Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 217 - 9. november 2001 Nr. 217 - 9. november 2001 5 Tað kann fara at skaða kunnleikan, føroysk skúlabørn hava um egið land, um ferðastuðulin verður tikin burtur, sigur Katrin Dahl Jacobsen í viðmerk- ingum til fyrispurn- ing á Løgtingi FYRISPURNINGUR Edvard Joensen Katrin Dahl Jacobsen, løg- tingsmaður, vil hava Óla Holm, landsstýrismann við undirvísingar- og menta- málum, at siga sær, um tað er rætt, at ferðastuðulin til skúlabørn, sum ferðast við Standferðsluni og Bygda- leiðum, verður tikin burtur. Og um so er, vil Katrin Dahl Jacobsen eisini hava grundina at vita. Hesum hevur hon boðað frá í einum fyrispurningi, hon hevur Óla Holm, lands- stýrismanni, í tinginum. Katrin Dahl Jacobsen spyr, hvussu leingi skipanin við ferðastuðuli til fólka- skúlaflokkar hevur virkað. Eisini vil hon vita, um tað er rætt, at stuðulsskipanin er skorin burtur, og hvør grundgevingin fyri tí er. Í viðmerkingunum vísir Katrin Dahl Jacobsen á tann týdning, hesin ferða- stuðulin hevur havt fyri skúlaflokkar, sum hava ferðast í Føroyum. Tað hev- ur alstóran týdning, sigur hon, at børnini læra sítt egna land at kenna, og tað kunnu tey lættliga við slík- um møguleikum at ferðast í landinum. Tað er kortini ikki so, at tey hava ferðast frítt, men hava goldið annan vegin, vísir Katrin Dahl Jacobsen á. Verður hesin stuðulin nú tikin burtur, fer tað hels at merkja, at ferðingin innan- lands fer at steðga, tí pengar fara at mangla í. Lærararnir hava tá bara tveir møguleikar at fáa pengar til ferðingina, um teir ikki skulu setast aftur. Annaðhvørt at krevja teir frá skúlunum ella frá foreldrunum. Og tað kann væl henda seg, vísir Katrin Dahl Jacobsen á, at tað manglar í hjá báðum pørt- um frammanundan. Tað verður avgjørt aftur- stig, um hesar ferðirnar halda uppat, vísir Katrin Dahl Jacobsen á. Hon vísir á setursskúlarnar, sum van- liga plaga at vera aðra- staðni enn í heimbygdini. Umframt at víðka sjónar- ringin hjá børnunm, er tað eisini sosialt mennandi fyri tey at sleppa at ferðast og búgva saman á slíkum ferð- um, sigur Katrin Dahl Jacobsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í við- merkingunum til fyrispurn- ingin til Óla Holm, lands- stýrismann við undirvísing- ar- og mentamálum. Afturstig hjá skúlabørnunum Katrin Dahl Jacobsen, løgtingmaður, spyr Óla Holm, landsstýrismann, um tað er rætt at ferðastuðlin til fólkaskúlaflokkar veðrur tikin av Landsdjóralæknin og formaðurin í Hav- búnaðarfelagnum vænta ikki, at hetta er seinasti tilburður av álvarsomu fiska- sjúkuni ILA, sum vit fara at síggja í Føroyum. Sjúkan hevur longu breitt seg ov nógv ILA Stefan í Skorini Seinasta alibrúkið í longu røðini at fáa ILA er Gulin, sum heldur til undir Argjalandinum í Nólsoyar- firði. Landsdjóralæknin hevur givið boð um at taka fiskin í teimum ringunum, sum eru fongdir við ILA. Hetta er fimta alibrúkið í hálvtannað ár, sum verður rakt av herviligu fiska- sjúkuni, ið verður mett sum tann mest álvarsama fiska- sjúkan í ES-høpi. Alarar hava ikki gjørt nóg mikið fyri at steðga sjúkuni, og tað er orsøkin til, at hon hevur breitt seg um meginpartin av Eystur- oynni og nú til Nólsoyar- fjørð. Hetta heldur Hans Jacobsen, ið er formaður í Føroya Havbúnaðarfelag. Hann væntar, at enn fleiri alibrúk fara at fáa ILA virusið. – Nei hetta er ikki sein- asti tilburður av ILA. Sjálvandi vóni eg, at hetta ikki verður so, men nú er virusið farið so langt, at tað hevði verið ógvuliga løgið, um tað ikki finst í øðrum alibrúkum eisini, sigur Hans Jacobsen, ið sjálvur hevur alibrúk á Lambavík, har ILA er staðfest, men tó er sjúkan ikki brotin út enn. Hann heldur annars ikki, at alarar og myndugleikar hava gjørt nóg nógv fyri at forða sjúkuni í at breiða seg. Alararnir vónaðu, at ILA ikki fór at breiða seg til onnur støð, men hetta er nú hent. Hann heldur, at alarar altíð skulu hava eitt vakið eyga við ringunum og vera eitt fet frammanfyri sjúk- una, so teir kunnu avmarka skaðan. – Neyðugt er at hava eina fasta mannagongd, so at fólk varnast virusið beinan- vegin, sigur Hans Jacobsen. Hetta kundi verið gjørt soleiðis, at alarar við jøvn- um millumbilum kannaðu síni alibrúk. Soleiðis høvdu teir altíð vitað, hvussu støðan er við fiskasjúkum. Hann leggur dent á, at alarar skulu altíð vera vitandi um støðuna í ali- brúkinum í sambandi við sjúku. Soleiðis slepst und- an, at fiskur verður settur út, har smitta longu er í ringunum. Djóralæknin samdur Bjørn Harlou, landsdjóra- lækni í Føroyum, er samdur við Hans. Hann heldur ikki, at hetta er seinasti tilburður av ILA í Føroyum. Hóast vísindamenn enn vita lítið um ILA virusið, so er smittuvandin stórur, og sjúkan breiðir seg skjótt. Hann sigur, at ES metir hesa sjúkuna sum tað álvar- samastu. Tí setir felags- skapurin tað krav, at lond, ið senda fisk á ES-mark- naðin, skulu gera sítt ítarsta fyri at fyribyrgja henni. Tað er Bjørn Harlou, ið gevur boð um at neyðslakta fiskin í ILA raktum alibrúkum. Hann sigur, at tað er ein ógvuliga torfør uppgáva at forða ILA í at breiða seg út um landið. Hann vísir á, at enn vita vit ikki nóg mikið um smittuna, men sjálvandi eru tey alibrúk, ið ligga tættast við ILA rakt øki, í størri vanda. Alarar fáa tó vanligan prís fyri laks við ILA sum frískan laks. Trupulleikin er tann, at alibrúkið skal leggjast stilt í langa tíð, áðrenn fiskur aftur kann setast út. Bjørn Harlou heldur, at smittan kanska er spjadd um landið við brunnbátum. Hesir brunnbátar hava siglt millum alibrúkini, áðrenn nakar hevur varnast sjúk- una, og tá kunnu teir hava spjatt hana víða um. Eftir at ILA er staðfest, hava brunnbátarnir ikki havt frítt at fara um landið. Alarar hava framvegis onga trygging ímóti ILA og fáa tí lítið ella einki endurgjald fyri mista inntøku. Tryggingin er tó ávegis eftir drúgvar samráðingar ILA Stefan í Skorini Alarar, ið verða raktir av ILA og tískil eru noyddir slakta fiskin í ringunum, fáa einki endurgjald frá tryggingarfeløgum. Flestu alarar hava eina trygging móti sjúku, men hon tekur ikki við, um boð koma frá landsdjóralækn- anum at taka fiskin. Við øðrum orðum er hon einki verd í sambandi við ILA. Henda tryggingin er lok- sins á veg, eftir at Hav- búnaðarfelagið við umboð- um úr alivinnuni hava sam- ráðst við Tryggingarfelagið Føroyar í eini tvey ár. Alarar hava saman við landsstýrinum goldið í ein trygdargrunn, har einar 17 milliónir eru í dag. Hesin peningur munar tó lítið samanborið við tað tap, ið alarum er fyri, tá teir verða raktir av ILA. Tí er besta loysnin hjá alarunum at fáa sær eina trygging. Higartil er eingin pen- ingur útgoldin úr trygdar- grunninum, og alarar hava borið byrðuna sjálvir. Ógreið lóggáva Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum, sig- ur, at samráðingarngar byrjaðu, áðrenn ILA varð staðfest á Fuglafirði fyri fyrstu ferð í Føroyum. Reglur og lóggáva á hesum økinum vóru so ógreiðar, og tryggingarfelagið vildi hava greiðar mannagongdir og eina handlingsætlan at halda seg til, áðrenn talan kundi vera um at tekna tryggingar fyri ILA. Beint eftir tær fyrstu samráðingarnar verður ILA so staðfest á Fuglafirði, og tað kann hava havt við sær, at tryggingarfelagið hvepti seg eitt sindur við at tekna tryggingarnar. Nú heldur Hans, at alarar skjótt hava møguleika fyri at tekna tryggingar fyri ILA. Treytin er tó, at alibrúkið er ILA frítt, og alarin hevur eina sjálvs- ábyrgd, so at hann átekur sær ein stóran part av kost- naðinum sjálvur. Hans heldur tó, at henda trygg- ingin fer at vera á einum rímiligum støði. Vænta fleiri tilburðir av ILA Alibrúkið hjá Gulanum í Nólsoyarfirði er tað seinasta í røðini, sum er rakt av ILA. Hans Jacobsen óttast fyri, at ILA smittan fer at breiða seg um alt landið. Torført er at basa smittuni, heldur Bjørn Harlou Mynd: Jens Kr. Vang Tryggingin er ávegis C M Y K 5 4 Brúktir bilar til sølu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo OG FLEIRI AÐRAR BRÚKTAR BILAR SO HYGG INN Á GÓLVIÐ OG FÁ EITT GOTT TILBOÐ! www.ivan.fo Suzuki Baleno 1,3 3h km. 110.500, árg. mai 1996 50.000,- Citroen BX 1,6 Selection km. 55.000, árg. aug. 1992 60.000,- Citroen ZX 1,4i 5h km. 102.000, árg. aug. 1995 70.000,- Ford Escort 1,8D CLX 4h km. 187.000, árg. nov. 1995 51.000,- Mitsubishi Pajero 3h km. 208.000, árg. sep. 1986 52.000,- Mitsubishi Pajero 2,5 TD km. 220.000, árg. okt. 1986 30.000,- Ford Fiesta 1,8 Diesel km. 140.000, árg. okt. 1991 45.000,- Citroen Xantia stc. 1,8 TD km. 140.000, árg. mar. 1998 140.000,- Mitsubishi Carisma 1,8 GDI km. 62.000, árg. jan. 1998 125.000,- BMW 318i km. 27.000, árg. mar. 1999 205.000,- Citroen Berlingo 1,9 km. 50.000, árg. jan. 1999 112.000,- Mitsubishi Lancer 5h km. 117.000, árg. jan. 1992 45.000,- Kia Pride km. 26.900, árg. jan. 1998 60.000,- Mitsubishi Galant 2,0 GTi km. 170.000, árg. mai 1989 60.000,- Kia Sportage 2,0i km. 42.500, árg. okt. 1997 100.000,- Nissan Primera 2,0 SLX 4h km. 25.000, árg. aug. 1997 122.000,- Mercedes Sprinter km. 220.000, árg. mai. 1997 130.000,- Mitsubishi Lancer km. 118.000, árg. juni 1992 50.000,-