Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 4. august 2009 3 Eykaaðalfundur í P/F Føroya Banka www.foroya.fo Boðað verður við hesum til eykaaðalfundar í P/F Føroya Banka fríggjadagin tann 21. august 2009, kl. 17.00 á Hotel Føroyum, Tórshavn Dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum Dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum koma at liggja frammi á høvuðs- skrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin. Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv upp á kr. 20. Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt: 8.2. Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum hava biðið um atgongumerki og atkvøðuseðil. 8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrú fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga til- samans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu koncern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. 8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, ímóti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár. 9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta. Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum. 9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum-kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi. P/F Føroya Banki hevur gjørt samskipanaravtalu við Værdipapircentralen A/S. Partaeigarar bankans kunnu velja P/F Føroya Banka sum kontoførandi stovnur við atliti til at útinna tey fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F Føroya Banka. P/F Føroya Banki, nevndin Dagsskrá 1. Uppskot frá nevndini um at geva nevnd bankans heimild til at upptaka lán (hybridan kjarnukapital) sambært lov om statsligt kapitalindskud i kreditinstitutter (bankapakki II). Aðalfundurin gevur, smb. § 43 í partafelagslógini, nevnd bankans heimild til – í einum ella fleiri umførum – at taka avgerð um upptøku av láni móti obligatiónum ella øðrum skuldarbrøvum við rætti til rentu, hvørs renta heilt ella partvís er tengd at tí vinningsbýti ið partabrøv bankans geva, ella at vinningi bankans (hybridan kjarnukapital), tó soleiðis at bankans samlaði hybridi kjarnukapitalur í mesta lagi svarar til 35 % av bankans kjarnukapi- tali. Henda heimild verður galdandi inntil komandi ársaðalfund bankans. 2. Val av nevndarlimum Nevndin verður vald á aðalfundinum, undantikið teir nevndarlimir, sum verða valdir sambært reglunum um starvsfólkaumboðan í nevndina. Sambært grein 10.2 í viðtøkunum skal aðalfundurin velja 4-6 nevndar- limir, sum sita til næsta ársaðalfund. Teir verandi 4 aðalfundarvaldu nevndarlimirnir standa fyri vali. Nevnd- in mælir til afturval av verandi 4 aðalfundarvaldu nevndarlimum. 3. Ymiskt Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu bank ans www.foroya.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330. Seina sta freist fyri bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum er mána- dagin 17. august 2009 kl. 16.00. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møgu- leika at geva skrivliga fulltrú. Á heimasíðu bankans www.foroya.fo umframt á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn, er eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú at møta og atkvøða tygara vegna. Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar hvørs partabrøv ikki eru skrá- sett við navni, verða útgivin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 dagar gamlari útskrift frá Værdipapircentralen A/S ella frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðið), sum skjalprógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at parta- brøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn aðalfundurin er hildin.