mánadagur 3. august 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 3. august 2009 – Nr. 144 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
B36
B68
Greiði sigurin hjá
toftamonnum á B36 í gjár
var ikki eitt mál ov lítil.
Tað var klassamunur á
Svangaskarði, og dysturin
staðfesti somuleiðis
støðuna hjá feløgunum í
løtuni
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Løtan, tá Bárður Mortensen, dómari,
hevði floytað av, segði alt.
B68 kappast í hesum døgum um
føroyameistaraheitið, meðan B36 er
í niðurflytingarvanda. Ein støða,
sum var óhoyrd fyri tveimum árum
síðan. Nú er alt vent á høvdið.
Toftamenn mynda oddin í
føroyskum fótbólti. Hvíta og svarta
høvuðsstaðarfelagið stríðist fyri at
sleppa undan at spæla fótbólt
leygardag í 2010.
Royndu at spæla
B36 hevur verið í tungum sjógvi
seinastu nógvu vikurnar. Tað hevur
als ikki gingið eftir vild, og tað var
aftur prógvað um vikuskiftið. Men
høvuðsstaðarfelagið eigur rós fyri,
at liðið framvegis roynir at spæla
fótbólt. Teir vardu ikki borg og
dúvaðu at fáa málleysan javnleik,
men royndu at spæla við. Tað
eydnaðist bara í løtum.
B68 var uppiborið á odda fyri
tveimum í hálvleikinum. Toftamenn
vóru ikki serliga ágangandi, men
gestirnir tóktust skelkaðir av, at teir
longu í fyrsta minuttinum vóru
aftanfyri.
Tá heimaliðið økti til 3-0 tíðliga í
seinna hálvleiki, valdi B36 at binda
um heilan fingur. Mikkjal
Thomassen, venjari, flutti sítt lið
fleiri metrar aftur á vøllin, soleiðis,
at gestirnir avmarkaðu tapið.
Málini
B68 legði seg á odda longu í fyrsta
minuttinum. Ahmed Keita slapp
leysur av trimum
mótstøðumonnum og sendi bóltin
dygst framvið stólpanum.
Toftamenn øktu um leiðsluna
tríggjar minuttir undan hvíldini.
Øssur Hansen legði bóltin fyri
føturnar á Poul N. Poulsen, sum
royndi seg. Herbert í Lon Jacobsen
vardi fyri skotroyndini, áðrenn Pól
Jóhannus Justinussen var á
bóltinum og smekkaði hann í netið
handan Jóan Paula Dahl Jakobsen.
Nenad Stankovic skoraði til 3-0, tá
seinni hálvleikur var níggju minuttir
gamalur. Serbiski miðvallarin hevði
ikki stórvegis trupulleikar at senda í
málið, eftir frálíkt gjøgnumbrot frá
Ahmed Keita í høgru. Hetta var
fyrsta málið hjá Stankovic, síðan
hann skifti til B68 frá NSÍ í vetur.
Í niðurflytingarvanda
B36 er í niðurflytingarvanda í
hesum døgum. Liðið er trý stig
burtur frá niðurflyting í løtuni. Og
fjepparar óttast.
Hópurin hevur í hesum
kappingarárinum vart seg við at
siga, at liðið hevur ungt og óroynt.
Útsagnir, sum ikki eru haldbarar
longur. Hóast Dennis Holmberg,
André Riel og Christian R.
Mouritsen framvegis eru ungir í
fótbóltshøpi, eiga teir at vera
eyðsýndir í føroysku
landskappingini. Klæmint Matras,
Jákup á Borg, Herbert í Lon
Jacobsen og Odmar Færø hava
seinnu árini prógvað sína støðu í
føroyskum fótbólti. Somuleiðis við
Bergi Midjord og Róaldi Jacobsen.
Talan er um eitt lið, sum í øllum
førum ikki eigur at vera í
niðurflytingarvanda. Greiðu tapini
fyri NSÍ og B68 staðfesta, at B36 er í
trupulleikum. Og tað verður
væntað, at KÍ fer at vinna nógv stig
afturat.
Tikið øll á bóli
Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68,
hevur seinastu tvey árini verið høgt
í metum í føroyskum fótbólti.
Saman við Heðini Askham hevur
hann staðið á odda fyri U21-
landsliðnum, sum hevur fingið fleiri
frálík úrslit. Og seinastu mánaðirnar
hevur hann staðið fyri mest
óvæntaða úrslitinum í
landskappingini higartil – B68.
Liðið er í løtuni besta boðið á ein
avbjóðara um gullmerki, sum HB
hevur kós ímóti. Toftamenn hava
ikki tapt í seinastu 12 royndunum,
og hóast fleiri at hug at bíða eftir, at
liðið missir fótafetið í
oddastríðnum, er ikki líkt til, at tað
hendir. Í gjár var klassamunur, tá
B36 vitjaði. Men mikudagin skal
B68 av álvara standa royndina, tá
Víkingur vitjar.
Rós til Bill M. Jacobsen og
toftamenn!
Klassamunur á Toftum
Alonso við í Liverpool-tapi
Espanyol vann 3-0 á Liverpool í venjingardysti í gjár. Liverpool
hevði bæði Gerrard, Torres, Garragher og Mascherano millum
teir, ið byrjaðu inni, men megnaðu kortini einki at gera við
spaniólar, sum spældu sín fyrsta dyst á nýggja leikvølli sínum.
Millum teirra, ið kom á vøllin fyri Liverpool, var Xabi Alonso.
Hann hevur fríggjað dúgliga við Real Madrid í summar og hevur
alment sagt, at hann ynskir at sleppa á sølulistan. Benitez, venjari
hjá Liverpool, hevur tó ikki mist vónina um, at leikarin verður
verandi, skriva bretskir miðlar í dag. Annars var danski Daniel
Agger ikki við í venjingardystinum – hann er skaddur.
Svimji-gull til Danmark
21 ára gamla Lotte Friis vann um vikuskiftið eitt
gullheiðursmerki fyri Danmark í
heimsmeistarakappingini í svimjing. Hetta gjørdi hon,
tá hon svam 800 metrar frí í heimsmeistarakappingini í
Rom, har eisini Pál Joensen hevur tikið lut. 8.15,92 var
tíðin og hetta er næstskjótasta tíðin nakrantíð. Undan
hesum hevði hon vunnið silvur í 1500 metrar frí. Lotte
Friis hevur áður vunnið gull á sama teini, men í mun til
langbanan nú, so var tað á stuttum teini tá.
Dreingir
móti
monnum
Mikkjal Thomassen, venjari hjá
B36, staðfesti eftir dystin, at
støðan er lítið hugalig í
høvuðsstaðarfelagnum í
løtuni. Men hann er framvegis
bjartskygdur.
- Vit verða bukaðir av í dag.
B68 spælur væl, og sigurin er
fult uppiborin. Vit hava ikki
dirvið at leypa inn í
nærdystirnar. Tað vóru dreingir
móti monnum í dag.
Toftamenn eiga rós fyri sítt
avrik, sigur B36-venjarin. Hann
greiðir frá, at gestirnir fingu
ein skelk frá byrjan.
- Vit koma afturum alt fyri
eitt, og tá verður tað torført.
Vit royna at trýsta eftir
hvíldina, men tá B68 økir um
leiðsluna eftir verjumistak frá
okkum, velja vit bara at verja
restina av dystinum, sigur
Mikkjal Thomassen, venjari hjá
B36.
Hugsaðu um
komandi
uppgávurnar
Bill M. Jacobsen var sjálvsagt
sera væl nøgdur eftir dystin á
Toftum í gjár.
- Tá tú leggur teg á odda
tíðliga í dystinum, verður liðið
automatiskt vanliga flutt
longur aftur á vøllin. Tað
royndu vit ikki at gera, og tað
eydnaðist. Vit høvdu
møguleikar at skjóta fleiri enn
trý mál, men vit eru sera væl
nøgdir í dag, sigur Bill M.
Jacobsen, venjari hjá B68.
Tá tit økja til 3-0, hugsar tit
tá um komandi uppgávurnar?
- Vit hava dyst mikudagin
og aftur sunnudagin. So tá
royna vit at hvíla eitt sindur.
Vit eru væl fyri í løtuni, og
arbeiða miðvíst. Vit eru til
reiðar til restina av
kappingarárinum, sigur
venjarin hjá toftamonnum.
Ahmed Keita, í miðjuni, var aftur í gjár sera eyðsýndur á B68-liðnum. Hann skoraði eitt og legði upp
til eitt, tá B36 vitjaði
Savnsmynd