Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 3. august 2009 – Nr. 144 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Bestu bitar úr 3. Hálvleiki Fyri at varðveita sætið í deildini, broytir liðið navn til 07 redningsvestur :-) Havi hoyrt, at Øssur syngur: “We are the Beckhams” og ikki “We Are The Champions” :-D KÍ skal hava nýggjan sponsor. Vónin skal veita gratis jnet til málini, tá hesi eru uppslitin. Eita teir í B36 nú B03? Bjóða KÍ við til frælsan ítrótt, har ger man sum man vil, og málini telja ikki. Hoyrdi annars, at HB er nýggja høvuðsnavnið á Summarfestivalinum :-) B36 hevur fingið nýggjan sponsor; TAMPAX. Leiðslan heldur, at hetta fer at hjálpa teimum, nú teir eru í einari so ringari PERIODU. Heðin Askham skuldi verðið settur sum fíggjarmálarráðharri. KÍ byrjar at líkjast onkrum trolara, teir hanga fastir í botninum. Bill hevur nú ligið 12 vikur nummar 1 á billboard ;-) Tann reyði pantarin beit høvdið av tí hvíta tigaranum longu eftir 20 sekundum í dag, og so var friður av teimum :-) Nýggi venjarin hjá KÍ eitur SJEYÐUN Klakkstein! Nú varð navnaskiftið hjá KÍ veruleiki: 0-7 Norður. Frælsa ítróttin kappaðist við keðiliga veðrið leygardagin og vann. Í renningini var kappast á fýra ymsum teinum FRÆLS ÍTRÓTT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Á Tórsbreyt var bæði runnið, kastað og lopið um vikuskiftið, tá Frælsur Ítróttur Føroya skipaði fyri FM. Niðanfyri er ein lýsing av rennikappingunum, og seinni taka vit hinar kappingarnar upp í blaðnum. 100 metrar Í 100 metra renning hjá kvinnum kom Mona Breckmann fyrst á mál. Í nógva vindinum brúkti 13,96 sekund um teinin, meðan Rebekka Fuglø og Randi Kúrberg, sum gjørdust nummar ávíkavist tvey og trý, brúktu 14,55 og 16,43 sekund um sama tein. Hjá monnum luttóku fýra harrar og var tað Daniel Djurhuus Rein, sum kom fyrstur á mál. Tað var tó ótrúliga trupult at meta, um tað var hann ella Robin Jønsson, sum var fyrstur, men við málmyndum eydnaðist tað at avgera hetta. 400 metrar Hjá kvinnum var tað einans Rebekka Fuglø, sum bjóðaði seg fram her. Hon kýtti seg tó og kom á mál við tíðini 66,89 sekund. Í mansfinaluni var tað Jóan Karl Joensen, sum gjørdi skjótt av og legði seg avgerandi á odda. Við tíðini 54,92 endaði hann eisini trý sekund framman fyri næsta mannin. Eftir øgiliga togan aftur og fram var tað Robin Jønsson, sum fekk silvurið og Júst í Túni, sum fekk bronsuna. Teirra tíðir vóru ávikavíst 57,92 og 58,26. 800 m Eisini og á 400 metrum var tað Jóan Karl Joensen, sum vann, hesaferð við tíðini 2.07.77 sekund. Næstir honum vóru Júst í Túni og Djóna Højgaard, sum høvdu tíðirnar 2.12,46 og 2.22,09. Hjá kvinnunum var aftur lagt upp til spennandi uppgerð millum Bjørk Herup Olsen, sum eigur føroyska metið, og Rebekku Fuglø, sum eisini onkuntíð hevur havt tað. Henda dystin vann Rebekka Fuglø, sum kom á mál góð tvey sekund áðrenn Bjørk Herup Olsen, tá hon hevði tíðini 2.32.45. 5000 m Setningurin hjá Bjørk Herup Olsen á 800 metrum var trupul at greiða, men á 5000 metrum var hon greiður favorittur. Einasta mótstøðukvinna var Borgarhjørt Holm, sum ætlaði at sníkja seg undir teir 20 minuttirnar. Munurin teirra millum vaks eisini alsamt sum kappingin leið, og at enda hevði Bjørk vunnið við framúrskarandi tíð 18.30,12, sum bert er 18 sekund frá metinum, hon setti á oyggjaleikunum. Borgarhjørt helt røttu ferðina teir fyrstu 3000 metrarnar, men misti eitt sindur til seinast, so hon endaði við 20.10.86. Manskappingin gjørdist sum væntað ein dystur millum Andrias Hansen og Sam Vang. Sum vanligt seinastu tíðina, var tað aftur Andrias Hansen, sum var fersetari við Sam Vang í hølunum. Soleiðis gekk á inntil tvey umfør vóur eftir. Tá gjørdi Sam eins og hann gjørdi á ólavsøku. Hann setti ferð á og royndi at sleppa frá Andriasi Hansen. Á ólavsøku eydnaðist hetta bert partvíst, men nú gekk betur. Andrias Hansen, sum rann sína fyrstu kapping á breyt, megnaði ikki at svara aftur. Eftir at Sam Vang var við á oyggjaleikunum sum judoíðkari, er hann nú aftur heilt uppi á toppinum sum rennari. Tíðin hjá honum 16.33,28 er ein av teimu allar skjótastu hjá honum nakrantíð! Kappingina um triðja plássið vann Hallur Holm, eitt lítið hálvt sekund framman fyri Henry Olsen. Runnu eina rúgvu Wilbek heldur fram Nú er greitt, at Ulrik Wilbek heldur fram í starvinum sum danskur landsliðsvenjari hjá monnum. Partarnir hava verið í samráðingum seinastu tíðina, og nú hava teir funnið eina semju. – Eg ynski fegin at halda fram í starvinum. Eg gleði meg til komandi avbjóðingarnar, sigur Ulrik Wilbek millum annað við heimasíðuna hjá danska hondbóltssambandinum. Tit fáa ikki Villa Liverpool hevur seinastu tíðina víst áhuga í David Villa, sum er knýttur at hópinum hjá Valencia. Framherjin hevur staðið seg væl í sponsku landskappingini og á spanska landsliðnum. Men nú verður staðfest, at hann fer ongan veg. – Vit vilja fegin varðveita Villa, og hann vil fegin verða verandi. Hann hevur sterkar kenslur fyri felagnum, sigur Unai Emery, venjari hjá Valencia, við spanska miðlar.