Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 217 - 9. november 2001 Nr. 217 - 9. november 2001 7 Nýggi barnagarðurin og útibarnagarðurin í Runavíkar kommunu geva 60 nýggj stovns- pláss BARNAGARÐUR Turið Kjølbro Arbeiðið at gera nýggjan barnagarð í Runavíkar kommunu er nú boðið út alment. Longu 5. desember skulu tilboðini verða inni. Nýggi barnagarðurin, sum sjálvsognarstovnurin Kongshavnar barnagarður og vøggustova eigur, verður bygdur oman fyri Toftavatn. Arbeiðið at gera økið byggibúgvið er í gongd og verður helst liðugt til jólar. Ætlanin er, at barnagarðurin, sum verður 856 fermetrar stórur, skal standa klárur at taka í nýtslu 1. januar 2003. Kostnaðarmetingin er 16,7 mió. krónur. Verandi barnagarður í kommununi heldur til í bygninginum hjá Postverki Føroya. Postverkið hevur brúk fyri hølunum og tískil er barnagarðurin uppsagd- ur. Her eru 54 børn í vøggustovu- og barna- garðsaldri, men nýggi stovnurin fer at taka 90 børn í sama aldri. Umframt verður arbeitt við at gera útibarnagarð til 25 børn. Hesin heldur í fyrsta umfari til í Æðuvík, men tá ið gamli skúli í Lamba er um- bygdur til endamálið, flytir útibarnagarðurin hagar, helst í seinnu helvt kom- andi ár. Við hesum nýggju 60 plássunum er komið væl áleiðis at nøkta tørvin á stovnsplássum í Runavíkar kommunu. Bíðilistin er í dag 70 børn, men hann veksur alsamt eins og bíði- listin eftir grundstykkjum. Runavíkar kommunu hevur kortini ikki nakrar ætlanir um aðrar loysnir á barna- garðsøkinum. – Nýggju plássini eru ein góður bati, hóast vit enn ikki megna at nøkta tørvin heilt. Fyribils hava vit ong- ar aðrar ítøkiligar ætlanir, sigur Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. 60 nýggj stovnspláss – Nýggju plássini eru ein góður bati, sigur Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runa- víkar kommunu - Myndugleikarnir í Føroyum rakna ikki við fyrr enn foreldur at børnum við ser- ligum tørvi sláa nev- an í borðið og siga, at tey ikki eiga uppgáv- una at taka sær av sínum børnum, tá ið tey eru vaksin. Spurn- ingurin er bara, hvør ger tað yvir fyri sínum barni. Tí spæla myndugleikarnir upp á okkara ringu sam- vitsku, sigur Doris Hansen, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu BÚSTAÐIR Turið Kjølbro Í Føroyum hava foreldur altíð tikið sær av sínum børnum, uttan mun til aldur ella brek. Úti um landið búgva tí nógv vaksin børn við serligum tørvi heima hjá sínum aldrandi foreldr- um, tí ongin annar bústaður er til teirra. Eingin áseting í føroyskari lóggávu sigur, at tað almenna hevur skyldu at útvega bústað til allar borgarar landsins, heldur ikki, um serligur tørvur sum sálarligt ella likamligt brek ger seg galdandi. Hóast tað í forsorgarlógini er ásett, at tað almenna skal hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini. – Aðra staðni er heilt vanligt, at børn flyta heim- ani frá, tá ið tey verða 18 ár. So er ikki í Føroyum. Her verða børn hangandi heima nógv longri, tí einki bústað- artilboð er til teirra, sigur Doris Hansen, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu. Skulu fólk við serligum tørvi, annað hvørt tey eru brekað sálarliga ella likam- liga, hava eitt virkið sjálv- støðugt lív, mugu tey búgva fyri seg sjálv ella saman við øðrum. Men tað er ikki bara uppgávan hjá tí al- menna at síggja til, at bú- staðir eru til øll. – Tað kundi staðið í lóg- gávuni, at tað almenna hev- ur skyldu til at taka sær av fólki, sum ikki megna tað sjálvi, bæði tá ið tað snýr seg um bústaðir, arbeiðs- møguleikar og annað. Men eftir mínum tykki er tað líka so nógv uppgávan hjá kommununum at útvega bústaðir, eins og fakfeløg- ini kundu útvegað sínum límum góðar og bíligar íbúðir. Øll bíða eftir, at landið skal útvega bústaðir, men tað er í kommununum hesi fólkini og teirra av- varðandi búgva, sigur Doris Hansen. Orsøkin til, at tað gongur lættari og skjótari at útvega fólki við serligum tørvi bústað í øðrum londum, er, at har duga foreldur betur at siga frá. Har hava foreldur ikki skyldu at forsyrgja sín- um børnum, tá ið tey gerast 18 ár. – Tað almenna hevur alt- íð skúgvað sær undan ábygdini. Myndugleikarnir í Før- oyum rakna ikki við fyrr enn foreldur at børnum við serligum tørvi sláa nevan í borðið og siga, at tey ikki eiga uppgávuna at taka sær av sínum børnum, tá ið tey eru vaksin. Gjørdu tey tað, høvdu nógv einki stað at vera. Spurningurin er bara, hvør ger tað yvir fyri sínum barni ella systkini. Tí spæla myndugleikarnir upp á okkara ringu samvitsku. Tað er sera ringt at fáa broytt hesi viðurskifti, sigur Doris Hansen. Serlóg Í Almanna- og heilsumála- stýrinum verður nú arbeitt við at gera eina lóg fyri brekað, har rættindi teirra verða allýst. – Tað er avgjørt nakað nýtt, at serlóg verður gjørd fyri brekað. Tí er hugsandi, at rætturin hjá brekaðum til bústað verður staðfestur í lóggávuni, sigur Doris Hansen. Fyri hálvum øðrum ári síðani varð álit skrivað um bústaðarviðurskifti hjá brekaðum í Føroyum. Álit- ið lýsir støðuna og møgu- ligar loysnir. Uppgerð yvir tørvin er eisini staðfestur, og hann er ikki hissini. Har verður sagt, at komandi tíggju árini verður neyðugt at útvega 80 búpláss. Bráð- feingistørvurin er 17 pláss og næstu árini økist hann við 19 afturat. Tørvurin er um alt landið, men mest átrokandi í Suðurstreymoy og Norðuroyggjum. – Tá ið tað almenna byggir, er tað ofta í mið- staðarøkinum. Tað er óskiljandi, tí tað er dýrari og øll fólkini eru ikki í Havn, sigur Doris Hansen. Langtíðarætlan Í farnu viku legði Katrin Dahl Jakobsen, løgtings- kvinna fyri Javnaðarflokk- in, uppskot til samtyktar fyri tingið um at gera eina nøktandi langtíðarætlan fyri útvegan av bústaði til fólk við serligum tørvi. Í viðmerking til lógarupp- skotið verður sagt, at tað er neyðugt at gera eina lang- tíðar raðfesting, soleiðis at politiski myndugleikin setir sær nøkur mál, og soleiðis, at vit kunnu vera trygg við, at tað er ein miðvísur polit- ikkur á økinum. – At gera ein langtíðar- ætlan er ein gongd leið, tí sum er hendir einki. Men tað hevði gingið skjótari at útvega bústaðir um fleiri fóru í gongd, tað almenna, kommunur og fakfeløg, sigur Doris Hansen. Um eina viku skal nýggja lønarskipanin fyri allar limirnar í Føroya Pedagogfelag verða liðug og klár til undirskrivingar SAMRÁÐINGAR Turið Kjølbro At gera eina nýggja lønar- talvu fyri allar limirnar hjá Føroya Pedagogfelag, hev- ur verið eitt av stóru mál- unum, sum Føroya Peda- gogfelag hevur arbeitt við. Og tíðliga týsmorgunin komu Føroya Pedagogfelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálastýrið ásamt um at gera eina slíka, eftir at partarnir høvdu samráðst síðani leygarmorgunin. – Málið er at gera ein einfaldari sáttmála fyri okkara limir, við eini lønartalvu ístaðin fyri fýra. Í lønartalvuna verða so allir limirnir settir av nýggjum og har í kemur lønarhækk- ingin, sum verður tann sama fyri okkara limir sum hinir starvsbólkarnir á a l m e n n a arbeiðsmarknaðinum hava fingið, sigur Carita Björk- lund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Arbeiðast skal skjótt, tí longu 15. november skal avtalan verða liðug og und- irskrivast. Partarnir sessað- ust tískil við borðið gjára- morgunin at gera nýggju skipanina. – Ein einfaldari sáttmáli er betri fyri allar partar, sigur Carita Björklund. Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag hevur ikki hug at gera aðrar viðmerk- ingar til samráðingarnar, sum hava verið, uttan, at tær hava verið harðar. Fyri tveimum vikum síðani slitnaðu tær. Semingsfólk- ini Gloria Kalsø og Jákup í Gerðinum komu síðani uppí. Sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fyri alt dag- stovnaøkið fór úr gildi 1. mars, og ikki kann sigast annað enn, at striltið hevur gingið at fáa ein nýggjan sáttmála í lag. Veruligu samráðingarnar byrjaðu ikki fyrr enn í september, men tær bóru sum kunnugt onga leið. Hetta er fyrstu ferð, at Pedagogfelagið hevur sam- ráðst við kommunalar fel- agsskapir og Fíggjarmála- stýrið undir einum. Hvørki lands- ella kommunalpolit- ikkarar hava víst seg undir samráðingunum ella sem- ingsroyndunum. Hetta undrar Føroya Pedagogfel- ag, sum er næststørsta al- menna fakfelag, almikið. Pedagogar einfaldari sáttmála – Í nýggju lønartalvuna verða so allir limirnir settir av nýggjum og har í kemur løn- arhækkingin, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag Spæla upp á okkara ringu samvitsku Doris Hansen, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu Brimið hevur máað nógv burturav Bakkanum í Sumba og fyri at bjarga bygdini, er tað neyðugt at gera eina trygga verju framvið Bakkanum SUMBA Áki Bertholdsen Sumba er brimpláss burtur av og tað setir síni spor. Hesi seinastu árini er so nógv máað burturav Bakk- anum framvið sjónum í Sumba, at Bakkin nú er við at nærkast teimum niðastu húsunum óhugnaliga nógv. Kommunan hevur sjálv arbeitt við at tryggja bakk- an og tað arbeiðið heldur fram næsta ár. Á fíggjarætlanini fyri komandi ár, er ætlanin at seta 400.000 krónur av til at verja Bakkan fyri. Hetta varð samtykt á bygdaráðsfundi fyri stutt- um. Men kommunan er ikki fíggjarliga sterk og tí hevur hon eisini søkt landskassan um stuðul til at tryggja bakkan, men enn er óvist, hvussu verður við tí. Kommunan hevur søkt fyrr, men tá var umsóknin ikki gingin á møti. Í ár hevur kommunan brúkt 300.000 krónur til bakkaverju. Umstøðurnar eru so ringar, at tað ber bara til at arbeiða í bestu summartíð. Men hevði kommunan havt einar 600.000-700.000 krónur um árið at arbeitt fyri um summari, høvdu sumbingar havt eina munadygga verju allan vegin fram við Bakkanum um eini fimm ár. 17 metrar farnir Trupulleikin av, at ongin bakkaverja er, skal ikki undirmetast. Mátingar vísa, at í støðum eru heilir 17 metrar máðaðir burturav bakkan- um síðani Sumba varð matrikkulerað síðst í fimtiárinum. Tá ið so nógv kann verða máað burturav í bara 40 ár, er tað greitt, at tað ganga ikki meiri enn 40 áfturat, fyrrenn tey fyrstu húsini eru farin á sjógv, so langt niðan undir tey niðastu húsini er bakkin nú komin. Salvandi er rættiliga ójavnt, hvussu nógv verður matað burtur um árið. Tað veldst alt um, hvussu árini eru. Síðst í áttati- árunum og fyrst í nítiárun- um vóru vetrarnir ringir við nógvum ódnum og nógvum brimi og tað fór heilt nógv í havið. Men hesi seinastu árini hevur tað ikki verið so ringt, tí nú hevur veðrið verið betri. Umvæla Pollin Umframt at verja Bakkan, ætlar Bygdaráðið eisini at brúka pening upp á at umvæla Pollin, sum lend- ingin í Sumba kallast. Á fíggjarætlanini fyri næsta ár eru 150.000 krón- ur settar av til ymsar ábøtur í Pollinum. Eitt nú er ætl- anin at stoypa og slætta tann gamla dráttin og harumframt er ætlanin at umvæla plattin, har bátarnir standa. Men alt hetta skal takast við einum lítlum fyrivarni, tí enn er fíggjarætlanin ikki endaliga samtykt. Fyribils er semja um málið, men fíggjarætlanin skal hava eina viðgerð í bygdaráð- num afturat, áðrenn hon er endaliga samtykt. Uppskot um at byggja nýtt skip til suður- oyarsiglingina er nú lagt fyri Løgtingið. Endamálið við tí er at Tingið skal geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at skriva undir byggisáttmála SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Nú sleppur Løgtingið eisini at siga sína hugan um ætlanin at byggja nýtt skip til suðuroyarsiglingina. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í Vinnumálum, legði mikudagin uppskot fyri tingið um at byggja nýtt suðuroyarskip. Talan er um eina verklagsog, har hann biðjur um tingsins heimild til at skriva undir byggisáttmála um skipið. Eftir uppskotinum skal skipið kosta í mesta lagi 305 milliónir krónur at byggja. Hetta er upp- hæddin, sum Knud E. Hansen, ið hevur projek- terað skipið, metir, at tað fer at kosta, verður tað bygt í Evropa, Verður tað bygt í Asia, verður tað mett at verða 40-50 milliónir bíligari. Bjarni Djurholm sigur, at endamálið við lógini er fyrst og fremst at geva Løg- tinginum so stórt innlit í málið sum gjørligt og at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn avgerðin um at fremja verkætlanina verður tikin. Men í øðrum lagi er tað ásett í játtanarskipanini, at tá ið talan er um størri verk- løg , ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verð- ur lagt fyri Løgtingið. Sam- bært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari lóg um byggingina, um lands- stýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í kom- andi fíggjarárum eisini. Verður verklagslógin samtykt uttan seinkingar, er tíðarætlanin frameftir ann- ars tann, at byggisáttmáli um nýtt suðuroyarskip verður undirskrivaður um ársskiftið. Síðani verður kjølurin strektur næsta summar og á sumri, ella heysti 2004 verður ferjan liðug at taka í nýtslu. Ótíðarhóskandi Í uppskotinum, sum er lagt fyri tingið, hevur lands- stýrismaðurin lagt eina rúgvu av upplýsingum, fyri at geva tinglimum innlit í málið. Men um orsøkina til, at tað er neyðugt at byggja nýtt skip, verður m.a. sagt, at Smyril, sum nú er, er 32 ára gamal. Hann er upp- slitin og av tí sama óálit- andi tí hann hevur so nógv brek og av tí sama eisini dýrur í viðlíkahaldi. Men hartil er hann ov lítil. Hetta hevur m.a. við sær, at akfør oftari standa eftir. Somuleiðis er tað sera trongligt á akfarsdekkinum, og hetta er óheppið fyri trygdina hjá teimum ferð- andi, sum noyðast at ganga í land og umborð eftir akfarsdekkinum, serliga á Drelnesi. Ein annar dagligur trupulleiki er hæddin á akfarsdekkinum, sum er ov lág til nýggjasta standardin av trailaralastum. – Í hesum sambandi kann upplýsast, at Strandferðslan hevur brúkt stórar upp- hæddir til umvælingar og endurgjøld til skaddar lastir, og fleiri flutnings- feløg noyðast at senda flutningin á ein hátt, sum krevur meira tíð og pening til av- og áskipan, stendur í uppskotinum. Gomul og óhjálpin í Vági kunnu nú fáa døgverða koyrdan til hús fyri ein bíligan penga VÁGUR Áki Bertholdsen Í Vági verður nú farið undir eina nýggja sosi- ala tænastu, sum fer at verða ein stór hjálp hjá nógvum eldri og óhjálp- num fólkum.Fòlk, sum eru gomul, ella á annan hátt óhjálpin, kunnu nú bíleggja sær heitan døgverða á Edrasambýl- inum, so fáa tey hann koyrdan til hús. Tað fer at kosta 30 krónur at keypa døg- verðan frá Eldrasam- býlinum og at fáa hann koyrdan heim Vágs Býráð hevði málið til viðgerðar og samtykti einmælt at taka undir við tí. Tað er nevndin fyri Eldrasambýlið, sum í samráð við Heimarøkt- ina, hevur skotið upp at fara undir hesa tænast- una. Byráðið skal nú gera avtalu við onkran um at koyra matin út. Býráðið skal samstundis betala fyri útkoyringina og har- umframt hevur tað sam- tykt at standa við endan um tær 30 krónurnar ikki strekkja til. Ætlanin er at byrja í smáum við eini roynd- artíð upp á einar tríggjar mánaðir fyri at vita, um undirtøka er fyri tiltak- inum. Hildið verður neyvan á við tiltakinum, verða tað í hvussu so er ikki nøkur, sum fara at brúka hesa nýggju tæn- astuna. Í fyrstuni er ætlanin at koyra døgverðar út einar tríggjar dagar um vik- una, men so verður tæn- astan útbygt, so hvørt tørvur verður á tí. Umframt at tryggja fólki heitan døgverða hvørnn dag, verður mett, at hetta tiltakið eisini hevur ein ávísan sosial- an týdning, við tað at so kemur í hvussu so er eitt fólk inn á gólvið eina- ferð um dagin. Koyra døgverða út til gomul og óhjálpin Hesi seinastu 40 árini eru í støðum 17 metrar mataðir burturav Bakkanum í Sumba. Tí er tað alneyðugt at okkurt verður gjørt fyri at tryggja bygdina ímóti at skola á sjógv Brúka 400.000 krónur fyri at bjarga bygdini Skal í mesta lagi kosta 305 milliónir Gongur sum æltlað, verður sáttmáli um at byggja nýggja Smyril undirskrivaður um ársskiftið. Skipið skal í mesta lagi kosta 305 milliónir C M Y K 7 6