týsdagur 4. august 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 145 - 4. august 2009
Aksel V. Johanne sen,
landsstýrismaður
við Heilsumálum,
staðfestir, at kallað
verður til fundar at
finna loyst á CTD
í komandi viku, og
áðrenn mánadagin
fer hann at boða
landsstýrinum frá
at tørvur verður á
peningi
CTD
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ein mordari gongur leysur.
Hann velur fólk, sum eru í
familju og fer serliga eftir
smábørnum og ungum. Tey,
sum
dreparin
er
eftir
doyggja áðrenn tey eru 30
ára gomul.
Seinasta árið er tað í fleir
talið, at CTD hevur dripið,
og nú ætlar landsstýrið, at
okkurt skal henda í mál
inum.
Áðrenn í gjár visti eg
øgiliga lítið um hetta málið,
men vit halda ein fund við
viðkomandi pørtunum í
kom andi viku, har vit miða
eftir at finna eina loysn,
sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir á, at tað í løt
uni eru tvey tilmæli, og á
fundinum í komandi viku,
skal finnast fram til, hvør
av hesum leistum skal nýt
ast ella um báðir skulu
verða nýttir.
Danska loysnin
Annað tilmælið er frá
danska
heilsustýrinum.
Ætl anin í tí, er at nýta so
kallaðu PKUkortini, sum
eru blóðroyndir, sum eru
gjørdar frá 1982, men tey
frá 1986 verða mett at vera
nóg góð til kanningar.
Aksel Johannesen er eitt
sindur ivasamur um hesa
loysnina.
Tá mann fer at kanna
hesi kortini eru so nógv
atlit at taka. Spurningurin
er bæði etiskur og løg frøði
ligur, tí spurningurin er, um
tú kanst kanna fólk, uttan at
tey vita av tí og hava givið
samtykki til tess. Hóast vit
vanliga fylgja heilsustýr
inum, so er støðan hon, at
upp til 15 prosent koma
skeivt
fyri,
og
tí
er
møguleiki fyri, at fólk fara
at ganga í góðari trúgv um
at tey eru frísk og hava
sjúkuna uttan at vita av tí.
Løgfrøðiliga ber tað
helst til at kann kortini, og
mann roynir eisini at hjálpa
fólki, men tað eru so nógvir
aðrir
spurningar,
sigur
hann.
Steuerwald loysnin
Týski barnalæknin, Ulrike
Steuerwald, er komin við
hinum
tilmælinum. Tað
leggur upp til, at allir før
oyingar skulu fáa møguleika
fyri at verða kannaðir á eini
føroyskari kanningarstovu,
og hon heldur tað vera sera
óetiskt at kanna fólk, sum
ikki vita av tí. Somuleiðis
heldur hon tað vera sera
óheppið, at øll, sum ikki
eru fødd í Føroyum, ikki
hava PKUkort, sum kann
staðfesta sjúkuna.
Landsstýrismaðurin
er
eisini eitt vet ivandi um
hesa loysnina.
Hetta er helst dýrara
loysnin, um landið skal
rinda allan kostnaðin, men
ein møguleiki er at geva
øllum møguleikan at verða
kannað ímóti einum brúk
aragjaldi. Hetta hevur so
við sær, at tað helst verða
summi, sum eru sjúk, men
ikki verða kannað, men
hava øll havt møguleikan,
sigur Aksel V. Johannesen.
Hann leggur afturat, at
mann ikki kann tvinga fólk
at taka royndina.
Fólk verða kannað
Aksel V. Johannesen greiðir
eisini frá, at tað longu er
soleiðis, at fólk verða kann
að.
Kenna fólk seg ótrygg
og eru í familju við onkran
við sjúkuni, so kunnu tey
fara til kommunulæknan,
sum síðani tekur støðu til
hvørt einstakt mál, so tað
ber ikki til at siga, at fólk
ikki verða kannað, staðfestir
hann.
Hann vísir eisini á, at tað
eru nógv fólk, sum longu
eru kannað, men at ein
veruligur skipaður leistur
má finnast.
Tíðin óviss
Tá
landsstýrismaðurin
verð ur
spurdur,
hvussu
langa tíð tað tekur, áðrenn
mann hevur bilbugt við
dreparanum, so vil hann
ikki staðfesta nakað.
Tað skal sjálvandi gerast
so skjótt sum gjørligt, men
mann kann ikki krevja, at
tað tekur styttri tíð enn
fakfólkini eru før fyri, sigur
landsstýrismaðurin,
sum
áðrenn mánadagin fer at
boða landsstýrinum frá, at
tað verður tørvur á peningi.
Í fyrsta umfari nakrar fáar
milliónir.
Men vit halda fundin í
komandi viku, og tá sleppi
eg at hoyra, hvat fakfólkini
hava at siga. So taka vit
eina loysn harfrá, sigur
Aksel V. Johannesen.
Fer eftir pengum ímóti
drepara mánadagin
Oljutrot um fimm ár
Eftir at hava verið upp á tað mesta er framleiðslan á
teimum størstu oljuleiðunum í heiminum farin at minka,
og tað kann fáa sera álvarssamar avleiðingar, sigur
búskaparfrøðingurin Fatih Birol, ið arbeiðir hjá altjóða
orkustovninum IEA. Í samrøðu við bretska blaðið The
Independent sigur hann, at innan fimm ár verður eitt ávíst
oljutrot, sum kann hava við sær, at altjóða fíggjarkreppan
verður drúgvari enn mett. Fatih Biral sigur við bretska
blaðið, at altjóiða samfelagið eigur at fara frá oljuniu,
áðrenn oljan fer frá tí.
Obama krevur tolsemi
Tann vanliga so bjartskygdi amerikanski forsetin, Barack Obama,
roynir nú at siga amerikanska fólkinum, at tað fer at taka fleiri
mánaðir, áðrenn kreppan fer at hasa so mikið av, at tað kann venda.
Orðini komu ikki sørt óvart á eygleiðarar, tí so seint sum
fríggjadagin vístu hagtølini, at afturgongdin í amerikanska
búskapinum var lítil í øðrum ársfjórðingi. Obama segði seg eisini
vænta, at arbeiðsloysistølini í USA fara at veksa, og at talan verður
ikki sum nakra vend, fyrr enn arbeiðsloysistølini fara at minka aftur.
Aksel V. Johannesen fer í komandi viku á fund við serfrøðina, og tá er ætlanin at velja ein varandi leist ímóti CTD