mánadagur 3. august 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2009
27
Myndir: Beinta Haraldsen
So hvassoraðum er Niels
Uni Dam, forsangarin í
MC-Hár. – Eg haldi, at tað
er ræðuliga langt úti av
fyrireikarunum við Múrin, at
teir ikki havi goldið okkum
løn fyri okkara arbeiði, sigur
Niels Uni Dam.
Enn hava eingir føroyskir
tónleikarar móttikið
samsýning fyri teirra
framførslur á festivalinum
við Múrin, og ein av
vónbrotnu tónleikarunum er
Niels Uni Dam, forsangarin
í MC-Hár.
- Vit fingið boð frá Mark
Joensen, at vit fáa kanska
løn, men tað er treytað av,
at onkur íleggjari leggur
pengar til, sigur Niels Uni
Dam.
MC-Hár, ið var ein av
høvuðsnøvnunum við
Múrin, hava ikki verið á palli
seinnu árini.
- Vit vandu fyri fyrstu ferð
í trý ár til okkara framførslu
við Múrin, og tað er langt
úti, at vit nú ikki fáa løn fyri
okkara arbeiði, sigur Niels
Uni Dam.
Men sambært Mark
Joensen, var hetta ikki
boðskapurin, ið hann gav
Niels Una Dam.
- Eg havi sagt við
allar tónleikararnir, at
lønin kemur um tvær
til tríggjar vikur. Og vit
hava frammanundan
ein íleggjara, sigur Mark
Joensen, ið kortini ikki kann
vátta, at íleggjarin, Høgni
Mikkelsen, er til reiðar at
gjalda samsýningina til
tónleikararnar.
Tað hevur enn ikki
eydnast at fingið eina
viðmerking frá Høgna
Mikkelsen.
Føroyskir tónleikarar í
øðini
Tað er ikki bert
forsangarin í MC-Hár,
sum er vónbrotin av
fyrireikarunum av
festivalinum við Múrin.
Hóast ikki stórvegis
viðmerkingar eru til
málið, so hava fleiri av
høvuðsnøvnunum við
Múrin váttað, at tey ikki
hava móttikið samsýning.
Millum hesi eru
Pipar&Salt, Guðrið
Hansdóttir og 200.
Haraftrat er ein facebook
bólkurin stovnaður, har
yvir 650 føroyingar vísa
sín stuðul til tónleikararnir,
ið krevja samsýning
fyri framførslurnar við
Múrin. Stovnararnir og
umsitarar av bólkinum eru
millum annað Brynjolfur
á Heygum, Petur Háberg,
Heiðrikur á Heygum, Niels
Arge Galán, Niels Uni Dam,
Filip Mortensen og Guðrið
Hansdóttir.
Sannlíkt verður meira at
frætta frá hesum málið sum
frá líðir.
MC-Hár
– Langt úti av Múrinum!