mánadagur 3. august 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 144 - 3. august 2009
av carnitin í turrblóði á
Ríkissjúkrahúsinum, meðan
somu royndir kunnu gerast
í Týsklandi fyri 100 Kr. Og
genkanningar,
sum
Ríksisjúkrahúsið
tekur
3.500 kr. fyri, verða gjørdar
á privatari kanningarstovu í
Odense fyri bert 500 kr.
Men serliga fílist Ulrike
Steuerwald á, at kanningar
av PKU-kortum umfata
ikki føroyingar, sum eru
føddir uttan fyri Føroyum,
tí her er talan um rættiliga
nógv ung fólk í besta aldri.
Eisini vísir hon á, at
kanningar av PKU-kortum
eru bert 85 prosent álítandi,
og tí eigir ein tilbúgving at
verða sett í verk, har allir
føroyingar fáa í boði at
kanna innihaldið av carni-
tine í blóðinum. Í teimum
førum, har innihaldið er
lágt, verður tilboð um gen-
kanning givið.
Men, hóast umfatandi
fundarvirksemi og bræva-
samskifti millum allar part-
±arnar, er ilt at fáa eyga á
nakra loysn.
16
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Sosialurin
Neyðugt við gransking
og kanningum
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
i ik
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Ha
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán kl 12
M
Mikudagsblaðið
Mik
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán f í 8 1
Í gjár høvdu vit eina søgu um sjúkuna CTD, ið
er vanligari í Føroyum enn í øðrum londum.
Víst varð á, at vísindaligar kanningar av CTD í
Føroyum vísa, at ein av hvørjum 18 føroyingum,
ella 5,5 prosent, eru berarar av sjúkuni, meðan
ein av hvørjum 1.300 longu hava sjúkuna.
Um teir kendu tilburðirnir verða drignir frá,
merkir tað, at einir 30-40 føroyingar hava
sjúkuna. Danskur professari og ílegugranskari
á Ríkissjúkrahúsinum sigur, at við einum
títtleika í Føroyum uppá ein av hvørjum 1.300,
so verður eitt barn við CTD føtt hvørt ár – ella
í minsta lagi annaðhvørt ár. Sjúkueyðkennini
vísa seg á tvinnanda hátt: Hjá pinkubørnum
við at kroppurin orkar ikki at standa ímóti
infektiónum.Hjá vaksnum vísir sjúkan seg eisini
við manglandi orku, sum ger, at hjartað veksur
og verður ovbyrjað, so tey í veruleikanum
eru hjarta-sjúklingar. Í báðum førum kunnu
sjúklingarnir doyggja, um teir skulu brúka eyka
orku, til dømis í sambandi við smittu ella aðra
strongd. Verða tey sjúku ikki funnin og viðgjørd,
so doyggja tey helst av sjúkuni longu sum
smábørn, ella knappliga av hjartaslagi, tá tey eru
vaksin. Hinvegin er sjúkan einføld at viðgera,
so her er talan um mál, ið má verða tikið upp í
heilsupolitiskum høpi.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsu-
málum, sigur við blaðið, at hann er illa við av,
at so nógvir føroyingar eftir øllum at døma
ganga runt við einari so vandamiklari sjúku,
uttan at vita av tí, og hann tekur málið í størsta
álvara. Landsstýrismaðurin ætlar sær alt fyri eitt
at taka stig til at lýsa málið nærri, og hann fer
tí at venda sær til Landslæknan og biðja hann
gera eina heilsufakliga lýsing og tilráðing av
málinum. Landsstýrismaðuirn fer so við støði
í tilráðing landslæknans at taka eina politiska
avgerð, um, hvat ið víðari skal henda.
Tað er sjálvsagt at fegnast um, at heilsumálaráð-
harrin tekur hetta mál upp alt fyri eitt, tí hetta
er eitt mál, ið nemur við fólkaheilsuna. Málið
er hartil sera áhugavert, tí tað er eitt dømi
um, hvussu stóran týdning ein ábyrgdarfull
og miðvís ílegugransking kann vera til alment
gagn. Sum kunnugt hava vit fingið lóggávu
um ílegugransking, ið heimiðlar stovnseting
av føroyskum ílegubanka, hvørs upplýsingar
kunnu gagna í slíkum málum sum hesum um
sjúkuna CTD. Hinvegin veit almenningurin lítið
og einki um støðuna sum heild innan gransking
í føroyskum ílegum. Hvør granskar hvat?
Hvør fíggjar granskingina? Hvørji eru úrslitini
higartil og hvørji úrslit kunnu vit vænta okkum
í framtíðini. Landsstýrsifólkini við gransking og
heilsu áttu at kunnað almenningin um støðuna
og um tær ætlanir, ið eru fyri framman.
Í londunum rundan um
okkum er tað sera vanligt at
gera tvørpolitiskar semjur
um ávís viðurskifti í sam
felagnum. Hetta átti eisini
at borið til í Føroyum. Tað
er einki yvir at dylja, at
føroyskir politikarar, uttan
mun til flokk, í 2008 hava
sýnt sera stóran áhuga fyri
at seta út í kortið av nýggj
um, tá tað um hægri undir
vísing og gransking ræður.
Vit, sum arbeiða á Fróðskap
arsetrinum nýggja, hava
fingið eina kenslu av, at
politikararnir viðganga, at
teir eiga hetta barn, tí 30.
mai 2008 samtyktu allir 33
løgtingslimirnir eina nýggja
lóg um Fróðskaparsetur Før
oya. Eitt setur sum fevnir
um Læraraskúlan, Sjúkra
røktarfrøðiskúlan og tað,
sum higartil hevur verið
nevnt Fróðskaparsetrið.
Í politisku umrøðuni var
eitt fløvandi orðaskifti, har
eisini orð sum altjóða uni
versitet gjørdist partur av
retorikkinum. Tosað varð
um menning av hægru út
búgvingini, um at skapa
møguleikar fyri teimum,
sum høvdu fingið sær hægri
útbúgving, at venda heim
aftur. Eisini hevur verið
talað um, at ein so stórur
partur av ungdóminum skal
byrja sína útbúgving í Før
oyum, fara út í onnur lond,
koma aftur og skapa eitt
livandi umhvørvi her. Eisini
hevur verið tosað um at fáa
fremmandar studentar til
Føroya. Hatta er einki nýtt.
Tað eru júst somu tankar
um globalisering, sum polit
ikararnir í øðrum londum
eisini røða um.
Tað positiva í nýggju
lógini er, at nú renna lærara
útbúgvingin, ein tann elsta
útbúgvingin, og skjótt eisini
skiparaútbúgvingin, sum eis
ini er gomul, saman í eina
heild við klassiskum uni
versitetsútbúgvingum og
útbúgvingum í sjúkrarøktar
frøði og námsfrøði, í sam
svari við ta evropeisku
Bolognasamtyktina.
Læraraútbúgvingin, peda
gogútbúgvingin og sjúkra
røktarfrøðiútbúgvingin eru
vorðnar akademiseraðar.
Skjótt koma skipsførara og
maskinmeistaraútbúgving
arnar teimum á baki. Tá tað
snýr seg um hægri undirvís
ing og gransking eru viður
skiftini vorðin alt meira
kompliserað og krevjandi.
Eisini eru tað eygu, sum
duga at síggja, at gransking
ikki longur bert hoyrir til tær
klassisku universitetslæru
greinirnar, men at markini
eiga at verða flutt munandi.
Alt verður hinvegin ikki
gjørt eftir einari nátt, men
kósin, hon má setast út í
kortið. Hon kann ikki vera
“í vildensky”, sum ein
sluppskipari einaferð iron
iskt segði. Tað er neyðugt,
at vit seta okkum eitt mál,
og at vit leggja eina ætlan
fyri, hvussu vit skulu koma
á mál. Fyrsta stigið móti
hesum máli hava vit longu
tikið. Lærararnir á sjúkra
røktarfrøðiútbúgvingini
hava tikið eitt stórt tak við
at uppstiga sín lærdóm til
masterstøði. Hetta var min
sta kravið fyri at kunna fara
undir eina bachelorútbúgv
ing í sjúkrarøktarfrøði.
Somu krøv eru eisini gald
andi á Læraraskúlanum, og
Vinnuháskúlin berjist í løt
uni fyri tí sama. Men hetta
er bert byrjanin, tað næsta
er at uppstiga lærarar á
øllum setrinum til eisini at
kunna verða granskarar, og
her er ein Ph.D.útbúgving
kravið í øllum londunum
rundan um okkum. Hetta
letur seg alt gera innan fyri
eitt áramál, lat okkum siga
10 ár, men á fleiri økjum
kann tað gerast fyrr.
Tað, sum fyrst ræður um
hjá okkum her á landi, er at
fáa undirvísingina upp á eitt
altjóða universitetsstig, men
undirvísingin er bert ein tátt
ur av hesum – at leggja vit
an niður í studentarnar. Hin
parturin er, at við á universi
teti okkara eisini sjálv skulu
framleiða vitan við at gran
ska, og vísindastarvsfólkini
mugu fáa stundir til tess.
Tað skerst ikki burtur, at
tá tað kemur til hægri undir
vísing og gransking, so eru
Føroyamálsdeildin, Náttúru
vísindadeildin og Søgu og
samfelagsdeildin á Fróð
skaparsetrinum komin
longst, men sjálvt her skal
nógv til, áðrenn vit eru
komin upp á eitt nivo, sum
er nóg gott. Tí umframt at
granska, skal eisini bera til
at geva studentum møgu
leika at byrja á hvørjum ári.
Í 2008 varð játtanin til
setrið gamla hækkað so
mikið, at tað hevur borið til
at seta fleiri nýggj størv,
men tað tekur tíð at seta
akademisk størv. Summi
fólk koma so seint í starv í
2008, at tey merkjast ikki
rættiliga fyrr enn í 2009. Tí
er neyðugt at taka uppskot
setursins í álvara og at
hækka játtanina munandi í
2009. Ein tummilfingraregla
sigur, at tað krevjast góð
20% av lønarútreiðslunum
til rakstur bert fyri at halda
virkseminum gangandi.
Hetta vita øll í umsitingini,
og verður roknað við veru
ligari nýskapan, eigur hesin
parturin at verða størri.
Fróðskaparsetrið hevur
sent Mentamálaráðnum eina
nágreiniliga framtíðarætlan
við tølum á. Skal nakað skil
vera í, og skal tað bera til at
leggja ætlanir um undirvís
ing, at gera samstarvsavtal
ur við onnur universitet og
fyri bert at fáa ein pinkulítl
an leiklut á altjóða undir
vísingar og granskingar
pallinum, er tað avgerandi
neyðugt, at føroyskir politik
arar semjast um játtanina til
Fróðskaparsetrið ikki bert í
2008, men eini 5 ár fram.
Tástani kunnu studentarnir
fáa álit á setrinum, tástani
fara lærarar í lívfrøði, evna
frøði og øðrum starvsstovu
krevjandi fakum at kenna,
at teir kunna skapa sam
felagsvirði. Tað er fyrst og
fremst ein politiskur spurn
ingur, um vit vilja hava eitt
universitet í Føroyum ella
ikki. Í 2008 er byrjaður ein
góður gerningur, og eg fari
tí at heita á politikarar
okkara um at fullføra hann.
Herfyri spurdi ein av
mínum kenningum meg, hví
vit á Fróðskaparsetrinum
ikki spurdu okkum fyri hjá
onkrum stórum donskum
universiteti, um tað ikki bar
til at leggja saman við teim
um, men við einum altjóða
kampusi í Føroyum. Svar
mítt var, at eg helt ikki, at
tað riggaði til føroyskan
politikk, men eitt veit eg –
tá høvdu vit fingið eina
ætlan fyri framtíðina.
Seturssemja – ynski um eina tvørpolitiska
semju um ein føroyskan universitetspolitikk
Professari, dr.phil.
& fil. dr. Rektari á
Fróðskaparsetri Føroya
JóAN PAULI
JoENSEN
Gjald fyri valgreinar
Fram til kommunuvalið
11. november fer Sosial
urin at taka gjald fyri val
greinar. Gjaldið er hálvur
lýsingarprísur fyri t. e. 95
oyru + MVG fyri milli
meturin. At rokna sum
valgreinar eru allar grein
ar, sum valevni skriva
og geinar frá øðrum, sum
blaðstjórnin metir sum
valtilfar. Skipanin verður
í gildi fram til kommunu
valið. Valgreinar skulu
sendast við telduposti til
post@sosialurin.fo og
tær skulu vera rættlisnar
og harvið púra klárar
at prenta.
Blaðstjórin
Hin 14. august hevur
týski barnalæknin,
Ulrike Steuerwald,
fyrilestur um sjúkuna
CTD í Miðlahúsinum
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið 14. August
hevur Ulrike Steuerwald,
barnalækni, fyrilestur um
sjúkuna CTD í Miðla hús-
inum.
Hon var fyrsti læknin í
Før oyum, sum fann eitt
samband millum brádligan
deyða hjá børnum og ung-
um í Føroyum og sjúkuna
CTD. Ulrike Steuerwald
sigur við Sosialin, at fyri-
lesturin í stóran mun er ætl-
aður teimum, sum onkus-
vegna eru rakt av sjúkuni.
Hon fer at greiða frá um
carnitine, carnetine trans-
porter og um carnetine
trans porter defekt (CTD).
Eisini verður tosað um
serstøðuna í Føroyum, og
hvørjir kanningar- og við-
gerðarhættir eru tøkir.
Eisini er ætlanin at seta á
stovn eitt sjúklingafelag
fyri sjúk og avvarandi hetta
kvøldið í Miðlahúsinum.
Tiltakið
við
Ulrike
Steuer wald
hevur
verið
fyrireikað síðan juni mánað,
og hevur onki við aktuella
málið at gera.
Fyrilesturin í Miðlahús-
in um verður kl. 19.00 og
øll eru vælkomin – bæði
van ligir borgarar og starvs-
fólk innan heilsuverkið.
CTD fyrilestur
í Miðlahúsinum
NA LÍNU
royska
tovu
Ulrike Steuerwald, barnalækni