Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 144 - 3. august 2009 Góðu vágbingar Vit býráðslimir saman við borgarum í Tórshavnar kommunu ynskja tykkum vælkomin til Havnar, Hans í Líðini og allir grinda-, róðra- og bátsmenn undir tínum ræði, sunnanífrá! Tað er einki minni enn eitt bragd, tit hava gjørt at rógva norður um fjørð at heilsa okkum í høvuðsstaðarkommununi, nú vit hava lagt hina fyrstu fólkaræðisligu øldina aftur um bak. Tað var ein vøkur sjón at síggja bátarnar koma rógvandi inn á Havnarvág. Havið fyllir nógv í okkara dagliga degi, antin vit sita við skriviborð ella stýra skipi. Havið sæst alla staðni aftur. Privat í familjum, professionelt á arbeiðsplássum og listarliga í listaskálum. Alla staðni setir havið síni spor til gerandis og heilagt, í gaman sum í álvara. Hóast vit hava slept orðum sum lippukassa og vaðbeini, so koma alla tíðina nýggj orð, sum á ein nýggjan hátt vitna um okkara knýti at havinum. Í hesum Schengen-tíðum hava vit fingið nýggja orðið kajkantur. Og harav kravið um, at alt skal fara um føroyskan keikant. Á hesum staði, av Skinnara- skeri og inn higar vit standa, ytst úti undir Bakka, er Føroya fyrsti keikantur - Rasmussarkantur. Tað var hin framskygni R.C.Effersøe, føddur í Trongisvági, men sum vit kenna av Tinghúsvøllinum í Havn, sum úr egnum lumma gjørdi fyrsta kajkantin. Hann var her. Her úti var kongaligur eina- handil, og tá hann helt uppat í 1856, keypti Schibsted seg inn higar í Schibsteds Pakhus og elstu hús í Havn – Munkastov- una, sum er um hornið. Í dag kunnu vit ganga turr- skødd fram við øllum hesum bygningum, sum eins og túnini, eru varðveittir í uppruna standi og mest sum óskalaðir av eldi- brandum, ið ofta hava oytt teir elstu partarnar av stórbýum í okkara grannalondum. Góðu vágbingar! Nú tit eru komnir norður higar at heiðra okkum í sambandi við 100 ára haldið, stendur týdningurin av at varðveita lutir, søgu og siðir, sum eru knýttir at havinum, greiðari enn nakrantíð. Navnið Nólsoyar Páll bera tit eisini við tykkum norður um fjørð í dag. Tá vit seinni koma innar í Vágsbotn, fær júst hetta søguliga navn ein listarligan klang við standmyndina, sum har er reist. Klangurin byrjar jú har suðuri hjá tykkum á Fløtuni Fríðu, har landshetja okkara Nólsoyar Páll legði lunnar undir nútíðar føroyska sigling. Suðri í Vági hava tit megnað at varðveitt tykkara ríka sið kring grindadráp. Eitt er at reka og halda til. Men annað eru amboðini og flutningstólini. Og her er hitt fremsta av øllum – báturin. Hin føroyski báturin, sum er okkara fremsta eyðkenni. Ikki bara á stevnum, tá róð verður um Grindabátar á Havnarvág: – Ein vøkur stjón Vit prenta her røðuna hjá borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen