fríggjadagur 31. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 143 - 31. juli 2009
tíðindi
- Løgmansrøðan
hevði einki veruligt
samband við føroyska
samfelagið og tær
avbjóðingar, ið vit
standa yvirfyri í dag,
sigur Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldi
Ólavsøkurøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Høgni Hoydal hevur einki
gott at bera teirri løgman
srøðu, sum Kaj Leo Jo
hanne sen helt á ólav søku.
Har var einki nýtt, og
løgmaður kundi eins væl
havt hildið somu røðu fyri
10 árum síðan. Tey positivu
tingini, hann nevndi, eru
ikki framd av hesi sam
gonguni.
Formaðurin í Tjóðveldi
sigur, at røðan í størri mun
enn nakað annað bygdi á
heimastýrisligt
túnatos,
sum hann tekur til.
Avbjóðingar
Røðan hevði einki veruligt
samband við føroyska sam
felagið og tær avbjóðingar,
ið liggja fyri framman hjá
okkum í dag. Tær metingar,
sum Kaj Leo Johannesen
gjørdi sær av viður skift
unum, vóru rættiliga nógv
pyntaðar og tey mál, sum
hann segði samgonguna
vilja fremja, eru longu
framd.
Formaðurin í Tjóðveldi
heldur, at hetta er ein løgin
og margháttlig støða at vera
í, nú vit sum samfelag
standa
yvirfyri
stórum
av bjóðingum.
Eg haldi ikki, at løg
maður sigur tingini, soleiðis
sum tey eru veruleikanum
eru, leggur hann aftrat.
Høgni vísir á, at hesir
somu flokkar, sum sita við
landsins leiðslu í dag, hava
komið Føroyum í eina sera
trupla støðu, men kortini
hoyrist eingin eftirmeting
av tí, ið sum hesir flokkar
hava gjørt seinastu árini.
Eingin eftirmeting og
eingin
endurskoðan,
og
hetta sakni eg álvarsliga,
leggur hann aftrat.
Siðaskifti
Vit hava rættiliga brúk fyri
einum siðaskifti í Føroyum.
Leggjast má veruliga á
annan bógv, og ætlanir
mugu leggjast, sum røkka
út um eitt valskeið. Sum er,
verður bara malið í ring.
Høgni Hoydal vísir á, at
løgmaður slett ikki tosaði
um viðurskifti, sum Tjóð
veldi metir hava størsta
týdningin, nú vit eins og
onnur
samfeløg
mugu
leggja á annan bógv.
Kaj Leo tosaði bara um
framhald av verandi poli
tikki yvirhøvur – einum
politikki, sum eingin poli
tikkur er. Hann tosaði um
fjarðar, ið als ikki hóska til
fuglin, sum formaðurin í
Tjóð veldi tekur til.
Hann heldur, at tað, sum
føroyska samfelagnum í
størstan mun tørvar í dag,
er ein politikk, sum byggir
á gransking, mentan og
sosial viðurskifti, og har
vinna bæði á sjógvi og landi
er burðardygg.
Tað kann vera skilagott
at
brúka
100
miljónir
krónur aftrat til íløgur, sum
løgmaður førdi fram, men
skal nakað skilagott fáast
burtur úr hesum, er neyðugt
at endurskoða núverandi
íløguætlan. Annars verður
ikki peningur til nakað
nýtt.
Stór mál
Høgni Hoydal vísir á, at
bæði Føroyar og umheim
urin ikki bert er raktur av
fíggjarkreppu,
men
so
sanniliga eisini eisini eini
umhvørvisog orkukreppu,
har neyðugt er at leggja um
til heilt aðrar framleiðslur,
um vinnulívið skal klára
seg frameftir.
Tað er ostaklokkan, sum
verður penslað út í hesi løg
mansrøðu, har løgmaður og
hansara fólk í landsstýrinum
halda, at Føroyar bara
kunnu liggja, her tær liggja
– og síðan halda, at alt
stendur væl til. Tað nyttar
einki bara at fortelja fittar
søgur, meðan alt hendir
rundan um okkum, sigur
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldi.
Eiga at skifta ferð
mátararnar í Airbus
Evropeiska flogverksmiðjan Airbus mælir nú øllum flogfeløgum, sum
brúka Airbusflogfør á sínum longu rutum, til at skifta ferðmátarnar út.
Áheitanin er ein avleiðing av vanlukkuni tann 1. juli, tá eitt Airbus
flogfar hjá Air France datt niður í Atlantshavið á veg úr Brasil til Frak
lands. Hóast teir svørtu kassarnir í flogfarinum ikki eru funnir, kennir
franska vanlukkunevndin seg rættiliga vísa í, at vanlukkan stóðst
millum annað av einum breki við ferðmátarunum í flogfarinum. Áheit
anin frá fronsku verksmiðjuni umfatar tey umleið 200 flogførini av
sløgunum A330 og A340, sum fleiri feløg brúka á sínum longu rutum.
Arbeiðsloysið størri
Danski arbeiðsmarknaðarmálaráðharrin, Inger Støjberg,
væntar, at støðan á danska arbeiðsmarknaðinum fer at versna
eitt sindur afturat við veksandi arbeiðsloysi, áðrenn gongdin
fer at venda. Ráðharrin sigur við danska kringvarpið, at nógvir
arbeiðsgevarar góvu fólki uppsagnarskriv í vár, men at tey
flestu hava verið í arbeiði til nú, og tí er arbeiðsloysið vaksið
heldur meiri í summar enn fyrr í ár. Hon væntar, at færri
arbeiðsgevarar fara at koyra fólk til hús tað, sum eftir er av
árinum, men at tey arbeiðsleysu kortini verða fleiri í tali um
ársskiftið enn nú. Í juni vóru 105.100 danir skrásettir sum
arbeiðsleysir.
Løgmansrøða og
heima stýris ligt túnatos
- Tað nyttar einki hjá løgmanni bara at fortelja fittar søgur,
meðan alt hendir rundan um okkum, sigur Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldi
Mynd: Beinta Haraldsen
John Johannesen,
for maður Javn að-
ar floksins á tin-
gi, heldur ikki, at
løgmansrøðan leit
serliga langt fram-
eftir, sum hann kun di
hugsað sær, at løg-
mað ur gjørdi í síni
røðu á ólavsøku. – Vit
fara nú at gera okkara
við merk ingar, sigur
hann
Ólavsøkurøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Løgmansrøðan var so leið
is, sum man kundi vænta
sær hana frá Kaj Leo
Jo hanne sen,
løgmanni.
Hann gjørdi fitt burtur úr
menniskj a nsliga til feingi
num, sum er í fólkinum, og
hann brúkti eisini fitt av
orð um til at líta aftureftir til
teirra, sum bygdu hetta
land. Einki ringt skal sigast
um hetta. Tvørturímóti, tí
vit eiga sjálvsagt at virða
tey, sum undan okkum fóru.
Hin vegin haldi eg, at løg
maður í nógv størri mun
átti at hugt frameftir, enn
hann gjørdi í síni røðu.
John Johannesen, for
mað ur Javnaðarfloksins á
tingi, heldur, at løgmaður
kun di gjørt meira burtur úr
summ um málum enn øðr
um.
Umrøðan av løg mans
røðuni verður mánadagin,
og tá fara vit at koma við
okka ra røðum og við
merkingum til tað, sum
løg mað ur førdi fram. Sjálv
ur fari eg at skriva mína
røðu í vikuskiftinum, sigur
politski formaðurin, sum
annars heldur, at Kaj Leo
Johannesen helt eina nokso
”klassiska” røðu á ólavsøku,
sum hann tekur til.
John Johannesen vísir á,
at løgmaður ikki er úr
hansara flokki, og hann
held ur, at røðan eisini var
merkt av tí flokki, hann
kem ur úr.
Eg saknaði tað, sum
liggur fyri framman, men
hetta fara vit at vísa á, nú
løg mansrøðan kemur til
við gerðar, endurtekur polit
iski formaðurin hjá Javn að
ar flokkinum.
- Eg saknaði tað, sum
liggur fyri framman í røðu
løgmans á ólavsøku, sigur
John Johannesen
Løgmansrøðan ikki
fram eftir lítandi