mánadagur 3. august 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. august 2009 – Nr. 144
Allir kappingarneytarnir
hjá NSÍ vunnu í gjár,
meðan øll liðini næst ÍF
taptu og harvið er trýst á
báðum pørtum í kvøld
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
HB, Víkingur og B68 vunnu øll sínar
dystir í gjár. Hesi liðini eru tey, ið
liggja omanfyri NSÍ á stigatalvuni. Á
fimta plássið – beint aftanfyri NSÍ –
liggur EB/Streymur, sum eisini vann
sín dyst í gjár.
Harvið er trýstið á NSÍ rættiliga
stórt, um teir ynskja at halda tørn
millum fremstu liðini í deildini.
Munur á trýsti
Hinvegin er trýstið á ÍF ikki minni.
Øll liðini, ið liggja aftan fyri ÍF á
stigatalvuni, taptu sínar dystir. 07
Vestur, KÍ og AB fóru øll heim við
ongum í gjár. Harvið hevur ÍF gyltan
møguleika fyri at leggja sjógv í
millum seg og áðurnevndu lið. Ein
sigur hevði eisini havt við sær, at
fuglfirðingar yvirhála B36 á
stigatalvuni, sum jú eisini tapti í
gjár.
Við øðrum orðum skal ÍF vinna
fyri at sleppa frá hinum í botninum,
meðan NSÍ skal vinna fyri yvirhøvur
at fylgja við.
Eru væl fyri
Til uppgávuna í kvøld, eru bæði lið
væl fyri. Pauli Poulsen, venjari hjá
NSÍ, segði við Rás2 í gjárkvøldið, at
burtursæð frá onkrum smáskaðum,
eru allir mans tøkir. Somuleiðis
ásannaði hann, at frágongdin av
Hjalgrím Elttør og Høgna Madsen
og tilgongdin av Christian Høgna
Jacobsen hava við sær, at liðið
spælir nakað øðrvísi fótbólt nú enn
áður.
Eisini fuglfirðingar eru væl fyri í
kvøld. Tað er bara Hanus Eliasen, ið
ikki fær spælt bólt í løtuni. Rógvi
Jacobsen nærkast fullgóðari
venjingarstøði, umframt at Nenad
Saric eisini er tøkur aftur í kvøld.
NSÍ í ÍF
Merkisvert við dystinum í kvøld er,
at tá fuglfirðingar koma á vitjan hjá
NSÍ, eru tað fleiri mans í og kring
hópin hjá ÍF, sum eru uppvaksnir
við Løkin í Runavík.
Andy Olsen skifti frá NSÍ til ÍF í
fjør, og í ár hevur Øssur Dalbúð
gjørt sama skifti. Umframt teir er
eisini annar av venjarunum hjá ÍF,
Abraham Løkin, NSÍ’ari.
Um hetta fer at hjálpa ÍF í
dystinum í móti NSÍ í kvøld er ilt at
siga, men fuglfirðingar hava havt
tað ógvuliga trupult í móti NSÍ
seinastu dystirnar.
NSÍ – B68:
Trýst á báðum liðum
Fáið skil á
Tað ber ikki til, at
spæliloyvi og mangul
upp á sama ferð
eftir ferð sleppur at
grugga føroyskan
fótbólt. Antin mugu
feløgini læra hetta
tann harða vegin, ella
eisini mugu reglurnar
broytast
ÍTRÓTTaRkLUmman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki kappingarár uttan óskil um okkurt spæliloyvið. Tað er reglan
heldur enn undantakið, og aftur í ár hava vit fingið eitt av slagnum.
Hesa ferð við Christian Restorff Mouritsen og B36, sum gloymdi at fáa
spæliloyvið við í pakkanum, tá spælarin skifti suður um miðlinjuna í
Gundadali.
Hetta er eitt mistak, sum ikki eigur at koma fyri. Feløgini hava í dag
partvíst lønta umsiting, og við fundamentala týdninginum, sum
spæliloyvið hevur sambært føroysku fótbóltslógunum, so er hetta
bara nakað, sum ikki eigur at henda. Og tú skuldi trúð, at tá B36 áður
hevur kloddað við somu reglum, so var hetta nakað, sum fekk upp
aftur meira serligan ans.
Í ringasta føri kann hetta merkja, at Christian Restorff Mouritsen als
ikki sleppur at spæla fótbólt aftur í ár, og tað vildi verið ein mest sum
vanlukkuligur útgangur av málinum. Verður sammett við Tór-Ingar
Akselsen málið hjá 07 Vestur í fjør, so kann verða, at B36 sleppur við
bót, og at spæliloyvið kortini verður útskrivað. Argumentatiónin hjá
07 Vestur var, at tað var eingin loyna, at spælarin hevði skift felag, og
at ein úrtíðarflyting av spæliloyvinum tí ikki gav nakran ítróttarligan
fyrimun, sum var órættvísur mótvegis kappingarneytunum. Hartil
hevði 07 Vestur eisini FSF-góðkendan sáttmála, og tí átók FSF sær
eisini part av skuldini. Hetta seinasta hevur B36 ikki, men restina av
argumentatiónini kunnu teir brúka. Og so ella so tænir tað ikki
endamálinum um at fremja fótbóltin, um ein av bestu spælarum
okkara nú verður læstur orsakað av tekniskum skrivaraborðsmistaki.
Hinvegin er tað væl skjótt ein spurningur, um feløgini ikki mugu
læra tann harða vegin, at FSF-góðkenning av sáttmálum er einasti
rætti vegurin at ganga. Og at tað eisini forðar fyri mistøk av hesum
slagnum. Harðasti vegurin er avgjørt, um spæliloyvið als ikki verður
útskrivað, men tað kann eisini gerast við eini bót, sum er av somikið
kraftigum slag, at hon veruliga merkist.
Men enn einaferð prógvar hetta eisini, at skipanin við spæliloyvum
eigur at endurskipast í tráð við dagsins føroyska fótbólt. FSF hevði fyri
trimum árum síðani uppskot um, at ALLIR spælarar í teimum báðum
fremstu deildunum skuldu hava sáttmála. Líka mikið um krónutalið í
hesum var 0. Verður hetta krav sett, kann sáttmálin samstundis telja
sum spæliloyvið, og so er skipanin brádliga so øgiliga nógv einfaldari
at umsita. Argumentið hjá teimum, sum vóru ímóti, var, at tað heilt
víst vóru spælarar, sum ikki vildu skriva undir slíkan sáttmála. Men
vilja teir ikki tað, so vilja teir væl heldur ikki spæla fótbólt. Og so er ilt
at ímynda sær, at venjarin skal tíma at gera nýtslu av somu spælarum.
Andy Olsen er av trimum
í ÍF, sum er uppvaksin
við Løkin í Runavík, har
fuglfirðingar vitja í kvøld
Erling Jacobsen brotið beinið
Erling Jacobsen hevur brotið eitt bein í fótinum, og skal ganga við
skinnara næstu fýra vikurnar. Síðani er uppvenjing á skránni, sum
væntandi tekur eini tvær til tríggjar vikur. – Tað var í einum lítlum
nærdysti, har trýstið eftir øllum at døma gjørdist ov stórt, greiddi Erling
Jacobsen frá um beinbrotið í sendingini 3. hálvleikur á Rás2 í
gjárkvøldið. Tað var í steypafinaluni á ólavsøku, at Erling Jacobsen var
so óheppin at verða skaddur, men um tað gongur eftir vild hjá honum,
fær hann um endan á kappingarárinum við.
Viðgera Christian
Mouritsen í dag
Christian Restorff Mouritsen taldist millum áskoðararnar, tá
B36 vitjaði á Toftum í gjár. Hetta tí, at Fótbóltssambandið
onga støðu hevði tikið í málinum, um spæliloyvi hansara.
Við Portalin í gjár segði Sveinur Tróndarsson, formaður í
Kappingarnevndini hjá FSF, at tey ynskja at kanna málið
nærri, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd. Hetta verður
gjørt í dag, og so vónar Sveinur Tróndarsson, at til ber at
koma við eini niðurstøðu týsdagin.