fríggjadagur 31. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 • 31. juli 2009
Vikuskifti
6
- Henda virðislønin gevur hug og møgu-
leika at fara til arbeiðis. Tí tað er tað, sum
skal til.
At arbeiða og brúka handverkið tú sum
sjónleikari hevur ognað tær, til at royna at
seta gerandisdagin, lívið í perspektiv
søgdu tey trý Tórgarðssystkini m.a., tá tey
takkaðu fyri Listavirðisløn Miðlahúsins í
Vágsbotni ólavsøkudag. Tey trý, Súsanna,
Ria og Hans bóru hesi orðini fram:
ListavirðisLøn
”Nú hevði tað verið uppá sítt pláss at citera úr onkrum
leiki hjá einum av teimum stóru dramatikarunum,
Shakespeare, Ibsen, Maxim Gorkij, Lorca ella onkrum
øðrum.
Ístaðin fari eg (vit) at citera ein av okkara trúgvu
áskoðarum, sum aftaná eina sýning segði:
”Tað, sum tit gera á pallinum, setir gerandisdagin, lívið
í perspektiv.”
Ella sum ein lærari aftaná eina sýning fyri børnunum á
einum skúla segði:
”Tit kláraðu skam at tendra stjørnurnar í eygunum á
børnunum.”
Hvat meira kann man ynskja sær at fáa at vita, aftaná
eina framførslu enn tað:
At tú eina lítla løtu tendrar áskoðaran, setir okkurt í
gongd – kenslur, tankar. Setir orð á aðrar holdningar,
nýggjar møguleikar.
At tú eina løtu klárar at prika hol á fordómarnar, sleppa
afturum teir og seta nýggjar spurningar, heldur enn at
servera (geva) tað rætta svarið.
At tað, tú hevur valt at framføra á pallinum eftir øllum at
døma hevur týdning.
Lars von Trier segði einaferð: filmur skal vera sum at fáa
ein stein í skógvin.
So um tað eydnast eina løtu at leggja ein stein í
skógvin, og eina aðra løtu at tendra stjørnurnar í eygunum
– so er alt vunnið.
Henda virðislønin gevur hug og møguleika at fara til
arbeiðis.
Tí tað er tað, sum skal til.
At arbeiða og brúka handverkið tú sum sjónleikari
hevur ognað tær, til at royna at seta gerandisdagin, lívið í
perspektiv.
Og at gera tað
saman við øllum hinum, sum arbeiða í leikhúsinum:
teimum, sum umsita og skaffa pengarnar,
teimum, sum selja atgongumerkini og vaska gólvini,
sum hanga projektørarnar upp og designa ljósið,
sum designa pallin og smíða scenografiina,
sum designa búnarnar og tilevna teir,
sum seta hárið og leggja sminkuna,
sum spæla leiklutirnar og leikstjórna,
sum skriva orðini
og ikki minst: áskoðarunum! Uttan tykkum hevði tað verið
meiningsleyst, og slett ikki borið til.
So – vónandi fara tit framhaldandi at koma at hyggja.”
Virðislønin gevur hug og
møguleika at fara til arbeiðis
Tey trý Tórgarðssystkini takka við vælvaldum orðum fyri virðislønina