mánadagur 3. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 144 - 3. august 2009
Um ein góðan mánað
verð ur liðugt við
ma ti úr Roykstovuni í
Kirkjubø. Orsøkin er
ein manglandi køk
ur, og hetta hev ur við
sær, at Royk stovan ikki
longur verð ur opin
fyri al menn ingi num.
– Tey komu við onkr
um broyttum manna
gongdum, og vit rokna
bara við fleiri krøvum,
so nú geva vit skarvin
yvir, sigur Jóannes
Paturs son, bóndi
AfturlAting
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í nógv ár hevur verið møgu
ligt at fáa ein rundtúr í
Kirkju bø saman við Jóan nesi
Patursson, bónda í Kirkju bø.
Aftaná hevur mat ur verið á
skránni,
og
hann
hava
húsfólkini gjørt klár an. Alt
hetta hava fólk rind að fyri.
Um ein slakan mánað er
liðugt við øllum hesum, tí
tey sleppa ikki longur at gera
mat til fólkini. Og Jóan n es
Patursson metir, at tað ikki
longur loysir seg at hava opið
fyri al menn ining i num.
Trupulleikin er, at allur
mat ur in hevur verið gjørdur í
privata køkinum hjá hús
fólku num, og tí kann heilsu
frøði liga starvsstovan ikki
liva við.
Ídnaðarkøk
Fyri Heilsufrøðiligu starvs
stovuna er málið rættiliga
ein falt.
Tað er ein spurningur,
um tað er ein privatur køkur
ella um tað er ein almennur
køkur. Tað er har skilnað urin
er. Tað ber ikki til at kan na
privatar køkar, tí har røkk ur
matvørulógin ikki. Royk
stovan í Kirkjubø hevði loyvi
at gera mat í eini royndartíð,
til tey fingu ting ini í lagið.
Tað eru tey ikki, so nú kunnu
tey velja at gera sær ein køk
til enda málið ella kunnu tey
fáa mat in útifrá, sigur Bárður
Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu
starvs stovuni.
Loysir seg ikki
Jóannes Patursson stað fest ir,
at nú loysir tað seg ikki hjá
teimum at fáa fólk á vitj an
soleiðis.
Vit kundu gjørt onkrar
broyt ingar, men tað eru ikki
so nógv fólk, ið koma, so tað
loysir seg illa hjá okkum at
byggja út. Vit hava lagt nógv
ar kreftir í at skipa so leið is
fyri,
at
Heilsu frøði liga
starvsstovan kann góð kenna
virksemi hjá okkum, men
krøvini verða bara harð ari.
Tað vil siga, at nú tíma vit
ikki at blíva við, sig ur
Jóannes Patursson.
Hann leggur afturat, at tey
ikki kunnu nýta sín egna
seyð, og tað ger ikki støðuna
betri.
Hetta hevur í seinasta e n da
við sær, at Jóannes Paturs son
og familjan hava gjørt av, at
tey ikki longur fara at skipa
fyri túrum fyri ferðafólkum í
Krikjubø.
Ein posi av eplum
Jóannes Patursson heldur
støðu na vera rættiliga løg na.
Vit nýta onkuntíð vak
um pakk að epli. Tey verða
ver an di í vakumposanum,
með an tey verða kókað í
køki num, og verða síðani
flutt í góðkenda rúmið, har
tey verða útpakkað og ser
ver að. Hetta er opinbart
held ur ikki í lagið, greiðir
Jóann es Patursson frá.
Bárður Enni staðfestir, at
so leiðis er støðan, tí tað er
skiln aðurin ímillum privata
og almenna køkin, ið ger seg
galdandi, og verða epli ni
kókað í eini privatari grý t u,
so er matvørulógin ikki
galdandi, og so kann tað ikki
seljast.
Vanlig matstova
Jóannes Patursson heldur
satt at siga, at hesi krøvini
byr ja at vera »langt úti«.
Vit bjóða ein bita saman
við øðrum tingum, og eg hal
di tað vera eitt sindur løg ið,
at vit ikki av og á kunn u gera
mat til fólk, sum koma á gátt,
sigur Jóan nes Patursson.
Stjórin á Heilsufrøðiligu
starvs stovuni vísir á, at tað er
ólógligt at gera soleiðis, og
at tað ikki er nakar mun ur á
eini
matstovu
og
virk
seminum í Roykstovuni, og
tí má kundin verjast.
Hann staðfestir eisini, at
reglurnar í Føroyum ikki eru
strangari enn nakra aðra stað
ni í Evropa, men at tað heldur
er linari í Før oy um.
Aldur toskur ein hóttan
Altjóða djóraverndarfelagsskapurin WWF hevur leingi
sagt, at aldur toskur er ein hóttan ímóti tí villa toskinum,
og nú benda kanningar á, at felagsskapurin kann hava
grein í sínum máli. Kanningar, sum norska
havrannsóknarstovan hevur gjørt, vísa, at alitoskur gýtir í
ringunum, og at larvurnar fara út í sjógvin og verða til
kynsbúnan tosk. Havfrøðingurin Nina Jensen sigur við
NTB, at ein samanrenning millum aldan og villan tosk
hevði gjørt, at toskurin verður minni á vøkstri og ikki so
seiglívaður sum villur toskur.
Sluppu í land
Fronsku myndugleikarnir vóru í iva, tá eitt
ferðamannaskip við umleið 3.600 ferðafólkum kom til
Marseille gjáramorgunin, tí fleiri ferðafólk umborð høvdu
fingið staðfest svínakrím. Tað vísti seg kortini, at tað var
bara ein lítil partur av ferðafólkunum, sum vóru smittað,
og at eingin teirra var álvarsliga sjúkur. Tí bleiv avgjørt at
lata tey flestu av teimum 3.600 ferðafrólkunum sleppa í
land í Marseille, men umleið 70 av manningini, sum hava
fingið staðfest svínakrím, eru framvegis umborð og
sleppa ikki í land fyribils.
Tá summarið er av, verður liðugt við vitjanum
í Roykstovuna í Kirkjubø. Jóannes Patursson og
familjan tíma ikki at stríðast við Heilsufrøðiligu
starvsstovuna, lógir og reglur
Mynd: Jens Kristian Vang
Kirkjubøgarður stongir fyri almenninginum