fríggjadagur 31. juli 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 143 • 31. juli 2009
ár ríkað føroyska áskoðaran við
góðari leiklist – til gaman og og
til álvara. Tey hava sostatt leingi
verið millum okkara, ídnastu og
gávuríkastu sjónleikarar.
At velja sjónleik sum lívsstarv
er ikki bara sum at siga tað
í einum landi sum okkara.
Játtanir til list røkka sum heild
alt ov stutt. Føroyar eru enn eitt
menningarland, tá vit hugsa
um mentanarpolitikk og tá
serstakliga um korini hjá teimum,
sum hava valt sær útinnandi list,
eitt nú sjónleik, sum lívstarv.
Vit hava nógv at takka hesum
trimum fyri, eins og vit hava
so nógv at takka øllum okkara
yrkislistafólkum fyri. Tey standa
mangan á samfelagsins síðulinju,
sum ein av hesum trimum
systkinum tók til í blaðsamrøðu
herfyri. Fra hesi síðulinju síggja
tey mangt, sum vit onnur ikki
duga at síggja ella ikki vilja
síggja, og hetta kemur okkum
øllum til góðar so ella so.
At enda fari eg at takka tykkum
trimum fyri alt tað, ið tit hava
verið fyri føroyska leiklist og eg
fari samstundis at ynskja tykkum
alt tað besta og góða eydna á
framtíðar starvsleið tykkara.
Eftir røðuna fingu tey trý hvør
sín kekk uppá 25.000 kr. Og
blómutyssi.
Listavirðisløn
Miðlahúsins 2009
Systkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð fáa
Listavirðisløn Miðlahúsins 2009 fyri teirra stóra
og slóðbrótandi virksemi fyri føroyska leiklist.
Tey hava í mong ár og mangan undir truplum
umstøðum verið framúr virkin við sjónleiki,
leikstjórn og leikriti, og listarliga arbeiði teirra
hevur havt stóran týdning fyri føroyska leiklist
og føroyskan samleika. Við stórum ídni, góðum
sjónleikaragávum og málsligum hegni hava tey
trý saman við mongum øðrum innan leiklistaøkið
verið við til at flyta føroyska leiklist fram á
altjóða støði. Súsanna, Ria og Hans Tórgarð hava
við leiklistini givið føroysku áskoðarafjøldini
ríkar og ógloymandi upplivingar, samstundis
sum tey hava verið við til støðugt at menna
føroyskan sjónleik sum listagrein í Føroyum.
➘
Jan Müller, forstjóri í Miðlahúsinum
handar teimum trimum, Riu, Súsonnu
og Hans Tórgarð hvør sín kekk uppá
25.000 kr.
Ria, Súsanna og Hans saman við mammuni