mánadagur 3. august 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. august 2009 – Nr. 144
Føroysku svimjararnir,
sum tóku lut í
heimsmeistarakappingini
í Rom, settu í alt sjey
nýggj føroysk met. Tí vóru
úrslitini á góðari leið,
hóast stjørnan í føroyska
hópinum ikki stóð seg
serliga væl
SVIMJING
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Føroysk svimjing fekk í seinastu
viku sjey nýggj met. Sheila Millum
Garðarnar, Kári á Høvdanum og
Birita Debes svumu øll sína bestu
tíð á ymsu teinum, tá tey tóku lut í
heimsmeistarakappingini í Rom.
Úrslit, sum heilt víst eru flott og
nøktandi. Tí er føroyska ferðalagi,
sum nú aftur vendir nøsini móti
Føroyum, væl nøgd. Eisini hóast, at
Pál Joensen, sum var stóra navnið í
hópinum, ikki stóð seg serliga væl.
Langt frá oddanum
Hóast føroyingarnir stóðu seg væl í
føroyskum svimjihøpi varð
somuleiðis staðfest, at framvegis
restar nógv í, áðrenn vit røkka
altjóða tindunum. Men føroysk
svimjing hevur sett sær stór mál, og
hevur seinastu árini tikið risa fet
móti oddanum. Um framgongdin
heldur fram, eru líkindi sera góð fyri
at bjóða teimum stóru av um nøkur
ár.
Debes var eyðsýnd
13 ára gamla Birita Debes hevur
seinastu vikuna verið í støðugari
framgongd. Hon setti tvey nýggj
juniormet, og bøtti um fleiri av
sínum tíðum. Har við prógvaði hon
sína støðu í føroyska
svimjiheiminum. Við úrslitunum er
hon skýrd eina bjarta framtíð, og
Birita Debes verður væntandi eitt
navn, vit fara at hoyra meira til.
Somuleiðis setti Sheila Millum
Garðarnar og Kári á Høvdanum
ávikavist trý og tvey nýggj met.
Úrslit, sum svimjararnir eiga stórt
rós fyri.
Ljóssøgurnar vóru fleiri í Rom. Pál
Joensen stendur í skugganum av
frálíku úrslitunum. Føroysk svimjing
eigur at vera errin av sínum
svimjarum, hóast alt ikki eydnaðist,
sum tað skuldi.
Pál Joensen var
ikki sannførandi í
sínum avrikum undir
heimsmeistarakappingini
í Rom. Tað eydnaðist ikki
suðuroyinginum at reisa
seg eftir vónbrotið í 800
metrar frí týsdagin, tá hann
royndi seg á 1500 metrar
teininum leygardagin
SVIMJING
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Tað eydnaðist mær ikki, sum eg
ætlaði. Hetta var ein fiasko.
Soleiðis tók Pál Joensen saman
um í Kringvarpinum eftir
HM-kappingina í Rom. Vágbingurin
gjørdi lítið um seg í svimjihylunum
í italienska høvuðsstaðunum, og
hann er týðiliga vónbrotin um
úrslitið. Hvørki í 800 metrum frí ella
á 1500 metrar teininum gjørdi
hann um seg, og har við varð
staðfest, at hann ikki er í toppformi.
20 sekund seinni
Leygardagin kom Pál Joensen á
málið sum nummar 17 av 43
svimjarum í innleiðandi kappingini
á 1500 metrar teininum. Tíðin var
15:21,37, og tað var ikki nøktandi.
Tilmeldingar tíð hansara var
15:02,80, og tí er sjálvsagt, at
vónbrotið var stórt.
Pál Joensen var væl við fyrstu
400 metrarnar, men síðan byrjaði
hann at dragna. Fyrstur á málið var
Sun Yang úr Kina við tíðini 14:54,54.
Tá avtornaði varð greitt, at
kravtíðin til pláss í finaluni var
15:00.70.
Darvaður av sjúku
Pál Joensen var í seinastu viku
eisini darvaður av sjúku, sum eisini
hevði sína ávirkan á laku úrslitini.
Seinnapartin fríggjadagin varð
greitt, at hann fór at svimja á 1500
metrar teininum leygardagin. Tað
skal sjálvsagt eisini havast í huga.
Reisast aftur
Pál Joensen skal í desember royna
seg í EM á stuttbana. Vágbingurin
fer nú at venja miðvíst fram
kappingini, og tá er uppgávan fyrst
og fremst at reisast aftur.
Ítróttarfólk skulu í mótgongd av
álvara standa sína roynd, sum oftast
er munurin á gleði og tári. At tú
mentalt er fyrireikaður at standa
seg, hóast tað ikki gongur eftir vild.
Pál Joensen stóð ikki royndina
hesaferð. Men eingin stendur
royndina hvørjaferð. Og tí er lítið at
ivast í, at vágbingurin skjótt fer at
svimja seg á tindarnar aftur.
Tey sjey metini
Sheila Millum Garðarnar
100 metrar firvald
1:08,17
Sheila Millum Garðarnar
100 metrar frí
0:59,63
Sheila Millum Garðarnar
50 metrar frí
0:29,56
Kári á Høvdanum
50 metrar firvald
0:26,03
Kári á Høvdanum
50 metrar rygg
0:27,65
Birita Debes
100 metrar frí, juniormet
1:10,30
Birita Debes
50 metrar frí, juniormet
0:27,93
Heildaravrikið var nøktandi
Sheila Millum Garðarnar setti
trý nýggj føroysk met í farnu
viku
Pál Joensen slapp
ikki at smakka gull í
heimsmeistarakappingini í
síðstu viku
Pál var eitt
vónbrot
Magnus aftur í Kyndli
Magnus Matras skal ætlandi verja málið hjá Kyndli í
komandi kappingarári. Tað skrivar heimasíðan hjá
Neistanum. 21 ára gamli Magnus Matras, sum er
uppvaksin í Neistanum, hevur áður spælt tvey ár í
grøna høvuðstaðarfelagnum. Í fjør kom málverjin
aftur til Neistan, men nú skiftir hann aftur til
grannarnar.
Bæði taptu við sjey málum
Norska felagið Start, sum Todi Jónsson áður hevur umboðað,
tapti leygardagin heili 8-1 í landskappingardysti móti Molde.
Sunnudagin tapti KÍ, núverandi felagið og barndómsfelagið hjá
Toda Jónsson, heili 7-0 á útivølli móti EB/Streymi. Tí hava tvey
lið, sum hann er og hevur verið knýttur at, tapt við sjey málum
um vikuskiftið. Fyrrverandi landsliðsframherjin hevur einans
hugt at, tí hann hevur í løtuni skaða at dragast við.