fríggjadagur 31. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 31. juli 2009 – Nr. 143 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Sheila setti aftur met
Á triðja sinni hesa seinastu vikuna hevur Sheila
Millum Garðarnar sett føroyskt met í
heimsmeistarakappingini í Rom. Fyrrapartin í dag
setti hon met í 50 metrar firvald. Hon svam teinin
við tíðini 29,56 sekund. Gamla metið, sum hon sjálv
átti, var 29,80 sekund. Hon endaði tískil nummar 77
av 132 luttakarum. Therese Alshammar úr Svøríki
átti skjótastu tíðina. Hon svav teinin við tíðini 25,44
sekund.
Egil spælur aftur
Egil á Bø hevur tosað við formannin í EB/Streymi, og tikið
støðu til, at hann byrjar aftur við fótbóltinum. Tað hendir eftir,
at hann í farnu viku boðaði frá, at hann nú gavst at spæla. –
So fáa vit at síggja, um eg verði partur av hópinum, tá nýggi
venjarin kemur til, men eg eri so byrjaður at venja aftur, sigur
Egil á Bø og harmast um, at støðan bleiv, sum hon bleiv. – Eg
eri keddur um, at tað bleiv soleiðis, men sum støðan var, so
hevði eg ikki hug at halda áfram og valdi tí at gevast, greiðir
Egil á Bø frá, sum eftir øllum at døma verður aftur á vøllinum
sunnudagin, tá EB/Streymur tekur móti KÍ.
Nýklæktu
steypavinnararnir úr
Víkingi skulu syrgja fyri at
fáa samband við heimin
aftur, tá skerdir argjamenn
vitja í Sarpugerði
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Víkingur vann mikudagin fyrsta
gullmerki í søgu felagsins. Eitt
gullmerki, ið hevur
ovurhondsstóran týdning fyri
felagið og bygdirnar Gøtu og
Leirvík. Men longu sunnudagin
skulu víkingarnir aftur í eldin. Og
fyrsta uppgávan hjá Jógvan Martini
Olsen, venjara, er at syrgja fyri, at
leikararnir aftur fáa samband við
heimin.
Magnus ivasamur
Tað er í øllum førum greitt, at Sam
Jacobsen og Sverri Jacobsen ikki
verða í hópinum hjá Víkingi. Teir
hava báðir skaða at dragast fyri, og
tí verður venjarin teir fyri uttan.
Magnus Skoralíð er eisini
ivasamur. Tað hevur hann verið
seinastu vikuna, og tí var hann
millum annað ikki á vøllinum í
steypafinaluni.
Á Argjum eru teir aftur hótt av
niðurflytingarvanda. Klaksvíkingar
hava vunnið seg væl nærri
uppflytarunum, sum nú eru trýstir.
Tað er líkt til, at Stig-Roar Søbstad,
sum skrivaði sáttmála við felagið fyrr
í vikuni, fer at spæla sín fyrsta dyst í
føroysku landskappingini.
Liðskiparin Kenneth Jacobsen
hevur leikbann um vikuskiftið. Janus
Joensen er staddur í Danmark í
útbúgvingarørindum, meðan
Tróndur Sigurðsson, John Hansen
og Mortan úr Hørg eru ivasamir.
Venjararnir hava tí ikki serliga nógv
fólk at velja millum, har fleiri av
ungu argjamonnunum helsta verða
álitið sunnudagin. Stigini mugu í
øllum førum koma skjótt.
B68-B36
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Toftamenn bíða ótolnir eftir at
sleppa upp í part aftur. Síðsta
sunnudag høvdu teir frí, tí
oyggjauppgerðin ímóti Víkingi var
útsett orsaka av steypafinaluni.
Sunnudagin fær B68 vitjan av
B36. Tað er ógvuliga stórur munur
á, hvussu tað nógvu tær seinastu
ferðirnar hevur vignast hjá
árstalsfeløgunum báðum. B68
hevur ikki tapt síðani 26. apríl, tá ið
ÍF á heimavølli vann 3-2. Síðani tá
hevur B68 úrtøkan verið 25 stig í
ellivu dystum. Í sama tíðarskeiði
hevur úrtøkan hjá B36 verið 8 stig.
Ymiska úrtøkan ber við sær, at B68
stríðist fyri at fáa fatur á
oddaliðnum HB, meðan teir í B36
royna at renna undan botnliðunum.
B68 venjarin, Bill Jacobsen, hevur
positivar trupulleikar. Tað eru
nógvir um boðið, og venjarin skal
taka støðu til, hvør skal sita
uttanfyri sunnudagin. Miðvallarin
Ndende var leikbannaður, tá ið B68
vann 4-2 í Klaksvík. Hann er
sjálvskrivaður á sentrala
miðvøllinum.
Í B36 er stóri spurningurin,
hvussu tað verður við Christian R.
Mouritsen. Í ólavsøkudystinum
ímóti HB skoraði hann trý mál.
Síðani hevur tað víst seg, at
spæliloyvið ikki er flutt úr HB og til
B36. Flytingarvindeygað er
afturlatið, og tað verður upp til
kappingarnevndina hjá FSF at gera
av, hvussu hetta málið skal loysast.
Tað gongur sum eftir ánni á Toftum
Víkingur – AB:
Steypavinnararnir aftur í eldin
Stórur munur hevur seinastu nógvu ferðirnar verið
á úrtøkuni hjá B68 og B36, sum hesa ferð hittast á
Svangaskarði
AB er einans tvey
stig omanfyri
niðurflytingarmarkið