Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. august 2009 – Nr. 144 Burtursæð frá, at børan javnan kom inn á á vølli eftir skaddum spælarum, skor- taðu mál og un- dirhald ikki – men munur sást ikki á toppi og botni í Gundadali í gjár FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo – Trý stig í dag eru so líka nógv, sum vit hava fingið burtur úr trimum teimum síðstu dystunum, staðfesti ein av HB-fjepparunum eftir dystin í Gundadali í gjár, tá HB vann 4-3 í málríku uppgerðini ímóti 07 Vestur. HB hevði undan hesum dysti tríggjar ferðir á rað spælt javnt, og tað hevði nú einki forgjørt verið í, um dysturin ímóti 07 Vestur eisini endaði við javnleiki, tí her sást lítið og einki til, at HB er oddalið og 07 Vestur botnlið í Vodafonedeildini. HB sat á fyrsta hálva tímanum og hevði bóltin nógv, men tað gjørdist ikki til stórvegis annað enn bólt flyt- ing og smákjansir. Minst líka stórur vandi var á ferð, tá 07 Vestur fór fram á vøllin í sínum skjótálopum, sum eitt nú kostaðu HB-verjuni tvey gul kort. Felags fyri báðar partar var, at verjuspælið var nakað av tí vána- ligasta, tú kanst vænta tær at síggja í bestu mansdeildini, og tað – og ikki perlandi álopsspæl – var or søk- in til, at heili sjey mál komu í dystin- um, sum tí var stak undirhaldandi. Nógvir skaðar Skaðar settu tó sín keðiliga dám á dystin, og ógvusligt sá tað út, tá Hans á Lag hevði blóð um alt andlitið, tí onnur eygnabrúgvin skrædnaði og kravdi fimm pentur, eftir at hann og Jóhan Petur á Stongum hendiliga smekkaðu høvdini saman, tá 07 Vestur hevði eitt hornaspark í fyrra hálvleiki. Hans hevði einar 10 minuttir undan hesum verið partur í takling, sum var ov hørð til, at Jovan Panic fekk hildið fram, og fáar minuttir inn í seinna hálvleik fór Milan Pejcic eisini skaddur av vøllin. Og tað sama gjørdi Hendrik Rubeksen, tá hann meiddi seg í takling eftir góðan møguliga stutt inn í seinna hálvleik Beint fyri steðgin var ógvuslig- asta hendingin av skaðaslagnum tó, tá ein av nýggju monnunum hjá 07 Vestur, Tamba Yarjah, heglaði fótin niður á beinið á Vagni Mohr Mortensen, sum var knappur og hevndi seg, áðrenn hann small niður. Alt hetta hendi, uttan at bólturin var í nánd, men meðan Vagnur fekk gult kort fyri hevnisøku, slapp Tamba púra undan at síggja reyða kortið, hann av sonnum hevði uppborið fyri svínastrikuna! Eingin munur Besta løtan í dystinum var síðsta korterið av fyrra hálvleiki, tá fimm av teimum sjey málunum vórðu skotin. Har vóru enntá kjansir til fleiri, men nógv meira kann ikki krevjast av slíkum í bara 15 minuttir. Tað vóru gestirnir, ið løgdu bragdligari fyri eftir steðgin, og fyrstu fimm minuttirnar mátti Marcin Dawid tvær ferðir vísa síni bestu kynstur. Hevði 07 Vestur lagt seg á odda hesa løtuna, kundi dysturin endað sum hvat sum helst, men sum so ofta kendi 07 Vestur ikki sína vitjunartíð. Og tá so HB legði seg á odda, tá eitt gott korter var farið av seinna hálvleiki, fall vágaliðið púra í fátt og megnaði stórt sæð ikki at hótta meira í restini av dystinum. Tað eydnaðist 07 Vestur at skora eina ferð aftrat, men tá var longu liðugt. Men hóast botnliðið tapti fyri ellivtu ferð í ár, kunnu vágamenn fegnast um, at teir samanumtikið lítið og einki stóðu aftan fyri oddaliðið. So er spurningurin bara, um tað ikki er ein stokkutur uggi… Soleiðis er stílurin Páll Mohr Joensen helt ikki, at tað nervaði HB í gjár, at 07 Vestur slapp at skora tríggjar ferðir, so leingi HB megnaði at gera tað fýra ferðir: – Vit skora so øgiliga nógv fleiri mál, enn vit fáa ímóti okkum, tí vit hava eina góða offensiva verju, segði hann. – At vit so fáa fleiri mál ímóti okkum, hoyrir bara til spælistílin hjá okkum. Vit vilja nógv heldur vinna 4-3 enn 1-0. hil Líka frægt at herja á Spælararnir hjá 07 Vestur vóru nøgdir við innsatsin ímóti HB, men ásannaðu, at serliga í verjupartinum verður neyðugt at stramma upp: – Vit spældu fult upp til teir, og teir fingu ið hvussu er trý bílig mál. Men verjan er okkara størsti trupulleiki, ásannar Jóhan Petur á Stongum. – Um vit spæla verjukent ella ikki, so fáa vit nógv mál ímóti okkum. So vit kunnu akkurát tað sama herja á, sum vit royndu at gera í dag. hil 1-0: Eftir eitt hornaspark í 29. minutti endar bólturin aftur hjá Rasmusi Nolsøe, ið hegnisliga sendi innfyri, har Milan Kuljic avgjørdur skallaði í málið. 1-1: Góðar tveir minuttir seinni fór Ricardo da Silva Braga ígjøgnum vinstrumegin og spældi Tamba Yarjah frían. Hann tamdi og heilfluktaði síðani vakrasta málið á degnum. 2-1: Armarnir hjá vágamonnum vóru ikki komnir niðuraftur, so slepp Bjarni Jørgensen minuttin eftir rímiliga leysur og sendi fram við Trygva Askham, sum heldur óneyðuga kom stormandi út úr málinum. 3-1: Tá 42 minuttir vóru farnir, syrgdi Fróði Benjaminsen við høvdinum fyri at umseta eina góða sending úr vinstru frá Andrew av Fløtum til mál. 3-2: Minni enn ein minutt seinni svaraði 07 vestur aftur, tá Jens Erik Rasmussen gjørdist óvanliga leysur, so hann við einum góðum og væl plaseraðum skoti kundi minka um munin. 4-2: Við tí mesta av verjuni hjá 07 Vestur sum áskoðarum, kundi Rógvi Poulsen eitt gott korter inn í seinna hálvleik spurta ígjøgnum í høgru síðu og økja um HB-leiðsluna við fløtum skoti. 4-3: Tór-Ingar Akselsen streyk í 83. minutti avstað í høgru síðu og legði hart innfyri, og við aftaru stong var Tamba Yarjah fyri aðru ferð á rætta staðnum og fekk minkað um munin. Málini HB-07 Vestur 4-3 (3-2) Lasarettfótbóltur 07 Vestur HB Vagnur Mohr Mortensen venar seg á børuni, eftir at Tamba Yarjah hevur heglað hann út úr dystinum. Vagnur fekk gult kort fyri at hevna seg, meðan Yarjah bert slapp undan útvísingini, tí dómarar ikki kunnu døma tað, teir ikki síggja! Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Níggju úr HB Tá 07 Vestur vitjaði í Gundadali í gjár, vóru heili sjey spælarar í hópinum, sum áður hava spælt við HB. Trúgvi Askham, Jón Nielsen, Hendrik Rubeksen, Jovan Panic, Jens Erik Rasmussen, Torkil Kollsker og Tór-Ingar Akselsen hava allir eina fortíð í elsta høvuðsstaðarfelagnum. Sjúrður Ellefsen og Gunnar Haraldsen, sum eisini hava spælt nógv við vágamonnum í ár, hava eisini áður verið knýttir at HB. Riel var við B36 André Riel spældi í gjár sín fyrsta dyst fyri B36. Framherjin var við frá byrjan í seinna hálvleiki móti B68, men prógvaði av góðum grundum ongantíð sítt virði. Hann hevði tað torført, tá B36 fyrst og fremst hugsaði um verjupartin eftir hvíldina. André Riel, sum er ættaður úr Danmark, skrivaði undir við B36 fyrr í vikuni. Hann var annars kunngjørdur á heimasíðuni hjá danska Frem, men sama dag var greitt, at hann ikki fór at spæla við felagnum, hóast alt. Nú skal hann royna at hjálpa føroyska høvuðsstaðarfelagnum, sum í løtuni er í niðurflytingarvanda. 19 ára gamli André Riel hevur áður spælt við danska HIK.