fríggjadagur 31. juli 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 31. juli 2009
5
lýsingar
Verkætlan
Í verkætlanini verða mátingar og
numerisk model brúkt at greina
ávirkanina frá nótum og fiski á
vatngóðskuna innan aling á sjónum.
Numeriska modeleringin fevnir m.a.
um modelering av streymi ígjøgnum
og kring alinótir á sjónum, meðan
mátingarnar fara fram á sjónum
kring eitt alibrúk í Føroyum.
Verkætlanin er eitt samstarv millum
Fiskaaling og Náttúruvísindadeildina
á Fróðskaparsetrinum, har tann PhD-
lesandi kemur at arbeiða saman við
royndum granskarum í Føroyum og
úti í heimi.
Ynskiligir førleikar til PhD-lesandi
• góða universitetsútbúgving í
náttúruvísindi ella verkfrøði, t.d.
innan havfrøði, veskumekanikk,
alivísind, evnafrøði, lívfrøði,
alisfrøði og støddfrøði
• áhuga fyri aling og umhvørvi
• hegni til projektarbeiði, numeriska
modelering, feltarbeiði og
greinaskriving
• royndir við gransking og menning,
góðan mál- og telduførleika
Meira fæst at vita um starvið frá
Øystein Patursson, granskara, tlf.:
214787, oystein@fiskaaling.fo, Ingolf
Joensen, stjóra, tlf.: 214747,
ingolf@fiskaaling.fo, ella á
www.fiskaaling.fo har m.a.
verkætlanarlýsing er at finna.
Umsókn
Umsókn við ævisøgu (C.V.) og avriti
av prógvum og viðkomandi skjølum
skal sendast til: P/F Fiskaaling, Við
Áir, Att.: Øystein Patursson, FO-430
Hvalvík. Umsóknarfreistin er 15.
august 2009.
PhD-lesandi
Fiskaaling hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum til PhD-
verkætlanina »Vatngóðska innan aling á sjónum«, og vit søkja í
hesum sambandi eftir PhD-lesandi til verkætlanina.
Fiskaaling er eitt alment partafelag, sum arbeiðir við gransking og menning
innan alivinnuna og framleiðir tosk, síl og laks til føroysku alivinnuna. Virksemi
á Fiskaaling er góðkent eftir ISO 9001:2000 standardinum. Felagið leggur dent á
altjóða granskingarsamstarv við granskingarstovnar og vinnulív.
Á Fiskaaling starvast 5 granskarar, 2 PhD-lesandi og 12 fólk við royndum innan
røkt, lívfiskaarbeiði og framleiðslu. Harafturat eru 2 granskarar uttanlands knýttir
at felagnum.
Tú lærir at nýta málið sum amboð á
ein góðan og føltáttaðan hátt í
arbeiði og gerandislívi
Lærari: Lena Reinert
Tíðarskeið: 31. aug. - 18. nov. 2009
mánadag og mikudag, kl. 09.00 - 11.30
leygardagin 3. oktober kl. 09.00 - 14.30
Próvtøka: 23. og 25. november 2009
Fortreytir: Skeiðið er ætlað teimum,
ið hava føroyskt á miðnámsskúlastigi
ella samsvarandi
Tilmelding: Tilmeldingarskjal finnur tú
á www.setur.fo
Tilmeldingarfreist: 17. august 2009
Skeiðsgjald: kr. 4.000,00
Næmingatalið er avmarkað. Gjaldast skal
í seinasta lagi við skeiðsbyrjan
Skeiðs- og próvtøkugjald:
konto 9870 428.097.1
viðm. navn og skeið
Skeiðsstaður: Fróðskaparsetur Føroya
Jónas
100 Tórshavn
Upplýsing um skeiðið: Setursskrivstovan
Tlf. 352500 ella setur@setur.fo
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum
broytingum
Fróðskaparsetur Føroya
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
bjóðar í heyst skeið í føroyskum
í Suðuroyar Sparikassa
Broncks gøtu 25, 4. hædd
Mynd: sxc.hu/profile/chrissi & sxc.hu/profile/demordian
Samskip søkir hálvtíðar
skrivstovufólk til innflutningsdeildina
Starvslýsing:
Sum skrivstovufólk á innflutnings
deildini hevur tú regluligt samskifti
við viðskiftafólk í Føroyum og
uttanlands.
Tú tekur tær av øllum vanligum
skrivstovuarbeiði, sum í høvuðs
heitum fevnir um fakturering,
tollavgreiðslu, innan og uttanhýsis
sølu, eftirlitsuppgávur og arkivering.
Førleikakrøv:
Fyrimunur er, um tú hevur viðkomandi
útbúgving og arbeiðsroyndir.
Vit leggja dent á ágrýtni, dugnaskap,
nærlagni, miðvísi og tænastusinni, og
at starvsfólk okkara ikki lata seg taka
av fótum, um stundum trýst er á.
Vit vænta, at tú dugir væl at
samskifta á føroyskum og enskum.
Vit bjóða:
• Eitt áhugavert, spennandi og
fjølbroytt starv í heimligum og
altjóða umhvørvi.
• Góðar møguleikar fyri persónligari
menning.
Setanartreytir:
Starvið er hálvtíðarstarv og verður
lønt sambært avtalu, sum er treytað
av útbúgving og royndum.
Viðkomandi kemur at starvast á
skrivstovu okkara í Tórshavn.
Umsókn:
Send umsókn við CV og øðrum
viðkomandi skjølum til:
Samskip P/F
Yviri við Strond 23
Postsmoga 3255
110 Tórshavn
Merkt: “Umsókn”
Umsóknarfreistin er 17. august
2009 kl. 12.00.
Starvið
verður sett 1. september 2009.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Joel undir Leitinum,
stjóra, á telefon 23 88 11
Fyrirtøkan
Samskip er ein altjóða flutningsfyritøka. Fyritøkan er ein tann størsta bingjuflutnings
fyritøkan í Europa og bjóðar millum annað flutning av vøru til og úr Føroyum. Í Samskip
samtakinum arbeiða uml. 1.400 fólk í fleiri enn 20 londum. Samskip byrjaði í Føroyum í
2004 og er í dag ein av leiðandi feløgunum innan flutning til og úr Føroyum. Virksemið hjá
Samskip verður samskipað í Kollafirði og Tórshavn. Frystigoymslan hjá Samskip í Kollafirði
rúmar 7.000 tonsum. Skipini Helgafell og Arnarfell eru skrásett í FAS skipanini.. Tvey skip,
á 900 TEUs hvørt, og eitt skip, 1.100 TEUs eru í fastari linjusigling til og úr Føroyum.