hon heldur um at viðgera myndir á ymiskum forritum, sigur hon, at alt veldst um, hvat tað er, tú vilt við einstøku myndini. ­ Ein mynd kann saktans vera perfekt júst, soleiðis sum hon er tikin. Hinvegin er tað áhugavert at viðgera ella fínpussa myndir – alt eftir, hvørjar myndirnar eru, og hvat tær skulu brúkast til. Ditte M. Joensen sigur, at nógv eisini veldst um, hvørt tú dugir at viðgera eina mynd ella ikki. ­ Við mínari útbúgving havi eg lært at viðgera myndir, og eg havi eisini lært at hava eitt ávíst forstáilsi fyri teimum litum, sum eru á einari mynd. Onkuntíð skalt tú gera nakað við eina mynd, um hon veruliga skal gerast góð. Ein mynd kann altíð gerast betri, um tú dugir at viðgera hana, sigur unga vestmannakvinnan, sum býr í Havn. Fotomynd kann altíð gerast betri - Ein mynd kann altíð gerast betri, um tú dugir at viðgera hana, sigur 29 ára gamla Ditte M. Joensen, sum er við á ólavsøkuframsýningini Mynd: Vilmund Jacobsen Stórt farmaskip á land 16 av manningini á farmaskipinum Full Citu vórðu tiknir av skipinum, eftir at tað var farið á land uttan fyri Lange­ sund í Suðurnoregi í nátt. Fyrrapartin vóru seks av mann­ ingini framvegis umborð á skipinum. Norska bjargingar­ tænastan sigur, at skipið fekk trupulleikarnar við høvuðs­ motorinum, og tá hann steðgaði, rak skipið á land. Fleiri sleipibátar, bjargingarskip og ein tyrla hjá sjóverjuni komu á staðið, og sambært sjóverjuni var vandi fyri, at skipið fór at søkka. Norsku myndugleikarnir stúra fyri oljudálking, um skipið søkkur, og teir hava longu sent skip við oljureinsiútgerð á staðið. Bussvanlukka í Spania Minst seks ferðafólk úr Niðurlondum doyðu í einari bussvanlukku í landnyrðingspartinum av Spania í gjárkvøldið. Spanska løgreglan sigur, at vanlukkan hendi tætt við býin San Pol del Mar á teirri væl umtópktu ferðamannastrondini Costa Brava, tá ein bussur við 67 ferðafólkum rakti ein persónbil í einum svingi. Seks av ferðafólkunum lótu lív, og 39 onnur fingu skaða. Sambært sponsku løgregluni vóru tey flestu ferðafólkini niðurlendingar, men bretar og týskarar vóru eisini millum ferðafólkini. Sum skilst vóru ferðafólkini á veg aftur á hotellið eftir at hava verið ein túr í Barcelona.