fríggjadagur 9. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 217 - 9. november 2001
Nr. 217 - 9. november 2001
3
Tøkk
Øllum tykkum, ið gjørdu mær 60 ára føðingardagin ógloymandi,
takki eg hjartaliga. Harrin signi tykkum.
Kærastu heilsanir
Beinta
Okkara elskaði maður, sonur, pápi,
verfaðir, abbi,
langabbi og beiggi
Edvin Poulsen
koyrilærari,Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
týsdagin 6. november, 70 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Martha
Kunngjørt verður, at kæri pápi, verpápi,
abbi og langabbi okkara
Hilmar F. Jacobsen
andaðist týskvøldið 6.11. á Eldra-
sambýlinum í Vági, 88 ára gamal.
Jarðarferðin verður sunnudagin
kl. 12.30 úr Vágs kirkju.
Familjunnar vegna
Henny, Anny, Birgith og Malan
Tey, ið vilja minnast Hilmar, kunnu lata eina gávu
til Eldasambýlið
í Vági, konto í Suðuroyar Sparikassa
Smyril Line tekur nú
Hetland upp í
farmarutuna millum
Tórshavn og
Hanstholm. Fyrsta
fráferðin úr Føroyum
verður í morgin
FARMASIGLING
Í annaðkvøld fer Clare
fyrsta túrin til Hetlands við
farmi fyri Smyril Line.
Rutan, sum byrjar nú, fer at
vara fram til summarsigl-
ingin byrjar aftur komandi
ár.
Smyril Line sigur í tíð-
indaskrivi, at farið verður
undir nýggja farmarutu um
vikuskiftið. Talan er í
grundini um verandi rutu,
sum verður bygd út við
einari destinatióna afturat.
Tað er Lerwick í Hetlandi,
har farmaskipið Clare fer at
leggja at á veg til og úr
Hanstholm.
Ferðaætlanin
verður
tann, at farið verður úr
Tórshavn
hósmorgun
klokkan 01.00, og komið
verður til Lervick klokkan
15.00 seinnapartin hós-
dagin. Farið verður víðari
til Hansholm tveir tímar
seinni, klokkan 17.00.
Clare verður eftir ferða-
ætlanini í Hanstholm kl.
18.00 fríggjakvøld og siglir
aftur haðani leygarmorg-
unin klokkan 01.00.
Sunnumorgun klokkan
06.00 verður hon aftur í
Lerwick á veg til Føroya.
Hon steðgar ein tíma í
Lerwick og siglir aftur
klokkan 07.00.
Clare verður aftir í Tórs-
havn mánamorgun klokkan
04.00, har hon so verður
liggjandi, til ferðin byrjar
aftur hósmorgunin klokkan
01.00, sigur Smyril Line í
tíðindskrivinum.
Tó verður ikki siglt
27.12.01 úr Tórshavn og
29.12.01 úr Hanstholm.
Um sjálvt skipið sigur
Smyril
Line,
at
M/S
“Clare” lastar 50 stk. 15 m
trailarar + 80 persónbilar,
siglir 16 sm/t og tekur 12
ferðafólk í 6 tvey-koyggju-
kømurum við bað og WC.
ej
Leygardagin fara teir báðir
klovnarnir Bobo og Fjotti
at undirhalda í Klaksvík.
Teir fara á pallin í Lognbrá
leygardagin kl. 17.00, og tá
fáa børnini ivaleyst okkurt
at flenna eftir.
Bilstevna er í KÍ-høllini
um vikuskiftið, og tað er í
hesum sambandi, at klovn-
arnir fara at spæla klovn í
Lognbrá.
Atgongumerkini,
sum
kosta 40 krónur, kunu
eisini brúkast til sjálva bil-
stevnuna, og tí kunnu for-
eldur lata børnini fara til
klovnarnar,
meðan
tey
sjálvi kunnu fara hyggja
eftir bilum.
Fjotti og Bobo fara at spæla klovn í Klaksvík um vikuskifið
Nýggj ruta til Hetlands
Klovnar í
Lognbrá
Líkt er til at Fólka-
flokkurin fer at glím-
ast við Tjóðveldis-
flokkin um annað
fólktingsumboðið,
sum verður valt 20.
november, meðan
andstøðuflokkarnir
fara at berjast um
hitt. Fólkaflokkurin
kunngjørdi sín lista
hósdagin, og teir hava
boðað frá einum hóv-
ligum politikki á
sjálvstýrisleið. Bæði
Anfinn Kallsberg og
Jógvan Sundstein
stilla upp
FÓLKATINGSVAL
Stefan í Skorin
Fólkaflokkurin hevur løtt
kanónirnar til fólkatings-
valið. Valevnislistin varð
kunngjørdur hósdagin á
Gamla Apoteki.
Formaðurin Óli Breck-
mann, ið hevur havt sæti á
Fólkatingi
síðan
1984,
legði
valuppleggið
hjá
flokkinum fyri fjølmiðlarn-
ar. Hann legði dent á, at
Fólkaflokkurin fór at leggja
seg eftir at føra hóvligan
politikk í sambandi við
sjálvstýristilgongdina, ið
byggir á føroyskt sjálvstýri
við skili. Hann setti hetta
upp ímóti politikki Tjóð-
veldisfloksins, ið søkir
samanbrestir við donsku
stjórnina. Hann legði aftur-
at, at tað er umráðandi at
hava góð viðurskifti við
Danmark.
Eftir at Tjóðveldisflokk-
urin legði sítt valupplegg
fram
týsdagin
kennir
Fólkaflokkurin seg hóttan
av
samgongufelaganum.
Óli Breckmann vildi vera
við, at Tjóðveldisflokkurin
fer eftir umboðnum hjá
Fólkaflokkinum,
og
tí
væntar hann, at stríðið fer
at standa millum hesar báð-
ar flokkar um tað eina um-
boðið, meðan Sambands-
flokkurin og Javnaðar-
flokkurin fóru at berjast um
hitt.
Tveir av hinum flokkun-
um hava sagt, at teir fara at
halda seg uttanfyri danskan
innanríkispolitikk,
men
Fólkaflokkurin fer fram-
haldandi at halda seg til
tann borgarliga vongin í
Fólkatinginum.
Fólkafloksmenn
sláa
fast, at tað ber ikki til at
halda seg uttanfyri danskan
politikk, um tú verður vald-
ur inn á Fólkating. Tí
kunnu Javnaðar- og Tjóð-
veldisflokkurin ikki boða
frá, at teir fara at halda seg
uttanfyri.
Í valupplegginum fer
Fólkaflokkurin leggja seg
eftir at umboða tann breiða
skaran av føroyingum, ið
eru sjálvstýrissinnaðir og
liberalir í hugsunarhátti.
Óli Breckmann legði
dent á, at so leingi vit eru í
felagsskapi við Danmark er
tað umráðandi, at grann-
arnir fáa eina borgarliga
stjórn.
Løgmaður stillar upp
Anfinn Kallsberg, ið hevur
verið løgmaður síðan 1998,
hevur valt at stilla upp til
Fólkatingið, hóast hann
ikki hevur ætlanir um at
taka hetta sætið, meðan
hann er løgmaður.
Hann segði, at hetta valið
hevur alstóran týdning fyri
støðu Føroya, nú ætlanir
eru um at gera Føroyar
meira sjálvbjargnar bú-
skaparliga og politiskt.
Umboðið skal kunna gera
seg galdandi í donskum
politikki og soleiðis vinna
føroyingum nøkur rættindi
á sjálvstýrisleið. Hetta skal
ikki gerast við hørðum
útmeldingum.
Hann heldur, at tað er
umráðandi, at Fólkaflokk-
urin fær ein høvuðsleiklut
og sleppur at standa á odda
í føroysku umboðanini á
Fólkatingi.
Fólkaflokkurin
hevur
gravað fyrrverandi løg-
mann Jógvan Sundstein
framaftur úr gloymskuni,
og hann skal vinna flokk-
inum nakrar atkvøður, ið
skulu tryggja flokkinum
sæti á Fólkatingi, har flokk-
urin hevur havt umboð í
fleiri valskeið.
Óli Breckmann,
Tórshavn
Bergur Bærentsen,
Tvøroyri
Bjarni Djurholm,
Tórshavn
Deirdre Hansen,
Glyvrar
Jákup Suni Joensen,
Signabøur
Kjartan I. Joensen,
Leirvík
Anfinn Kallsberg,
Viðareiði
Jógvan við Keldu,
Klaksvík
Jógvan á Lakjuni,
Fuglafjørður
Leila á Lofti, Argir
Jørgen Niclasen,
Sørvágur
Jóanis Nielsen,
Sandavágur
Ingi Olsen, Vestmanna
Jákup Olsen, Vágur
Rúna Sivertsen, Klaksvík
Jógvan Sundstein,
Tórshavn
Ingimar Tór Thomsen,
Skopun
Eyðun Viderø, Sandur
Valevni hjá
Fólkaflokkinum
Tveir løgmenn stilla upp
Gott lag var á oddamonnunum í Fólkaflokkinum, tá teir kunngjørdu valevnislistan á Gamla
Apotekinum hósdagin. Løgmaður stillar sjálvur upp til valið
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2