mánadagur 3. august 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 144 - 3. august 2009
Í sambandi við
at sjónleikurin
»Othello« er boð in
til altjóða sjón leika
festival í Monaco,
verður skip að fyri
tveimum stuðuls sýn
ingum í næstum
LeikList
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nú
sjónleikarabólkurin
Hurð ar er boðin á altjóða
sjónleikafestival í Monaco,
fáa føroyingar eisini enn
eitt høvi at síggja leikin, tá
skipað verður fyri stuðuls
sýningum í Norður landa
hús inum
og
Ment anar
húsinum.
Stórur heiður
Tað var í fjør, at leikbólkurin
Huðrar setti upp kenda
leikin "Othello" eftir Shake
speare í Sjónleikarhúsinum.
Sýningin varð væl móttikin,
og í heyst var bólkurin á tí
norðureuropeiska NEATA
festivalinum í Riga, Latvia,
har sýningin var mett at
vera ein av teimum bestu á
festivalinum.
Nú er “Othello” so boðin
á
altjóða
Mondial
du
Theatrefestivalin í Mona
co. ì skrivi sigur bólkurin,
at tað er ein stórur heiður
fyri ein so ungan og óroynd
an sjónleikarabólk at verða
boðin við á ein tílíkan
festival.
»Mondial du Theatre«
hevur verið hildin fjórða
hvørt ár síðan 1957, tá ið
Guy Brousse og René
Cellario gjørdu av at bjóða
øllum heimsins sjónleikara
áhugaðum til Monaco. 11
lond vóru við fyrstu ferð,
og í 1973 var talið vaksið til
20. Í ár, trettandu ferð festi
valurin verður hildin, eru
24 luttakandi bólkar úr so
ymsum
londum
sum
Marokko, Kina, Australia,
Congo, Peru, USA, India...
og Føroyum.
Biðin at senda
umsókn
Mondial du Theatre er eitt
av teimum størstu og mest
virdu
tiltøkunum
fyri
áhuga sjónleikarar í heim in
um. Altjóða Áhuga leikara
felagsskapurin (IATA) hev
ur lagt aðalfund sín sam
stundis sum festivalurin, og
bara teir bestu leikirnir
sleppa við.
Aftaná góðu móttøkuna í
Riga vórðu Huðrar biðin
um at senda eina umsókn
til Mondial du Theatre.
Flestu Norðurlond hava
veri ð umboða har onkuntíð,
men í ár vóru tað bara Før
oyar og Finnland, ið sluppu
gjøgnum nálareygað. Hetta
er fyrstu ferð at Føroyar eru
umboðaðar á einum tílíkum
altjóða tiltaki.
Tørv á stuðli
Nú leikbólkurin fer avstað,
hava tey gjørt av at leggja
leiðina um Ísland.
Her hava tey fingið sam
band við ein íslendskan
leikbólk,
ið
somuleiðis
spælir »Othello«. Ætlanin
er, at báðir bólkarnir skulu
framføra sína útgávu beint
eftir hvønn annan, fyrst í
Iðnó í Reykjavík og síðan í
Húsavík á norðurlandinum.
Ein slík leikferð kostar
nógv, og tí fara Huðrar at
skipa fyri stuðulssýningum
í
Norðurlandahúsinum
miku kvøldið
5.
august
klokkan 19 og klokkan 21,
og
Mentunarhúsinum
í
Fuglafirði sunnudagin 9.
august. Umframt prísin á
atgongumerkinum eru fólk
vælkomin at lata meira, um
tey vilja stuðla leikferðini.
Síðsta vikuskifti
varð herverk framt á
listaverkið “Kosmiska
rúmið” hjá Trónda
Paturssyni, sum
stendur á Norður
bryggjuni í Keyp
mannahavn
Herverk
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
»Kosmiska
rúmið
hjá
Trónda Paturssyni er tíverri
lukkað vegna herverk«.
Soleiðis stóð í vikuni at
lesa við inngongdina til
ser merkta
listaverkið
á
Norð urbryggjuni, ið vanliga
lokkar nógv vitjandi á gátt.
Tá starvsfólk á Bryggjuni
komu til arbeiðis mána
morg unin varnaðust tey, at
hurðin inn til "Kosmiska
rúmið" var brotin upp. Inni
í rúminum sløddust glas
petti á gólvinum, ið stavaðu
frá einum stórum holi í eini
av spegilsplátunum uppi
undir loftinum.
Enn vistu starvsfólkini
ikki at siga, hvussu skaðin
kann bøtast aftur, ella hvat
tað fer at kosta.
Íblásturin til "Kosmiska
rúmið" fekk Tróndur Pat
urs son eina myrka nátt á
havinum, tá báturin, hann
og aðrir vóru í, var um at
søkka, og hav og himmal
stóðu í einum.
Tað er hendan kenslan av
at vera staddur í einum
óendaligum rúmi, ið Trónd
ur Patursson hevur lagt seg
eftir at endurskapa í sínum
glas og spegilsinstalla tión
um í "Kosmiska rúminum"
men sum also nú er týðu
liga skemmað av einum
gap andi holi og djúpum
sprekk um í glasinum.
Herverk á Kosmiska Rúmið
Føroyski »Othello« til Monaco
Eitt gapandi hol og djúpar sprekkur í glasinum skemma nú
"Kosmiska rúmið", sum ótangar hevndu seg inn á farna
vikiskifti
Frá leikinum »Othello«, sum nú skal umboða Føroyar á altjóða sjónleikafestival í Monaco
Mynd: Hallur Helmsdal
Tørvur á meiri hjálp
Fær tað danska vinnulívið ikki eina hjálpandi hon frá stjórnini,
verða nógvar fyritøkur noyddar at gevast við virksemi sínum. Tað
sigur felagið Dansk Erhverv. Danska kringvarpið visti í gjár at
siga, at næstan 2.900 fyritøkur fóru á húsagang teir fyrstu seks
mánaðirnar í ár, og at tað er næstan tvær ferðir so nógvar sum í
sama tíðarskeiði í fjør. Í vár fingu danskar fyritøkur loyvi til at
bíða við at avrokna meirvirðisgjaldið. Tað var eitt gott tiltak, men
vit hava brúk fyri, at tað verður endurtikið nú, segði Bo Sandberg
hjá Dansk Erhverv við DR. Annars lata nógvar fyritøkur aftur,
segði hann.
Putin er harður
Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, hevur
fleiri ferðir prógvað, at hann hevur mansevni. Eitt
nú hevur hann sitið við stýrið í hernaðarflog
førum, hann hevur skotið tikarar, og vit hava fleiri
ferðir sæð myndir av honum í judodystum. Alt
hetta hevur gjørt, at Putin er sera væl umtóktur
millum tær russisku kvinnurnar, og tær munnu
halda uppaftur meiri av honum nú. Tí fyrradagin
var Putin niðri í Baikalvatninum við einum
serligum kavbáti. Putin var 1.400 metrar undir
vatnskorpuni, skriva russisku fjølmiðlarnir.