mánadagur 3. august 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2009
29
kapp, men eisini tá vit hyggja at
handverksliga partinum av
føroysku listini. Her er báturin
okkara allra fremsta listarliga
eyðkenni, og samstundis eitt
brúksamboð.
Suðri í Vági hava tit varðveitt
ikki bara ein, men eitt tíggjutal
av aldargomlu grindabátunum.
Annað er so tann hevd, sum altíð
hevur verið í Vági kring skipan
av grindadrápi.
Hyggja vit í 100 ára filmin,
sum hvørt húskið í Tórshavnar
kommunu hevur fingið í
summar, so síggja vit eitt
grindadráp við Kongabrúnna í
1946. Í litum. Og teir eru ikki
tespiligir – litirnir í grindadrápi í
gomlu Havnini.
Men eingin rennir undan
søguni. Og tað slettis ikki eins
egnari søgu. Í umrødda filmi
sæst skilliga, hvussu havnarfólk
fóru um grind og tvøst fyri
hálvari øld síðani.
Við dagsins fjarstøðu kunnu
vit siga, at fólk í Havn vóru ikki
eins tætt knýtt at havinum og tí,
sum havið gav, sum tit suðuri í
Vági.
Meðan vit høvdu skrivstov
urnar høvdu tit teir stóru
fiskaútflytararnar, sum høvdu
sambond við katólsk lond úr
Biskayabuktini og Spania til
Miðjarðarhavið og Grikkaland. Í
Havn høvdu vit ikki hesar víðu
og ríku havsbrýr og marknaðir.
Meðan tað var sjálvsagt at
kalla eini hús við vágna í Vági
fyri Valensia, so skilti havnarólk
ikki petti av hesari lívligu
suðrisku mentan, ið saman
tvinnaði fiskaarbeiði, fiskaút
flutning og lívligt undirhald við
dansi – ja, sum var tað í spanska
Valensia.
Men gamaní, norðanfjørðs
hava vit eisini lært nógv um
grind og grindadráp hesi seinast
áratíggju.
Ikki bara skipanin og reiðskap
urin er vorðin betri og effektivari,
men eisini hava vit varnast tað
heilsufrøðiliga kring sjálvt
drápið. Tí bar ikki til at halda
fram við hesum á Eystaruvág og
út frá Kongabrúnni.
Seinni kom so ídnaðarliga
dálkingin, sum heimshøvini bera,
inn í myndina, og landslæknin
ræður nú frá, at vit yvirhøvur
taka hesa Guðs gávu í munnin,
tíansheldur seta hana á borðið.
Livst, so spyrst, hvussu tað fer at
ganga. Kenni eg ólavsøkuvertir
rætt, so fara tit ikki útaftur uttan
ein turran grindabita og spikbita.
Men nú tit hava tikið land við
Skinnarasker her norðuri, vilja
vit í býráðnum geva tykkum eina
minnisgávu. Gávan vísir á hetta,
sum tit í Vági hava átt og dugað
at umsitið so væl og vísiliga.
Fyri hálvari øld síðani hava vit
ikki havt karmar til at umsita
hesa gávu í Havnini. Og tað er
áðurnevnda grindadrápið.
Í hesum 100 ára minnisfilmi
um lívið í Havn í hundrað ár
sæst, hvussu handalagið varð, tá
grind varð hildin til her í býnum.
Hevði Miðlaráðið og Films
eftirlitið havt makt, sum tað
hevur akt, so hevði hesin filmur
helst verið bannaður at víst.
Men sum nevnt, eingin rennir
undan søguni. Og myndir, tær
siga meiri enn túsund orð, serliga
tá tær verða livandi og í litum.
Sum ein ímynd av, hvat tit í
Vági eiga og hava varðveitt, vil
eg – við skálkinum aftanfyri oyra
eitt leygarkvøld í Havn upp undir
ólavsøku – handa tykkum hvør
sín film um lívið í Havn, soleiðis
sum borgarin hevur sæð tað í 100
ár.
Umframt filmin fara vit eisini
at handa tykkum 100 ára
búmerkið at seta í bringuna.
Vælkomnir til Havnar og alt
tað, sum Havnin hevur at bjóða
við henda fyrsta føroyska
keikantin – og longur inneftir,
har Bátafelagið fer at skipa fyri
bryggjudansi í kvøld.
Takk fyri henda søguliga
heiður at hitta tykkum her í dag
og fyri tykkara megnar avrik at
rógva norður um fjørð.
Vælkomnir til Havnar !
Heðin Mortensen
Borgarstjóri