Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 3. august 2009 13 Ólavsøkupakkanum og løglistanum síggja vit, at ætlanin nú er, at fyritíðar­ pensjónistar sum arbeiða, skulu mótroknast í pensjón­ ini frá fyrst vunnu krónu! Hvussu ber tað til, at landsstýriskvinnan kann taka undir við hesum, sum partur av einari semju sam­ stundis, sum hon tosar um, at tey við skerdum førleika skulu hava møguleika at koma út á arbeiðsmarknað­ in. Fyritíðarpensjónin er trupul at fáa. Viðgerðin er drúgv ­ upp í 2 ár. Álvars­ ligar orsøkir skulu til, til tess at fáa hana. Dámlig byrjan Tá ABC 2 byrjaði fyri sløkum ári síðani kunn­ gjørdi Rósa Samuelsen, at hennara stóri áhugi var, at fáa fólk við skerdum før­ leika út á arbeiðsmarkn­ aðin. Sera dámligt, eru vit mong sum halda. Vit kendu okkum tí tikin á bóli, tá nú verður boðað frá, at fyritíðarpensjónistar skulu mótroknast við 25% frá fyrstu krónu, um tey hava arbeiðsinntøku. Beiskan smakk Tá landsstýriskvinnan í almannamálum verður spurd, um hon kann liva við hesum, so er svarið, at tað er ein politisk semja og semjur skulu haldast. Sjálv­ sagt skulu semjur haldast – men HVAT hevur almanna­ økið fingð burturúr úr ólavsøkupakkanum? Tey veikastu sum landsstýris­ kvinnan varðar av eru tey, sum higartil hava kent spariknívin undir abc 2 – børn og ung og pensjonist­ ar. Ein góð semja merkir eftir mínum tykki, at øll skulu fáa okkurt gott burutúr og hava ein góðan smakk í munninum. Tykist sum almannaøkið aftur og aftur hevur beiskast smakk í munninum og er við sviðusoð. Uppaftur meiri ørkyml­ andi tykist semjan, tá kunngjørt verður, at talið á fólkapensionistum bara økist, meðan talið á teim­ um, ið arbeiða minkar. Kortini, verður steinur lagdur oman á byrðu hjá teimum, sum hava truplast við at fáa og varðveita eitt starv! Okkurt má vera misskilt Tey, ið fáa miðal fyritíðar­ pensión, fáa endurgjald fyri mistan førleika, nevni­ liga 2/3 av arbeiðsførleik­ anum. Arbeiðsførleikin tey hava er við øðrum orðum umleið 33%. Hetta er at leggja stein oman á byrðu hjá fólki, ið frammanundan eru við skerdan lut. Minsta­ mark má verða, at ein miða lfyritíðarpensiónistur kann forvinna óskert upp til hægstu fyritíðarpensión. Vælvitandi, at arbeiðið eisini snýr seg um lívs­ dygd, kann eg hvørki taka í álvara ella góðtaka at hesi førleikaskerdu hava so vánaligar sømdir á arbeiðs­ marknaðinum. Dýrt at vera fyritíðarpensjónistur Eisini er neyðugt at minn­ ast til, at fyritíðarpensjón­ istar eru heilt niður í 18 ár. Fleiri teirra eru har í lívi­ num har størst tørvur er á peningi. Børn, hús og har afturat er dýrt at vera sjúkur. Kann tað vera rætt, at um eitt menniskja kýtir seg og hóast sjúku ella brek arbeiðir eitt sindur so missir viðkomandi ein part av pensjónini? Eg havi áður havt ta fatan tá hetta mál er umrøtt á tingi, at øll vóru samd um at júst fyri­ tiðarpensjónistar skuldu hava møguleikan at vinna nakrar krónur uttan mót­ rokning. Fari eg veruliga skeiv? Eingin pakki til almannaøkið Bergtóra Høgnadóttir Joensen Kom seinasta sunnukvøld við Norrønu úr Danmark eftir ein stuttan og góðan túr. Umleið á midnátt var klárt at koyra norðuryvir og inn á Nes í Eysturoynni. Veðrið var frálíkt, og sera vakurt at koyra gjøgnum bygdirnar á vegnum norður­ eftir. Í flestu bygdum lýstu gøtuljósini so vakurt og í einstøkum húsum var ljóst. Komin til bygdina Undir Gøtueiði lýstu gøtuljósini eisini, men mitt í bygdini, har sum Skipanes byrjar gjørdist bølamyrkt. Hugdi yvirum fjørðin: Á Skála var bølamyrkt men á Strondum lýstu gøtuljósini so lystiliga. Eg koyri víðari gjøgnum Søldarfjørð, myrkt. Komin út á Lambareiðið, myrkt. Á Glyvrum, í Saltangará og í Runavík er sama skilið: Myrkt. Men so skjótt eg komi út í Rókina, har Salt­ nes byrjar lýsa gøtuljósini aftur, og tað gjørdu tey eis­ ini á Toftum og úti á Nesi. Ikki sørt vandaleyst hugs­ aði eg, tí fleiri gonguteigar eru tvørturum nógv »trafik­ eraða« vegin gjøgnum Runavíkina. Eitt sindur løgið eisini, at størsta kommuna í Eystur­ oynni ikki skal hava ráð at hava gøtuljósini tendrað, tá grannakommununar hava tey tendrað. Kommunan sum helst meir enn nøkur onnur kommuna í oynni ynskir alla oynna skipaða sum eina kommunu, har Runavík kommuna er størsta eindin. Eg vil vóna, at býráðið í Runavík tekur hetta upp, setir trygdina í hásæti og hevur gøtuljósini tendrað alt árið. Tað er ikki nøkur stór eykaútreiðsla, tí gøtu­ ljósini eru stýrd av foto­ cellum, og um summarið eru tað heilt fáir tímar talan er um. Runavík - ein spøkilsisbýur Jan danielsen Á tingfundinum mánadagin, legði Sjálvstýrisflokkurin fram uppskot til samtyktar. »Merkið skal virðast á tann hátt, at tað skal hava eitt hóskandi pláss í ting­ salinum.« Sjálvstýrisflokkurin vil við uppskotinum vísa Merkinum og tjóðini, ið tað umboðar, størri virðing og meiri ásýniligt pláss í tingstarvinum. Grannatjóðir okkara í Útnorði, Ísland og Grønland hava tjóðarfløggini hangandi fremst í tingsalinum. Ongin ivi er um, at grønlendingar og íslend­ ingar eru ernir av samleika sínum og tað er sjálvsagt, at teir eins og flestu aðrar tjóðir velja at hava flaggið standandi frammalaga og ásýniligt í tjóðarhallum sínum. Føroyar hava sanniliga havt sítt stríð til tess at vinna Merkinum viðurkenning, men líka so vist er, at tjóðin í dag stendur sameind um at virða og vísa samleika sín við Merkinum. Undir Merkinum savnast tjóðin og flaggið er ímyndin um, at hóast hugsjónarliga ósamdir ber tað til at standa saman og lyfta í felag umframt at finna loysnir, tá á stendur. Sjálvstýrisflokkurin Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Kári á Rógvi, løgtingsmaður Merkið í tingsalin Tað er altíð tungt at fáa deyðs­ boð av fólki, ið tú kennir ella varðar av, uppaftur tyngri gerst tað, tá ið fólk fara brádliga og í góðum árum. Soleiðis var, nú boð vóru eftir Jákupi, ið var 58 ára gamal. Væl vistu vit, at Jákup var álvarsliga sjúkur, men at hann skuldi fara so skjótt, vardi okkum ikki, og vit standa spyrjandi og fáa einki svar. Sorgin rakar meint og nívandi, fyrst av øllum tykkum, ið stóðu honum so nær. Jákup er fuglfirðingur, sonur Signhild, ættað úr Norðragøtu og John Thomsen ættaður úr Fuglafirði.Tey búðu norðuri á Bakka, har Jákup hevur traðkað sínar barnaskógvar. Umftamt at eiga eitt trygt og gott heim, so var umhvørvi hjá einum smá­ dreingi so fram úr gott norðuri á Bakka. Her var havnaøki, har skip sigldu inn og út, her var altíð lív í. Arbeiði var nógv á havnaøkinum, og her høvdu smádreingir nógvar møguleikar at takast við tað, ið átti teirra áhuga. John, pápi Jákup, sigldi sum maskinmeistari við Gulldrangi. Tað mundi vera hiðani áhugin fyri maskinarbeiði varð lagdur í Jákup. Sum heilt ungur fór Jákup í smiðjulæru í Meka. Hann var ein góður og dugna­ ligur hondverkari. Eina tíð var hann til skips sum maskinmaður. Tað dámdi honumm væl, tí sjónáttur hevði hann góða. Í nøkur ár arbeiddi hann í oljuvinnuni í Noregi. Seinni fór hann á Havsbrún at arbeiða, og har hevur hann starv­ ast í mong ár, til nú hann legði árarnar inn. Í mong ár var Jákup formaður í Fuglafjarðar hondverkara­ felag, har hann røkti uppgávuna til lítar. Hann var somuleiðis umboð í nevndini fyri Tekniska skúla í Klaksvík og hevði góð innlit í henda partin av okkara skúlaskipan. Í 1976 giftist Jákup við Marini, ættað av Marknagarði á Glyvrum, dóttir Svenning og Marnu Olsen, ið bæði eru farin. Jákup og Marin bygdu sær snotulig hús í Toftabønum í Fuglafirði í 1975/76. Tey eiga 4 børn: Bára, ið býr í Havn, Mortan, sum býr í Klaksvík, Jonn í Fuglafirði og so 14 ára gamla Martha. Abbabørnini eru: Petur, Marin og Heini, ið Bára og Jan Guttesen eiga og so Jensa, ið Mortan og Marita S. Sigurdar­ dóttir eiga. Jákup var familjukærur.Hann fylgdi sínum børnum í øllum tí, tey tókust við og nógv gjørdi hann burturúr, tá ið abbabørnini vitjaðu. Jákup hevði stóran áhuga fyri ítrótti. Og ikki gjørdist áhugin minni, tá ið hansara egnu børn tóku lut í fleiri ítróttargreinum. Her fylgdi hann væl við og var ein dyggur stuðul. Jákup var ein góður granni. Hann var lættur at vera saman við í vertskapi, skemtingar­ samur sum fáur – ein rættur geilarmaður. Hann dugdi á sín stillføra máta at skapa stuttligar og hugnaligar løtur – hesar løtur untust okkum at uppliva saman við honum. Stórur verður saknurin, nú Jákup er farin. Størstur verður saknurin hjá tykkum, ið stóðu honum so nær, og sum hann helt so nógv av Sorgin nívir, og saknurin verður ómetaliga stórur, nú Jákup er farin. Tit eiga minnini um hann, tit fara at kenna hitan frá hondunum, ið sleptu. Okkara tankar leitar til tykk­ ara, ið eru rakt av sorgini, og vit biðja um, at hann, ið øllum valdar, gevur tykkum styrki at koma ígjøgnum sorgina. Gunnvør og Signar Jákup Thomsen í Fuglafirði farin viðmerkingar