fríggjadagur 31. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 • 31. juli 2009
Vikuskifti
4
ListavirðisLøn
Tað var Jan Müller, forstjóri í
Miðlahúsinum, sum handaði
teimum virðislønina uppá
tilsamans 75.000 kr. Tiltakið
fór fram við standmyndina av
Nólsoyar Páll í Vágsbotni stutt
eftir, at tingið varð sett. Vit prenta
her røðuna, sum Jan Müller helt:
Góðu ólavsøkugestir, góðu
virðislønarmóttakarar, Súsanna,
Ria og Hans Tórgarð. Hjartaliga
vælkomin til hesa hátíðarløtu,
har vit handa Listavirðisløn
Miðlahúsins
Leiklistin ella dramaið er ein
hin elsta listagrein í heiminum. Í
Føroyum er áhugaleiklistin gomul
og sjónleik hava fólk spælt leingi
í Føroyum.
Hinvegin er leiklistin sum
yrkislist ella sum professionell
listagrein ung í landi okkara og
byrjaði ikki av álvara fyrr enn
fyrst í sjeytiárunum, tá ið Eyðun
Johannesen kom heimaftur og
stovnaði yrkisleiklistabólkin
Grímu.
Øll list hevur týdning fyri
menniskjuni, og tí hevur
menniskjan allar dagar tikist
við list og listarligt virksemi. Vit
eiga tí sjálvsagt ikki at taka eina
listagrein fram um aðra.
Hetta hava vit í Miðlahúsinum
ásannað, og tí hava vit sett á
stovn eina listavirðisløn. Ætlan
okkara er at listafólk umboðandi
skiftandi listagreinir skulu verða
heiðrað her á okkara tjóðardegi –
her við standmyndina av Nólsoyar
Páll, sum hevur so stóran týdning
fyri okkara samleika og sum
sjálvur var listamaður.
Henda virðisløn skal soleiðis
vera við til at minna okkum á,
hvønn týdning list og listarligt
virksemi hava fyri okkum
menniskju, okkara samleika og
harvið okkara trivnað.
Úti í heimi gerst tað alt meira
vanligt, at privatar vinnufyritøkur
stovna listavirðislønir ella stuðla
mentan og list á ymsan hátt.
Privatar fyritøkur branda seg við
at stuðla mentan og list. Hetta er
gott fyri mentan og list og tað er
eingin loyna at hetta tíbetur eisini
er gott fyri vinnulívið.
Vit í privatu vinnuni í Føroyum
kundu ivaleyst gjørt nógv meira
í hesum sambandi og er hetta
so ein orsøkin til at Miðlahúsið
hevur tikið stig til hesa virðisløn,
sum vit skipa fyri, men sum
verður sponsorerað av privatum
vinnufyritøkum og ávísum
kommunum. Eg vil nýta høvið at
takka sponsorunum.
Sponsorarnir eru: Tórshavnar
kommuna, Kvívíkar kommuna,
Føroya Banki, Føroya Tele, Hotel
Føroyar, Poul Hansen heilsøla og
Tryggingarfelagið Lív.
Vit eiga sjálvsagt at virða
okkara listafólk uttan mun til
hvørja listagrein, tey nú einaferð
takast við. Vit eiga í Føroyum sera
nógv og sera dugnalig listafólk.
Tað er tí ikki heilt einfalt at gera
av, hvør ella hvørji, ið skulu fáa
hendan heiður.
Vit mugu velja og hesuferð fall
valið á tey trý Tórgarðssystkini,
Súsonnu, Riu og Hans, sum nú
í út við tjúgu ár av teirra lívum,
burturav, hava halgað seg
sjónleiki og leiklist.
Men samstundis eiga vit at
hava í huga, at henda virðisløn
so eisini skal síggjast sum
ein viðurkenning av tí stóra
arbeiði, sum allir føroyskir
yrkissjónleikarar gera úti sum
heima.
Teir tríggir heiðursgestirnir
hava heilt frá barnsbeini av havt
áhuga fyri leiklistin og fyri at
spæla sjónleik. Tey hava fingið
áhuga fyri mentan og list í
vøggugávu í einum mentanarliga
ríkum heimi, og hesa gávu hava
tey umsitið. Tey hava í eini tjúgu
Súsanna,
Ria og
Hans
Tórgarð
heiðrað
Ólavsøkudag fingu tey trý
systkini Súsanna, Ria og Hans
Tórgarð handað Listavirðisløn
Miðlahúsins fyri teirra arbeiði
og leiklut innan føroyskan
sjónleik
Myndir: Beinta Haraldsen