mánadagur 3. august 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 3. august 2009 – Nr. 144 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Vánirnar hjá hoyvíkingum
at vinna uppflyting fingu
skot fyri bógvin, tá ið
VB/Sumba í síðsta minutti
skoraði sigursmálið
1. DEILD
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er nógv, sum bendir á, at Suður
oy í 2010 fer at verða umboðað í
fremstu røð í fótbólti. VB/Sumba
vann 21 á heimavølli ímóti FC Hoy
vík, sum hevur verið ein av kapp ing
ar neytunum hjá oddaliðnum.
Næsti kappingarneytin hjá VB/
Sumba er B71, men tað hilnaðist
ikki so væl hjá sandoyingum hesa
ferð. Teir høvdu vitjan av næstbesta
HB liðnum, sum fór aftur um
Skopun ar fjørð við einum stigi.
TB er triða liðið í røðini av teim
um, sum hava møguleika at flyta
upp, og hjá tvøramonnum gekk tað
heldur einki serligt. TB spældi í Mið
vági, har tað eydnaðist heimalið
num, sum alt kappingarárið hevur
verið niðast, at vinna.
Báðar uppgerðirnar millum lið í
Eysturoy endaði við javnleiki. Í
Leirvík kláraði heimaliðið 22 ímóti
B68, hóast Magnus Skoralíð longu
eftir eitt korter sá reytt fyri hevnis
øku, og á Skála bar javnleikur ímóti
NSÍ við sær, at munurin frá Skála og
fram til Víking og NSÍ er tann sami,
sum hann var undan 17. umfari.
Nenad Zivanoivic er komin aftur
til Vágs, har hann áður hevur spælt.
Leygardagin var hann eyðsýndur.
Hann umsetti innlegg frá Heina
Vatns dal úr vinstru og út frá til 10,
og í síðsta minutti skoraði hann
sigursmálið eftir langa framlegging.
Thomas Hans Rubeksen, sum júst
er fluttur til FC Hoyvík hevði javnað
til 11 við góðum skoti.
Á Sandi setti B71 miðverjin Allan
Tungá fimm minuttir fyri steðgin
hol á eftir horna, og tá ið Clayton
Soares fimm minuttir eftir steðgin
økti um leiðsluna til 20, tóktist kós
in vera sett móti heimasigri. Jóhan
Borðoy minkaði um munin við
fínum frísparki, og Svend Fuglø
Jacob sen javnaði, tá ið hann setti
innaru síðu á eftir innlegg. Clayton
Soares skoraði eina ferð aftrat, og í
síðsta minutti javnaði Jóhan Borð
oy.
Tá ið TB sjey minuttir undan
steðginum varð undirmannað, var
støðan 21 til MB. Tað eydnaðist TB
eitt korter eftir steðgin at javna,
men MB skoraði lítla løtu seinni
sigurs málið.
Hóast Víkingur var undirmanna
ður í 75 minuttir, so var um reppið,
at teir vunnu øll stigini. Í síðsta
minutti javnaði Oddur Højgaard
fyri B68, og so var 22.
18. umfar er sett at vera sunnu
dagin 9. august.
Suðuroy hevur kós
móti uppflyting
17. umfar
VB/SumbaFC Hoyvík 21 (00)
1-0: Nenad Zivanovic 72.
1-1: Thomas Hans Rubeksen
84.
2-1: Nenad Zivanovic 90.
Víkingur-B68 2-2 (1-1)
0-1: Jonleif Højgaard
1-1: Ingi Sørensen
2-1: Rúni á Reynatrøð
2-2: Oddur Højgaard
Reytt kort: Magnus Skoralíð,
Víkingur, 15.
B71-HB 3-3 (1-0)
1-0: Allan Tungá 40.
2-0: Clayton Soares 50.
2-1: Jóhan Borðoy 56.
2-2: Svend F. Jacobsen 59.
3-2: Clayton Soares 65.
3-3: Jóhan Borðoy 90.
Skála-NSÍ 1-1 (1-0)
1-0: Teitur R. Joensen
1-1: Sonni L. Petersen
MB-TB 3-2 (2-1)
0-1: Petur Mortensen 6.
1-1: Jack Johansen 12.
2-1: Regin Fjalsbak 18.
2-2: Hanus Mortensen 60.
3-2: Regin Fjalsbak 62.
Reytt kort: Dan Mortensen,
TB, 38.
18. umfar
Sunnudagin 9. august
TBSkála
NSÍB71
HBVíkingur
B68VB/Sumba
FC HoyvíkMB
Klaksvíkingur heiðraður
Klaksvíkar Býráð skipaði fyri móttøku í býráðshøllini síðsta
leygardag, har fólk vóru savnað at heiðra Klaksvíkingi. Hópin av
fólki var komið saman í býráðshøllini at fegnast saman við
manningini á Klaksvíkingi. Varaborgarstjórin Jógvan Skorheim
helt røðu og handaði ein kekk. Sama gjørdi Eyðun Kjølbro
vegna Norðoya Sparikassa.
Jórun Høgnesen forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag takkaði og
gav manningini eina slipsanál, sum var gjørd til høvið. Síðani
hugleiddi Jóannes Hansen um rógving og rógvingarbrøgd. At
enda takkaði Heini Hátún vegna manningina.
Føroysk jarnkvinna
Anna Karina Ottosen, ið íðkar triatlon, luttók í gjár í stóra
Iron man kapping í Bolton í Stórabretlandi. Eftir at hava
svomið 3,2 kilometrar, súkklað 140 kilometrar og runnið
42,2 kilometrar kom hon á mál við tíðini 10.49.09.
Samanlagt rakk hetta til eitt fjórða pláss, men Anna
Karina Ottosen var fremst í sínum aldursbólki og fremst
fyri kvinnuligu amatørarnar. Úrslitið gevur beinleiðis
atgongd til HMkappingina á Hawaii í 2010.
Um vikuskiftið vann VB/Sumba
á FC Hoyvík og harvið føra teir
1. deild við trimum stigum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir