Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 tíðindi Nr. 144 - 3. august 2009 Fekk 9 ára fongsul Clark Olofsson, sum verður hildin at vera ein tann ringasti brotsmaðurin í Svøríki, hevur aftur fingið eina drúgva fongsulsrevsing. Fríggjadagin var hann í rættinum í býnum Linköping, og tað endaði við, at hann fekk níggju ára fongsulsrevsing fyri umfatandi handil við rúsevnum. Umframt Clark Olofsson, sum hevur fingið sær navnið Daniel Demuynck, vórðu átta aðrir menn dømdir í fongsul fyri rúsevnahandil. Clark Olofsson, sum nú er 62 ára gamal, hevur sitið tað mesta av lívi sínum í fongsli. Longsta gassleiðingin Seinasta hósdag fóru russar undir at leggja eina gassleiðing tvørtur um Sakhalin-nesið til býin Vladivostok. Leiðingin skal tó ikki bara brúkast til at flyta gass til fólkið har eysturi í tí stóra landinum, tí russar ætla eisini at flyta gass úr Vladivostok til Kina og Japan. Eftir ætlanini verður arbeiðið at leggja leiðingina liðugt í 2012, tá Russland er vertur fyri toppfundi hjá londunum í APEC-felagsskapinum, sum umboðar lond í Kyrrahavinum og Asia. Nýggja leiðingin verður 1.800 kilometrar long. - Vit hava fleiri ferðir vent okkum til Runavíkar kommunu um at gera okkurt við grótbrotið omanfyri parkeringsplássið hjá okkum, men enn er ikki nóg mikið gjørt til tess at tryggja, at grót ikki loysnar úr beninum og kemur oman á parkeringsøkið, sigur Elin á Torkilsheyggi, dagligur leiðari í matvøruhandlinum Brotinum í Saltangará Vandi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri einari viku síðan vendi ein lesari sær til Sosialin og segði seg hava myndir av gróti, sum er loysnað úr beninum omanfyri Brotið í Saltangará og er dottið oman á parkeringsøkið hjá stóra matvøruhandlinum. - Her eru steinar raplaðir og eru komnir heilt út á parkeringsplássini, har bilar plaga at standa. Onkur steinur er so stórur, at mað- ur neyvan hevði lyft hann. Eg meti, at hesin eini stein- urin vigar meira enn 200 pund. Rakti hann fólk, sum gingu á parkeringsplássi- num ella fólk, sum sótu í bili, høvdu tey ongan kjans havt. Eisini teir smærru steinarnir, sum eru loysnaðir úr beninum og eru dotnir út á parkeringsøkið, kundu gjørt av við fólk. Soleiðis sigur lesarin, sum uttan at hava skil fyri, hvussu eitt slíkt benið annars eigur at síggja út, heldur, at nógv leyst grót hongur uppi í ”berginum” omanfyri parkeringsøkið. - Eg dugi ikki at síggja nakra verju, sum kann gera, at møguligt leyst grót ikki dettur niður úr beninum og út á parkeringsøkið, segði lesarin, sum vendi sær til Sosialin. Hann leggur aftrat, at spor eisini síggjast eftir stóra steininum, sum er dottin ovast úr beninum á myndini, ið lýsir, hvussu umhvørvið sær út. - Stór spor eru eisini í asfaltinum undir berginum, segði hann. Ein trupulleiki Elin á Torkilsheyggi, sum er dagligur leiðari í mat- vøruhandlinum Brotinum í Saltangará, sigur, at tað ikki er óvanligt, at smásteinar loysna niður úr beninum. - Men hetta er ógvus- ligasta hending, síðan eg byrjaði her fyri 12 árum síðan, leggur hon aftrat. Elin sigur, at tað er Runavíkar kommuna, sum hevur ábyrgdina av, at benið er trygt, og hon hevur fleiri ferðir vent sær til komm- ununa við málinum, tá smásteinar eru komnir niður á parkeringsøkið. - Nú hava teir so aftur verið her og hava tikið myndir, sigur hon. Dagligi leiðarin sigur, at tað serliga hevur verið norð- ara ”nøsin”, tá tú kemur nið- an móti parkeringsøkinum, sum hevur verið ein trupul- leiki, men her hevur komm- unan syrgt fyri, at hesin parturin er betri tryggjaður ímóti, at leyst grót ikki kem- ur oman á parkeringsøkið. - Vit gjørdust rættiliga kløkk hendan morgunin, sum grótið var komið niður náttina fyri. Eg havi leingi sagt við genturnar, sum arbeiða her og eisini við viðskiftafólk, at tey skulu ansa eftir, hvar tey seta bil- arnar, sigur Elin á Torkils- heyggi, sum harmast um, at ein endalig loysn enn ikki er fingið á hesum trupulleika, sum tey hava á parkeringsplássinum oman- fyri stóra og nógv vitjaða matvøruhandilin. Deyðsvandi lúrir á parkeringsplássi - Vit hava fleiri ferðir vent okkum til kommununa um trupulleikarnar við leysum gróti. Nakað er gjørt, men ikki nóg mikið, sigur dagligi leiðarin í matvøruhandlinum Brotinum í Saltangará, Elin á Torkilsheyggi