Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 3. august 2009 – Nr. 144 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Gudmund fekk ein lítlan snudd Men Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, roknar avgjørt við, at hann verður tøkur til dystin mikudagin. Undir upphitingini til steypafinaluna, fekk Gudmund Nielsen ein minni skaða, og eftir nærdyst við Heðin á Lakjuni í gjár, fekk Gudmund Nielsen so mikið ilt, at hann valdi at gevast, fyri ikki at gera ilt verri. Í mun til Gudmund Nielsen, so var Pauli G. Hansen ongantíð á vøllinum í gjár. Hann hevur fingið ein vøddaskaða og skal viðgerast í morgin. Í Sundalagnum meta tey, at tað helst ganga eini tríggjar vikur, áðrenn hann verður aftur at síggja á vøllinum. René Tórgarð við aftur René Tórgarð er við aftur hjá EB/Streymi. Málverjin hevur vant við seinastu tíðina og var á beinkinum í steypafinaluni, og tað var hann aftur í gjár. Eftir at hava havt trupulleikar við knænum, tykist René Tórgarð at vera komin fyri seg aftur. Enn vantar tó dystarvenjing og tískil kemur tað at ganga nakað av tí, áðrenn hann kemur at hótta Gunnar á Steig, sum hevur vart málið hjá EB/Streymi, nú René Tórgarð hevur verið skaddur í langa tíð. KÍ EB/STREYMUR Kaffi, kakur og ein nýggjur venjari tykist vera tað, sum skuldi til í Sundalagnum. EB/Streymur spældi í løtum sunnudagin besta fótbóltin, liðið nakrantíð hevur spælt FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað er langt síðani, at so nógv fólk hava verið til dyst í Streymnesi, sum tað var til dystin millum EB/Streym og KÍ í gjár. Tað er eisini langt síðani, at gleðin hevur verið so stór millum fjeppararnar hjá felagnum, sum tað var eftir fantastiska 7-0 sigurin á KÍ í gjár. Somuleiðis hevur liðið ikki spælt so góðan fótbólt í ár, sum í stórsigrinum í gjár. Í løtum spældi liðið eisini betri fótbólt, enn tað nakrantíð hevur gjørt. Málið hjá Alex Santos var ein staðfesting av hesum! Eitt annað, sum eisini varð staðfest var, at Egil á Bø er aftur. Fagnaðurin var øgiligur, tá stadionspeakarin las liðið upp og navnið á liðformanninum var nevnt. Somuleiðis var fagnaður næstan hvørjaferð, Egil á Bø nært við bóltin. »Egil, hann er okkara« sang bakkakórið stóran part av dystinum. Hetta so hart sum sjáldan áður. Egil og EB/Streymur Tá liðformaðurin kunngjørdi, at hann gavst at spæla, gjørdi hann greitt, at hann var og er EB/ Streymari – tískil varð hansara leikaraloyvið ikki flutt úr felagnum. Í gjár gjørdist greitt, at EB/ Streymur í rættiliga stóran mun eisini er Egil á Bø. Eftir dystin í gjár ber til at staðfesta, at bæði felagið og liðformaðurin fingu sína uppreisn. Djúp kreppa í Klaksvík Hinvegin er serstakliga trupult at siga, hvat og hvar KÍ er í løtuni. Almenna heimasíðan hjá KÍ skýrir dystin í Streymnesi í gjár at vera søguligan. Hetta tí, at besta mansliðið hjá KÍ ongantíð áður hevur tapt so stórt! Fyri 30 árum síðani tapti KÍ 8-1 fyri TB, men tá skoraðu klaksvíkingar um ikki annað eitt mál, og tískil meta teir, at tað úrslitið var frægari. Um dystin í gjár verður sagt, at »... Úrslitið var ikki eitt mál ov mikið« Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Høgni Madsen, Heðin á Lakjuni, Páll Klettskarð og Kristoffur Jacobsen byrjaðu allir inni fyri KÍ. Skaddir vóru Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen. Nøvnini staðfesta, at KÍ hevur eitt lið fult av profilum, men úrslitið og avrikið í gjár sigur so mikið sum, at hetta als ikki er nóg mikið. Einasti uggin hjá klaksvíkingum í løtuni er, at B36 og AB eisini taptu í gjár. Vónin er so eisini, at ÍF tapir fyri NSÍ í kvøld. Alex Santos byrjaði á vinstra bakki í gjár, kom ógvuliga væl framvið eftir vøllinum og skoraði eitt mál, eftir eitt serstakliga væl spælt álop Mynd: Sofus D. Johannesen Strálaðu av spæligleði Heðin Askham heldur ikki, at hann skal hava allan heiðurin fyri stórsigurin í gjár. – Eg eri als ikki nakar mirakulmaður. Hetta var nakað, spælararnir vildu og tað vístu teir eisini, segði Heðin Askhan, sum var sera fegin um avrikið hjá sínum monnum. – Hetta er eitt tað besta, eg havi sæð nakað føroyskt lið spælt. Tað var ein sonn frægd at síggja álopið og verjan var fullkomiliga kompakt, segði Heðin Askham eftir dystin í gjár. Hann vildi tó ikki lova, at liðið hjá honum fer at vinna 7- 0 dystirnar, ið eftir eru av kappingarárinum. – Men um vit kunnu fáa teir at spæla á henda hátt hvønn dyst, so er tað fantastiskt, helt Heðin Askham fyri. Koma ongan tíð inn í dystin Jan Andreasen, liðformaður hjá KÍ, var ógvuliga hugtungur eftir dystin. – Vit koma ongantíð inn í dystin, eru als ikki klárir frá byrjan og áðrenn vit hava vent okkum, er støðan 3-0 til EB/ Streym, sigur hann. Um orsøkina til, at tað gekk so galið sum tað gjørdi, svarar Jan Andreasen, at tað var eitt samanfall av, at teir ikki megnaðu at spæla sítt egna spæl, samstundis sum fjálturin fyri ein uppaftur størri tapi lá í høvdinum á teimum flestu. Jan Andreasen heldur ikki, at tað hevði gjørt stórvegis mun, um Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen høvdu verið við. – Nú ræður um at fáa henda dystin aftur um bak ongantíð ov skjótt hjá okkum øllum, segði Jan Andreasen eftir dystin. Málini: 1-0 (2.): Eftir síðuskift skallar Arnbjørn Hansen bóltin inn um verjuna, har Sorin Anghel stendur klárar og skorar. 2-0 (10.): Hornaspark brast í stongina og inn í feltið, har Arnbjørn Hansen tveitir seg aftur av og saksar bóltin í mál. 3-0 (15.): Eftir ein frágera góðan túr í vinstru, leggur Gudmund Nielsen innfyri, har fyrst Arbjørn Hansen roynir seg, áðrenn Hans Pauli Samuelsen trillar tóma bóltin í tóma málið. 4-0(19.): Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel og Alex Santos spæla mynsturfótbólt fram í vinstru síðu, áðrenn Alex Santos verður spældur leysur inn um verjuna, fyri so við frekari fintu at avdribla málverjan og skora. 5-0 (71.): Hans Pauli Samuelsen í høgru finnur Arnbjørn Hansen í feltinum, sum roynir seg. Tað sama ger Leif Niclasen, men eisini hansara roynd var bjargað, áðrenn Sorin Anghel buldrar bóltin upp í málhornið. 6-0 (79.): Leif Niclasen fær bóltin úr høgru, og við fleiri verjuleikarum frammanfyri seg, smekkar hann bóltin millum hesar og í málið. Eilef Arge átti helst at vart fyri hesum. 7-0 (88.): Alex Santos á vinstra bakki finnur Sorin Anghel heilt uppi í vinstru síðu. Hesin trekkir inn í vøllin, leggur tvørtur um til Arnbjørn, ið skorar trygt. EB/Streymur – KÍ 7-0 (4-0): Kakueffektin í Sundalagnum