Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 144 - 3. august 2009 Lars Løkke Rasmus­ sen, danskur for setis­ ráð harri, hevur ver ið í Føroyum í summar­ frí í eina tíð. Seinna­ partin í dag kemur ein stórur partur av Vinstra til Føroya, tí tað er ikki bara frítíð á skránni. Vinstri held ur nevniliga summar fund í Før­ oy um Fundur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Forsetisráðharrin í Danmark hevur verið í Føroyum sam­ an við familjuni hjá sær í vik ur nú, og seinnapartin í dag kemur ein verulig inn­ rás av Vinstrafólkum við flog far ið úr Danmark. Tað er ikki bara til gaman, at øll hesi 80 fólkini koma úr Danmark. Tað er nevni­ liga soleiðis, at flokkurin skal halda summarfundin hjá flokkinum í Føroyum, og hann verður fríggja dag­ in. Vinstri hevði eisini fund í Før oy um í 1992, tá Uffe Elle mann Jensen var for­ mað ur í flokkinum. Gaman Men gaman verður eisini á skrán ni. Vitjað verður á Slætt a r a tindi, á Eiði, við Gjógv, í Haldórsvík og í havn ini verður skipað fyri túri í Løgtingið, út á Reyn og á Tinganes. Fótbóltur verður somu­ leiðis á skránni fríggjadagin áðr enn fundin. Tá verður dyst ur á Tórsvølli millum sam bandsfólk og vinstra­ fólk. So verður spurningurin um Edmund Joensen spælir við Vinstra ella Sam bands­ flokkinum. Umframt hetta fara vinstra fólk ini eisini at royna seg í føroyskum róðrarbáti. Lars Løkke Rasmussen var í morgun í Kirkjubø saman við familjuni. Seinnapartin koma floksfelagarnir til Føroya Mynd: Jens Kristian Vang Vinstri fund í Føroyum Bústjórin eftir ognum Jón Ásgeir Jóhannesson, sum stovnaði íslendska stórfelagið Baugur, hevur eftir øllum at døma tikið virðismiklar ognir út úr felagnum tá tað fór av knóranum, og teimum vil bústjórin nú hava fatur á. Berlingske Tidende skrivar, at tá búgvið varð gjørt upp, restaðu 10 milliardir danskar krónur í at fáa javnvág. Tí roynir bústjórin at fáa fatur á einum gistingarhúsi í teimum fronsku Alpunum og einari marglætisíbúð í Keypmannahavn, sum stovnarin og fyrrverandi stjórin hevur tikið út úr felagnum og flutt til eitt felag, sum hann eigur, og sum eitur Gaumur, skrivar Berlingarin. Aftur stríð um mark Okkurt bendir á, at eitt stríð um markið millum Kanada og Grønland er á veg. Tey seinastu árini hava kanadisku myndugleikarnir kannað havbotnin einar 150 fjórðingar eystur úr Ný Funnalandi og Labrador. Úrslitið av kanningunum skal latast ST innan 2013 og er ætlað at prógva, hvussu stórur partur av havbotninum má metast sum kanadiskur, sigur KNR. Grønlendska kringvarpið sigu, at fer Kanada at krevja ræðisrætt uttan fyri verandi markið, fer Grønland at mótmæla. Mótmæli kemur væntandi eisini úr Fraklandi, sum eigur tvær smáar oyggjar har á leiðini. Kanada og Grønland eru frammanundan ósamd um Hans Ø (myndin) Sjúka Árni Joensen Árni@sosialurin.fo Talið á klamydia til burðum í Føroyum er vaksið í stórum seinasta árið, og talið í fjør var met stórt. Í 2004 vóru stað festir 146 positivir vert ir (prøvar) av kla myd ia í Føroyum, og var tað hægsta talið higartil. Men í 2008 vóru 201 po si­ tiv ir, eftir at talið annars var minkað nak að aftur í 2005­ 2007 við 110 positivum um árið. Støð an í ár higartil hev ur verið óbroytt í mun til 2008 við 117 staðfestum til burðum. Tað sigur Lands lækn in í einari fráboðan. Sambært tølunum eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum verða smitt aðar, men Landslæknin sig ur, at orsøkin til hetta er allarhelst hon, at fleiri teirra verða kannaðar enn menn, eitt nú í sam bandi við kanning áðr enn spiral, undir lívs­ kann ing og barnsburð. Føroysku klamydia tøl ini eru heldur lægri enn í hinum norður londu num, men Landslæknin ger vart við, at tað eru lut fals liga færri, ið lata seg kanna í Føroyum. Tað eru tí allarhelst fleiri í Føroyum lut fals liga enn í hinum norður londum sum heild, ið ganga við sjúkuni (og við hesum tí eisini smit ta onnur) uttan at vita av tí, skrivar Landslæknin í frá­ boðanini. Metnógvir klamydia tilburðir