Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindi Nr. 144 - 3. august 2009 Hetta er triði túr­ urin hjá ísfiskatrol­ arunum Nónhamri og Fjalshamri, nú Faroe Seafood ger skipini út fyri klaksvíkingar Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú seks skip eru á gull­ laksaveiði alt summarhálv­ árið, og færri skip soleiðis eru at veiða upsa til føroysku fiskavirkini, hevur Faroe Seafood, sum bæði rekur virkir og skip, gjørt sáttmála við Kristian Martin Rasmussen í Klaks­ vík um leigu av ísfiska­ trolarunum, Nónhamri og Fjalshamri. Eftir at teir seks ísfiska­ trolararnir, sum vóru undir hattinum hjá Maru Seafood í Klaksvík, fóru á tvingsils­ sølu og vórðu keyptir av Føroya Banka, keyptu suð­ uroyingar tvey av skip­ unum, Navaran og Borg­ aran, aftur frá bankanum, meðan Kristian Martin Rasmussen og synir hans­ ara keyptu teir fýra, ið eftir vóru, Safir, Smaragd og Fjalshamar og Nónhamar. Tríggjar túrar Tað er ein tíð síðan, at Safir og Smaragd loystu, og nú hava teir báðir trolararnir, ið eftir vóru, eisini verið tríggjar túrar undir hattinum hjá Faroe Seafood. Skipini landa á landing­ armiðstøðini hjá Kongs­ havn í morgun, og veiðan er tilsamans sløk 200.000 pund, at kalla alt er upsi. Tilsamans eiga teir fýra ísfiskatrolararnir, sum Kristian Martin Rasmussen og hansara synir eiga, stívliga 400 fiskidagar um árið, men við tað, at skipini hava mist so nógva fiskitíð í verandi fiskiári, hava tey átt dagar eftir. Nónhamar og Fjalshamar fiska fyri Faroe Seafood Á landingarmið­ støðini Kongshavn í Saltangará hava tey í morgun bæði landað upsa og gulllaks Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Millum skipini, sum landa á landingarmiðstøðini hjá Kongshavn í Saltangará í morgun, eru ísfiskatrolar­ arnir, Stelkur og Bakur, sum hava stívliga 400.000 pund tilsamans, meginpart­ urin upsi. Gulllaksaskipini, Eystur­ búgvin og Vesturbúgvin, landa eisini í morgun. Fyrrnevndi leggur veiðina upp í Saltangará, og hin landar á Toftum. Eysturbúgvin og Vestur­ búgvin hava stívliga 400.000 pund av gulllaksi tilsamans. Fríggjadagin landaðu Polarhav og Stjørnan um­ leið 480.000 pund av gull­ laksi í Saltangará. Á landingarmiðstøðini siga tey, at landaðu nøgdir­ nar higartil í ár eru omanfyri 25.000 tons tilsamans, og hetta er nógv meira enn somu tíð undanfarna ár. Stelkur og Bakur við nógvum upsa Teir hava nú gjørt tríggjar túrar undir hattinum hjá Faroe Seafood, og í morgun landa Nónhamar og Fjalshamar sløk 200.000 pund í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen Kuba ikki kapitalistiskt Kubanski forsetin, Raul Castro, ávaraði í gjár USA og ES um, at ongar ætlanir eru um at broyta landsins politisku skipan, og at hann ætlar sær ikki at endurreisa kapitalismuna í Kuba. Í einari røðu, sum forsetin helt í sambandi við, at tjóðartingið endaði setuna, segði forsetin, at hann er til reiðar at tosa um øll viðurskifti burtursæð frá teimum politisku og sosialu skipanunum í landinum. Tann 78 ára gamli forsetin segði seg vera sinnaðan til at taka lut í einum orðaskifti við USA á javnbjóðis føti. Men ikki um landsins politisku skipan, legði hann afturat. Arbeiðsleys arbeiða Í einari roynd av tálma arbeiðsloysinum millum unfólk hevur bretska stjórnin gjørt av at geva arbeiðsleysum lesandi møguleika at gera vælgerðararbeiði uttan fyri landoddarnar. Skipanin er komin í lag í samstarvi við samtakið Raleigh International, og hon gevur teimum arbeiðsleysu høvi til at arbeiða í eitt nú India ella Costa Rica sum sjálvboðin. Sambært blaðnum Times skulu tey lesandi rinda ein part av kostnaðinum sjálv, og megna tey ikki at rinda alt, fáa tey tað írestandi frá tí almenna. Stjórnin í London sigur, at skipanin er mennandi fyri tey ungu. Í morgun landa teir trolaran Haki í Klaksvík. Skipið hevur 350 tons av frystum, sum teir hava fiskað í Grønlandi Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrstu tveir dagarnar í hesi vikuni verður neyvan nøkur ísfiskalanding í Klaksvík, men mikudagin er væntandi, at trolararnir Safir og Smaragd koma inn at landa. Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík verður sagt, at Safir og Smaragd hava gjørt nakrar túrar, síðan teir fóru til fiskiskap aftur fyrr í ár, og sum skilst hevur veiðan verið brúki­ lig, sum tikið verður til. Í morgun landa teir trol­ aran Haki, sum JFK rekur. Skipið fiskar í Grønlandi og veiðan, sum skipið leggur upp í Klaksvík í dag, er um 350 tons av frystum fiski, meginparturin svartkalvi og toskur. Fiskurin verður í fyrsta lagi koyrdur norður á frystigoymsluna í Ánunum. Úr Klaksvík siga teir annars frá smáligum út­ róðri, og seinastu tíðina hevur allur línuflotin ligið við bryggju, tí tað er ikki lønandi at loysa skipini við verandi fiski­ skapi og fiskaprísum. ­ Væntandi loysir línu­ flotin ikki aftur fyrr enn seinni í august, siga tey á Landingarmiðstøðini. Allir línubátarnir í Klaksvík liggja Hesin steinurin, sum datt niður úr beninum og niður á parkeringsøkið hjá Brotinum eina náttina herfyri, vigar helst meira enn 200 pund