mánadagur 3. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 144 - 3. august 2009
Khatami lagdur
undir landasvik
Fyrrvendi iranski forsetin, Mohammad Khatami, fekk av álvara
øði í landsins átrúnaðarligu leiðarar, tá hann gjáramorgunin fýlt
ist á, at myndugleikarnir hava drigið meiri enn 100 fólk í rættin,
tí tey vóru uppi í mótmælunum í síðsta mánað. Orðini hjá Khata
mi fullu í so ringa jørð, at teir mest víðgongdu leiðararnir hava
hug at skuldseta fyrrverandi forsetan fyri landasvik. Hildið verð
ur, at umleið 2.500 fólk vórðu tikin, tá tey mótmæltu úrslitinum
av forsetavalinum, og at umleið 250 teirra sita í fongsli enn.
Heldur Guð enn læknan
Nakrir trúarbólkar í USA velja at leggja øll lívsins viður
skifti í Guðs hendur, og limirnir fara ongantíð til læknan,
sama hvat bagir teimum. Tað skriva amerikanskir fjølmiðl
ar. Teir siga millum annað frá hjúnunum Dale og Leilani
Neumann. Tey áttu eina dóttur, men vildu ikki fara til lækn
an við henni, tá hon gjørdist illa sjúk. Gentan versnaði
skjótt, og sjálvt um hon at enda misti vitið, vildu foreldrini
ikki ringja til læknan, men valdu heldur at biðja til Guð.
Men endin varð, at gentan doyði, og nú kunndu hjúnini
vænta sær upp í 25 ára fongsul fyri vanrøkt, skrivar AP.
Nakrar tímar leygar
náttina var ikki koyr
andi eftir Elduvíkar
vegnum, ti grót var
rapað oman á vegin
OmanlOp
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Klokkan 00.20 leygarnátt
ina fekk politiið fráboðan
um, at grót varð lopið niður
á Elduvíkarvegin. Har lógu
so stórir steinar, at ikki var
koyrandi.
Eingin var har beint tá,
og tí hendi eingin skaði.
Boðini fóru víðari til
Landsverk, sum beinanveg
in fór at rudda. Klokkan
fyra var koyrandi aftur.
Steinarnir vóru tá skump
andi út av koyribreytini.
Tað var lopið úr berginum,
og júst har vita tey ikki um
onnur omanlop. Eitt petti
frá, nærri Funningsfirði,
leyp eina ferð í fjør.
Ein 22 ára gamal
russari varð í Føroya
rætti sunnukvøldið
varðhaldsfongslaður
fram til 17. august.
Hann er skuldsettur
fyri serliga grovan
harðskap
Harðskapur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Stutt fyri klokkan fýra
sunnumorgunin kom eitt
ungt par gangandi eftir
gongugøtuni í Havn, og har
møttu tey bæði fólkini
tveimum russarum, sum
vóru fullir.
Annar russarin hevi eitt
glas í hondini, og hann tók
og slerdi tann føroyska
mannin
í
andlitið
við
glasinum, ið brotnaði.
Soleiðis hevur tann álopni
maðurin greitt frá.
Sunnukvøldið var russarin
í grundlógarhoyri, men hann
mintist lítið frá hendingini.
Hann var komin til Føroya
10 dagar frammanundan við
flogfari til eitt skip, sum
liggur til umvælingar á
skipasmiðjuni í Havn.
Mintist einki
Hetta kvøldið høvdu hann
og
ein
vinmaður
sitið
umborð og drukkið, áðrenn
teir fóru í býin. Russarin
mintist bara, at teir høvdu
veið inni í einum skeinki
staði, og hann fór út við
einum glasi í hondini. Hann
mintist, at hann hevði møtt
ti unga parinum, men siðan
mintist hann ikki meira.
Politiið hevur avhoyrt
vinmannin, og hann mintist
líka lítið, tí teir høvdu báðir
verið líka fullir.
Beint eftir hendingina
tók politiiðå tann 22 ára
gamla russaran, sum varð
settur í klivan. Hann bløddi
tá í hondini.
Slapp væl
Tann álopni maðurin fekk
skeinur í kjálkan, tinningin
og við oyrað, men skurðirnir
vóru ikki so djúpir, at
neyðugt var at seyma.
Russarin er skuldsettur
fyri at hava framt serliga
grovan,
ógvusligan
ella
vandamiklan harðskap.
Eftir útlendingalógini er
kravið hjá ákæruvaldinum,
at maðurin verður vístur av
landinum.
Sunnukvøldið varð bara
tann
skuldsetti
maðurin
avhoyrdur. Av tí at rætturin
skal hoyra vitnini, unga
parið og hin russaran, varð
russarin
varðhaldsfongsl
aður fram til 17. august.
Knústi glas í andlitið
Tað var her í gongugøtuni í Havn, at russarin slerdi hin mannin í andlitið við einum ølglasi
Omanlop á Eldurvíkarvegnum
Landsverk skumpaði
steinarnar utút av vegnum
Ein tilkomin
vágamaður varð
fríggjadagin tikin
fyri at skjóta
svartfugl. Skotnu
fuglarnarir og
byrsan vórðu
tiknir frá
manninum, sum
haraftrat fær bót
lógarbrOt
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Frá 1. oktober til 20.
januar er als ikki loyvt
at skjóta svartfugl, tí
meldaði onkur fríggja
dagin seinnapartin ein
mann, sum vr farin út á
Sørvágsfjørð at skjóta
fugl.
Tá ið maðurin kom
aftur at landi, stóð
politiið fyri honum.
Politiið legði hald á teir
22
fuglarnar,
sum
maðurin hevði skotið,
og byrsuna noyddist
hann eisini av við.
Fuglarnir vóru lundar,
lomvigar og álkur.
Maðurin varð skuld
settur fyri brot á løg
tingslógina um fugla
veiði, ið m.a. sigur, at
ikki er loyvt at skjóta
svartfugl hesa ársins
tíð.
Tann tilkomni mað
urin kann vænta sær
bót fyri lógarbrotið.
Bót fyri
at skjóta
svartfugl