fríggjadagur 31. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 143 - 31. juli 2009
Síðani 2006 hevur
Tórshavnar býráð
gjørt íløgur fyri 100
milliónir krónur í
nýggjar kloakkskipan
ir, sum lúka krøvini,
sum Umhvørvis
stovan hevur sett í
sínum uppskoti til
kunngerð á økinum
UMHVØRVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hetta er annað valskeiðið
hjá sitandi býráðssamgongu
í Tórshavn, og heilt frá
byrjan hevur hon lagt stóran
dent á umhvørvið.
Ikki
bert
í
sjálvum
høvuðsstaðnum, men eisini
í bygdunum, sum eru lagdar
saman við Havnini seinastu
valskeiðini, eru nýggjar
kloakkskipanir gjørdar.
Í Hesti eru allar kloakkir
lagdar av nýggjum, og lúka
nú ásetingarnar í uppskoti
num hjá Umhvørvisstovuni
um kloakkskipanir hjá komm
unum í Føroyum. Hetta
arbeiðið var liðugt í 2007.
Og so seint sum í síðstu
viku var arbeiðið við nýggj
ari kloakkskipan í Nólsoy
avhendað. Frá at hava havt
15 ymiskar útleiðinar, harav
átta vórðu leiddar út í havn
arlagið, eru nú bert tvær út
leiðingar. Ein høvuðsútleið
ing, sum liggur norðan fyri
grótkastið á Kirkjutangan
um, meðan hin liggur út úr
Halgutoftum, sunnan fyri
sunnara grótkastið.
Hendan
íløgan
hevur
kostað býráðnum tilsamans
7,5 milliónir krónur. Tá er
asfaltering íroknað.
Býráðið
hevur
síðani
2006 gjørt íløgur fyri tíggju
tals milliónir í kloakkir, og
aftur komandi ár verður
millióna upphædd sett av til
hetta endamál.
Tórshavnar kommuna er
ein av kommununum, sum
hevur arbeitt eftir uppskoti
num hjá Umhvørvisstovuni,
og nú kunngerðin verður sett
í gildi, fær kommunan eina
longda freist fram til 2015 at
fáa øll viðurskifti í lagi.
Og tað kemur helst væl
við, tí kloakkskipanin í
bæði Kirkjubø og á Velba
stað er eitt eindur ógreið.
Men Tórshavnar komm
una man vera tann komm
unan í landinum, sum er
komin longst ávegis at lúka
komandi treytir fyri kloakk
skipan í Føroyum.
Tórshavn
væl á veg
Tilmæli um kunngerð
um kloakkviðurskift
ini hjá kommunun
um, sum Umhvørvis
stovan fyri nøkrum
árum síðani gjørdi,
er nú langt um leingi
klár at seta í gildi
UMHVØRVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er eftir hondini rúm tíð
síðani, at Umhvørvisstovan
gjørdi uppskot til kunngerð
um kloakkviðurskiftini hjá
kommununum, men í langa
tíð lá tað bara og samlaði
dust í skuffunum í Inn
lendismálaráðnum.
Men eftir at Annika Olsen
tók við sum innlendismála
ráðharri, er gongd komin
aftur á málið.
Tá tit í januar gjørdu
vart við málið, tók eg tað
fram, og legði tað fyri lands
stýrisfund. Men av tí at
málið tá var vorðið rættiliga
gamalt, og av tí, at bert fáar
kommunur høvdu havt høvi
at gjørt viðmerkingar til
uppskotið um kunngerð,
var mett rættast at senda
uppskotið til nýggja hoyr
ing, sigur Annika Olsen.
Slík hoyringsskriv hava
rímiliga langar freistir, men
svarini frá kommununum
eru komin inn í juni.
Av tí at feriutíðin kom í
vegin, náddi eg ikki at fáa
hetta málið avgreitt áðrenn.
Men so skjótt, sum feriu
tíðin er av, verður uppskotið
lagt fyri landsstýrið, og tá
tað er góðkent har, er klárt
at seta tað í verk við kunn
gerð, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan
í
innlendismálum roknar tí
við, at á fyrsta ella næsta
landsstýrisfundi í august
verður uppskotið lagt fram
og góðtikið.
Tað er undirtøka fyri upp
skotinum í landsstýrinum
og millum kommunurnar,
og tað er ikki neyðugt at fara
í tingið við einari kunngerð,
sum einans skal góðkennast
av landsstýrinum.
Gott tiltak
Nakrar kommunur hava
arbeitt sum um kunngerðin
longu var komin í gildi, og
summar teirra vita enntá
ikki betri. Men kunngerðin
kemur nú, og tí eru tær
kommunurnar upp á forskot
við tíðina, sum hava arbeitt
eftir
uppskotinum
hjá
Umhvørvisstovuni.
Hetta er eitt gott uppskot
í allar mátar, tí samstundis
sum tað verjir okkara um
hvørvi, er hetta eisini ein
arbeiðsskapandi kunngerð.
Og hóast hetta kemur at
kosta kommununum nakað
av peningi, so skuldi tað
kortini komi væl við nú so
nógv verður tosa um at fáa
ferð aftur á búskapin, sigur
Annika Olsen.
Tað
verður
sjálvandi
neyðugt at broyta freistirnar
í upprunaliga uppskotinum
hjá Umhvørvisstovuni. Frá
at nýggja skipanin skuldi
verða sett í verk innan 1.
januar 2010, verða nýggju
freistirnar nú 1. januar 2011
til at kommunurnar skulu
hava projekterað arbeiðið,
og 1. januar 2015 at føra
tær út í verki.
Nýggja kunngerðin hev
ur ásetingar um, at alt
kloakkvatn skal førast út á
streymasjógv, og at úlátið
skal verða ein metur undir
sjógv, tá fjøra er. Eisini skal
alt
kloakkvatn
reinsast,
áðrenn tað verður leitt út á
streymasjógv, sigur Annika
Olsen.
So innan ein mánað vita
kommunurnar gjølla, hvat tær
hava at halda seg til við
víkjandi kloakkviðurskiftum.
Umhvørvis kunngerð klár í august
Annika Olsen,
innlendismálaráðharri,
fer innan ein mánað at
seta nýggja kunngerð um
kloakkviðurskiftini hjá
kommunum í gildi
Marin Katrina Frýdal
er forkvinna í Teknisku
nevnd hjá Tórshavnar
kommunu, sum umsitur
eitt nú kloakkskipanina í
kommununi
Mynd: Leo Poulsen
Bretar fylla seg við heilivági
Næstan helmingurin av teimum bretunum, sum eru farin um tey 65,
taka meiri enn fimm sløg av heilivági um dagin. Tað sæst í einari
kanning, sum apoteksverkið hevur gjørt. Kanningin vísir eisini, at
nógvir bretar halda fram við at taka heilivág ímóti ymsum sjúkum,
eftir at tey eru vorðin frísk. 20 prosent av teimum spurdu viðganga,
at tey halda seg ikki altíð til vegleiðingina frá læknanum. Talsmað
urin hjá bretska apoteksverkinum sigur við BBC, at fólk, sum eru í
minsta iva um tann heilivágin, sum tey fáa, eiga at spyrja seg fyri
hjá egnum lækna ella á apotekunum heldur enn at royna seg fram.
StatoilHydro fann olju í USA
Saman við starvsfelaganum Anadarko hevur norska oljufelagið Statoil
Hydro funnið olju á einari leið í tí amerikanska partinum av Meksikanska
Flógvanum. Brunnurin er í einum øki, sum eitur Mississippi Canyon.
Brunnurin er næstan 9.800 metrar djúpur. Har hava feløgini funnið eina
rættiliga stóra keldu, men enn ber ikki til at siga, hvussu nógv olja kann
vera har, sigur StatoilHydro í tíðindaskrivi. Leiðin er í einum øki, sum
eitur Vita, og har eigur tað norska felagið 25 prosent av rættindunum. Hini
feløgini eru Shell og Anadarko. Hetta er tannars riðju ferð í hesum árinum,
at tað norska felagið kemur fram á olju í Meksikanska Flógvanum.