fríggjadagur 31. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 • 31. juli 2009
21
inngangur
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
Á tjóðarhátíð okkara var eg so
heppin at vera boðin til borðs
Undir Ryggi í húsunum hjá
Lauru og Páll í Dalsgarði.
Laura Joensen er
Havnarkvinna og fólk kenna
hana ivaleyst best sum
sjónleikari. Men Laura er eisini
eldsál at gera mat burturúr
føroyskari rávøru.
Páll er bóndi í Skálavík á
Sandi og kendur fyri at duga
sera væl við seyði. Fólk minnast
ivaleyst aftur skerpikjøts-
kappingina, ið Hotel Føroyar
skipaði fyri nøkrum árum
síðani. Her var kjøtið hjá Páll í
serflokki og fekk skoðsmálið
sum besta skerpikjøtið.
Í samrøðu fortelur Laura
at hon heilt frá ungum árum
hevur verið hugtikin av
matgerð, men at tað fyrst
seinni gjørdist áhugavert, tá ið
hon hitti Páll og við hesum fekk
atgongd til allarbestu rávørur í
bø og haga.
Laura er íðin Grams-lesari
og hevur lagt merki til mínar
”eftirlýsingar” av føroyskum
mati. Hon gjørdi ikki minni
enn tók meg uppá orðið og
ringdi til mín og bjóðaði mær
at smakka døgurðamat, alt
gjørt frá grundini úr føroyskari
rávøru.
Á borðið varð sett stokt feskt
føroyskt lambskjøt úr Skálavík,
kókaði nýggj føroysk epli, frískt
salat av ymsum kálasløgum
og kryddurtum frá garðinum
í Skálavík (eikiblað, spíðskál,
bótarurt o.a.), heimagjørt
rabarbu-chutney, rásúltað
hvonn og ingifersúltaðar
hvítarøtur.
Ein framúrskarandi biti!
Allir kulinarisku grundtónarnir
umboðaðir í fullkomnari
harmoni.
Sera leskiligt á hásumri
at sleppa at smakka feskar
føroyskar rávørur. Tað ræsta
og turra hoyrir í mínari verið
heystinum og vetrinum til.
Vónandi fara ólavsøku-
borðhaldini, bæði heima og á
matstovunum komandi árini
at taka til sín ta avbjóðing at
brúka feska føroyska rávøru
í nógv størri mun. Tað byggir
land.
Veit ikki at siga um tað sita
nógv fólk kring oyggjarnar
og gera líknandi burturúr
føroyska tilfeinginum millum
fjals og fjøru. Tað lysti meg at
frætt. Brúkar nakar til dømis
geitarkál, sum beint nú stendur
í fullum blóma í nógvum
gørðum? Blómurnar eru vakrar
og smakka sum blomkál.
Well, hetta var Grams
nummar 36 og fer nú í feriu
eina tíð.
Ólavsøkuborðið hjá
Lauru og Páll í Dalsgarði