mánadagur 3. august 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. august 2009 – Nr. 144
AB
Víkingur
Leikarar flest vita, hvar
málið stendur, tað eru
bara fáir, sum í næstan
hvørjum føri finna útav
at leggja bóltin í tað.
Aftur í gjár var avgerandi
munurin á vøllinum Finnur
Justinussen, og so nyttaði
lítið hjá AB at spæla við í
seinna hálvleiki
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað munnu verða fáir 18 ára gamlir,
sum sleppa at uppliva at liggja eitt
mál eftir toppskjúttan, tá 16 umfør
eru leikt. Hetta er tó veruleikin hjá
Finni Justinussen.
Eitt sindur stuttligt, tá drongurin
var skaddur í tvey umfør og ikki
byrjaði inni í fyrstu dystunum.
Munurin á unga Víkinginum og
nógvum øðrum áloyparum, er, at
Finnur Justinussen skorar næstan
hvørja ferð hann spælir. Hann fær
bara ikki so nógv mál í hvørjum av
dystunum. Men tá tú vinnur við
einum ímóti ongum, so hevur tú jú
skorað 100 prosent av málunum í
dystinum, um tú altso fært málið.
Soleiðis bleiv støðan í gjár, tá
Víkingur uppiborið um enn rímiliga
heppi vann ímóti AB.
Vildi beinanvegin
Longu frá fyrsta bríksli lógu
Víkingar omaná í góðveðrinum í
Sarpugerði. Sverri Jacobsen og
Hanus Jacobsen á bakkunum fóru
við fram í hvørjum einasta álopið,
og hetta er helst tað, ið lýsti
støðuna best.
AB leikararnir lógu so langt afturi
sum eitt lið kann gera ímóti einum í
somu deild, og tað var eyðsýnt at
Víkingur vildi vísa, at steypasigurin
ikki var nakað eindømi.
Tað vísti seg, at eysturbúgvarnir
vunnu hvønn einasta nærdyst og
veruliga spældu sær á vøllinum
millum AB leikararnar, sum ikki
fingu hálvan fótin fyri seg.
Soleiðis leið allur fyrri hálvleikur.
Víkingur hevði eina rúgvu av
skotum á mál, meðan AB í
veruleikanum hevði einar tveir
møguleikar.
Finnur mál
Tá fólk byrjaðu at leita sær ímóti
sølubúðunum at fáa sær
hálvleikskaffi og leikararnir helst
eisini hugsaðu um hetta, var tað tó
ein, sum ikki tímdi til kaffi.
Víkingur hevði sum nærum allan
hálvleikin bóltin, og brádliga varð
hann sendur innfyri. Andreas Lava
Olsen fekk bóltin og legði kúluna
elegant inn um verjuna hjá AB, har
Finnur Justinussen stóð.
Gøtudrongurin burdi verið
rangstaddur, um verjan hjá AB
veruliga var vakin, men hon var
farin til hálvleiks og tí stóð
málkongurin í Sarpugerði púra
einsamallur saman við Tórði
Thomsen í AB málinum.
Tá vendu kaffifólkini sær við.
Finnur Justinussen legði bóltin í
málið til 1-0 og síðan hevur tíðin
víst, at hetta bleiv sigursmálið.
AB vildi við
Seinni hálvleikur vísti seg at gerast
ein rættiliga dovin uppliving.
Víkingar vístu næstan beinanvegin
tekin um møði, og tað hevði við
sær, at AB kom inn í dystin.
Tá Jógvan Martin Olsen, venjari
hjá Víkingi, eitt sindur seinni skifti
Súna Olsen og Andreas Lava Olsen
út, misti Víkingur stýringina, teir
høvdu haft, og tað hevði við sær, at
AB fleiri ferðir var tætt við at fáa
veruligar møguleikar. Men bólturin
sprakk ikki sum AB vildi, so tað
nærmasta argjamenn komu
málinum, var tá Stig-Roar Søbsted,
nýggi norðmaðurin hjá AB, leyp
upp við Niclasi Niclasen og snittaði
ein langan bólt ímóti málinum.
Geza Turi fekk tó vinstra labba á í
einum refleksi og so fór bólturin
upp um.
Tí kann staðfestast, at Víkingur
framvegis er við í oddinum og kann
fáa tað øgiliga stuttligt, um liðið
vinnur á B68 mikudagin, meðan AB
kann ugga seg við, at heldur onki
av hinum botnliðunum vann.
Fyri tíggjundu ferð í ár megnaði Finnur Justinussen at fáa bóltin í málið hjá mótstøðuliðnum
Víkingur – AB 1-0 (1-0):
Finnur altíð málið
Hugsa ikki um
niðurflyting
enn
- Eg sovi fínt um náttina. Tað
eru nógvir dystir eftir enn,
men mann skal eisini hava
nøkur stig. Tað fingu vit ikki í
dag, men tað skulu vit nokk
fáa, segði John Petersen, ein
av venjarunum hjá AB.
Hann leggur tó afturat, at
liðið ikki er optimalt fyri í
løtuni, og vit fáa nakrar
leikarar aftur.
- Søbstad kann eisini gerast
ein fongur í komandi tíðum.
Hann hevur víst, at hann dugir
nøkur ting við einum bólti og
flytur seg væl. Men ein
áloypari skal sjálvandi skora
mál eisini, segði John Petersen.
- Eg rokni við, at vit yvirliva.
Tað eru onnur lið aftanfyri
okkum, sum mugu fram um
okkum, um tey skulu hava ein
møguleika, so vit skulu nokk
klára tað, heldur ein av
venjarunum hjá AB.
Royna at spara
leikarar
Jógvan Martin Olsen, venjari í
Víkingi, fegnaðist stórliga um
sigurin, tí liðið spældi dyst á
ólavsøku og nú skal spæla
skjótt aftur eisini.
- Vit mugu bara liva við
skránni hjá okkum. Í dag
eydnaðist tað eisini at vinna,
hóast AB vóru rættilig væl við í
seinna hálvleiki, segði Jógvan
Martin Olsen eftir dystin.
- Vit máttu eisini syrgja fyri
at spara onkrar leikarar, og tað
var eisini rættiliga riskerligt at
skifta Andreas og Súna út,
men vit skulu spæla ímóti B68
skjótt, so mann má brúka
høvdið við hvørt, staðfesti
Jógvan Martin Olsen.
Hann vísti eisini á, at Finnur
Justinussen hevur verið nógv
verdur fyri liðið higartil í ár.
Wilbeck verður verðandi
Ulrik Wilbeck heldur fram sum danskur landsliðsvenjari í
hondbólti. Hetta boðar danska hondbóltssambandið DHF
frá í dag. Wilbeck hevur annars sátt iva um framtíð sína sum
landsliðsvenjari, orsaka av stríðnum millum
hondbóltssambandið og spælararnar, men í morgun
boðaði hann so frá, at hann ongan veg fer. – Eg ynski at
halda á fram sum landsliðsvenjari, líkamikið hvat úrslitið av
samráðingunum millum leikararnar og DHF verður, sigur
Ulrik Wilbeck við heimasíðuna hjá DHF.
Van der Vart liðugur í Real
110 milliónir krónur kostaði Rafael van der Vaart, tá Real Madrid
keypti hann undan farna kappingarári. Frammanundan var hann
tað heilt stóra navnið í týsku Bundesliguni, har hann spældi við
Hamburger SV. Tað hevur tó á ongan hátt eydnaðist honum at
finna seg til rættis í spanska stórfelagnum, har hann nú hevur
fingið boð um, at hann ikki skal rokna við, at fáa nógvar
møguleikar, tá kappingarárið byrjar. Sambært bold.dk er ein
møguleiki, at 26 ára gamli van der Vaart nú skiftur aftur til
Hamburger SV.