Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 145 - 4. august 2009 Obama nógvar drápshóttanir Amerikanski forsetin, Barack Obama, fær umleið 30 drápshóttanir um dagin, og tað hevur gjørt, at Secret Service hevur hert eftirlitið við forsetanum og trygd hansara. Hetta stendur í einari bók, sum júst er útkomin. Blaðið Telegraph skrivar úr bókini, at síðanoi for­ setaskiftið í januar hava Hvítu Húsini fingið fýra ferðir fleiri dráps­ hóttanir ímóti forsetanum enn undan skiftinum. Tá George W. Bush var forseti, fingu Hvítu Húsini umleið 3.000 drápshóttanir um áriðm, og tað talið er nógv størri í ár, verður sagt. Berjast um viðskiftafólk Teir báðir størstu bankarnir í Danmark, Danske Bank og Nordea, eru farnir at berjast um fólk, sum eiga pengar á bók. Tað skrivar Jyllands­Posturin. Ein bankaserfrøðingur sigur við blaðið, at teir báðir bankarnir bjóða nú fólki so høga innlánsrentu, at tað er týðiligt, at teir eru farnir at kappast um viðskiftafólkini. Bankarnir dylja tað heldur ikki, men viðganga, at endamálið við teirri høgu innlánsrentuni er at fáa viðskiftafólk frá øðrum. Danske Bank ásannar eisini, at hann bjóðar fólki trý prosent í innlánsrentu, hóast tað gevur bankanum hall. - Vit hava lært, at tað, sum skapar kreppur í Føroyum í nýggjari tíð, hevur ongantíð verið ov lítið av peningi, men heldur ov nógvur peningur. Okkara royndir eru, at kreppurnar eru skaptar, tá felags- skapurin og samhalds- festi hava verið offrað fyri egingirndina, og vit hava slept teimum virðunum, ið kunnu endurskapast og hvíla í sær sjálvum, til frama fyri, at tey fáu kunnu seta framtíð okkara í pant, segði formaður Tjóðveld- isins, Høgni Hoydal Løgmansrøða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Høgni Hoydal segði í sínari røðu, at føroyingar hava ómetaliga nógv at vera ernir av. ­ Í fyrsta lagi er okkum unt at liva og virka í Føroyum. Vit eru partur av meiri enn 40 ættarliðum, ið hava skapt lív og virðir á hesum oyggjum ­ mitt í sjónum í Norðuratlantshavi. Vit eru partur av eini ment­ an og einum samleika, ið hevur ment seg, endurnýggj­ að seg og nútímansgjørt seg – ímóti øllum forsagnum og øllum ídnum afturhaldi, sum hann tók til. Hann legði aftrat, at sjálv­ sagt hava føroyingar dygdir og lýtir eins og øll onnur. ­ Vit eru ikki betri enn onnur fólk, onnur lond ella aðrar tjóðir. Og vit eru heldur ikki verri. Men vit eru her. Við tí arvi, okkum er givin og við teimum framtíðarmøguleikum, sum vit kunnu velja at stríðast fyri – ella vraka. Her hava vit øll vovið teir ósjónligu træðrir av sosialum felags­ skapi, menniskjaligum virð­ um, søgu, gleði, sorg, ást, vónbrotum og nýggjari vón, ið spinna tær elalítlu mesk­ arnar í tað netið av veru­ ligum og varðandi virðum, sum skapa okkara meining og samleika sum menniskju, segði Høgni Hoydal í byrjanini av síni umrøðu av røðu løgmans á ólavsøku. Áðrenn hann fór víðari í síni drúgvu umrøðu, helt formaður Tjóðveldisins fyri, at alt hetta eigur at geva okkum stórt áræði og virkishug. ­ Hetta eigur at fáa okkum at kasta undirbrotligheitina av okkum og tora at taka tey stig og seta tey mál, ið vit øll vita eru neyðug til tess at menna okkum sum einstaklingar og sum tjóð. Egingirndin Høgni Hoydal segði, at tað, sum hevur skapt kreppur í Føroyum í nýggjari tíð, ikki hevur verið vantandi pen­ ingur, men vit hava rent okkum í kreppur, tá vit hava havt ov nógvan pening. ­ Vit hava havt kreppur, tá ov nógvur peningur hevur verið sprændur út í skipanir, ið annars kundu ment seg sjálvar, men sum eru køvdar av skeivum avgerðum. Tá peningur, sum ikki hevur varðandi virði ella veruliga framleiðslu og botn aftan­ fyri seg, hevur verið hildin at verið grundarlagið fyri vælferð. Ov nógvur pening­ ur, sum er nýttur skeivt í jagstran eftir persónligum løtuvinningi ella fiktivum virðum til fáar úrvaldar bólkar. Okkara royndir eru, at kreppurnar eru skaptar, tá felagsskapurin og sam­ haldsfestið hava verið offrað fyri egingirndina, og vit hava slept teimum virðum, ið kunnu endurskapast og hvíla í sær sjálvum, til frama fyri, at tey fáu kunnu seta framtíð okkara alra í pant, segði hann. Høgni legði aftrat, at trygdin hjá okkara pensjón­ istum, sjúku og veiku, ligg­ ur í tí sum, sum tey sjálv hava skapt av virðum og í tí, sum vit sjálv gjalda til felagsskapin. ­ Trygdin liggur ikki í peningi úr øðrum landi, samstundis sum vit halda, at peningur úr okkara egnu framleiðslu kann brúkast til persónlig prestisjuprosjekt og størri fyrimunir til tey vælbjargaðu. Hann vísti á, at heims­ umfevnandi fíggjarkreppan eigur at hava lært okkum – og vónandi aðrar tjóðir við­ somu greiðu setningar. ­ Ein fíggjarheimur hevur troðið ein villan dans um øll heimsins lond, ið hevur ver­ ið bygdur á at flyta íspunnin virðir á færri og færri hend­ ur, meðan eingin verulig framleiðsla og virðir hava verið aftanfyri. Einki fólka­ ræðið ella fólkavalt eftirlit hevur havt minsta tamarhald á hesum blindu kreftum. Tá dansurin ikki slapp longur út í ytstu krókar, og økta ferðin ikki kundi føðast við nýggjum fiktivum virðum, kann dansurin nú ikki troðast undir moldum, segði Høgni Hoydal. Hægri mál Formaður Tjóðveldisins segði, at stundin eisini komin til, at partapolitiska skipanin og politiska leiðsl­ an í Føroyum torir at taka í egnan barm. ­ At vit gera upp við tær ódygdir og mistøk, ið hava merkt heimastýrisligu til­ vildina og ábyrgdarloysið í okkara skipan. Sum hava virkað beint ímóti teimum skapandi kreftum og frælsis­ tøkum, ið eru trýst fram uttanfyri politisku skipan­ ina. Vit eiga at taka ein heilt annan tátt upp í føroyskum politikki og fólkaræði. Vit mugu seta okkum høg mál og leggja ætlanir, sum kunnu viðgerast fólkaræðis­ liga og opið – og sum vit kunnu standa til svars og ábyrgdar fyri at halda. Høgni segði, at vit fyrst noyðast á ásanna, at Føroyar seinastu árini hava ligið í leiðsluloysi, málloysi og hugsjónarloysi í føroyskum politikki – og at vit tíverri hava endurtikið somu mis­ tøk aftur og aftur. Tá fólkið í landinum hevði niðurgoldið uttan­ landsskuldina og hálv triðja miljard varð sett á bók, fóru vit aftur bara at fremja gerðabýtispolitikk. Handan afturlatnar dyr vórðu so­ nevdnar “semjur” gjørdar millum flokkar, ið einki mál ella kós ella grund­ geving høvdu uttan tað, at hetta vóru “semjur”. Einki orðaskifti varð møguligt, og talaði nakar at ella mælti til aðrar ætlanir, varð farið eftir persóninum og sett spjaldur á teir og teirra bak­ grund. Boðberin varð skotin og tiptur sum skjótast. Pen­ ingur varð oystur út í skatta­ lættum, ovurnýtslu og bard­ agar um prestisjuprosjekt, hóast búskapurin varð við at byggja seg upp í eini rímiligari javnvág. Almenn ogn varð seld og eisini tann peningur nýttur, hóast sam­ tykt at varð, at peningurin skuldi í grunn til framtíðina, legði hann aftrat. Hann vísit á, at eingin broyting varð gjørd í ser­ skipanum ella kreppuloys­ num og bygnaði – og eingin gongd varð sett á nýggjar útbyggingar í økir, ið kundu skapa varðandi virðir. ­ Tilfeingisumsitingin helt fram óbroytt, hóast øll serfrøði vísti, at stórar broytingar vórðu neyðugar til tess at endurskapa virðini – og felags ogn varð keypt og seld og kapitalur tikin úr vinnuni til einstaklingar. Eingi mál vórðu sett til at skipa Føroyar frælsar og skapa okkum atgongd til heimssamfelagið. Alt varð parkerað. Í staðin var aftur handlað, eins og Føroyar skulu vera eitt akvarium, har fóðrað verður niður gjøgnum eitt lítið hol í glasloftinum. Og so varð fóðrað ov nógv, so alt fór at køvast. Tá áttu vit heldur at havt tikið veggirnar niður, so vit kundu virka saman við heimsins tjóðum, og soleiðis at heimurin kundi komið til okkara. Ítøkilig mál Høgni Hoydal segði, at úrslitið av øllum hesum nú er okkara avbjóðing í dag. ­ Vit hava spilt fimm ár burtur við ongum og skeiv­ um avgerðum. Vit hava hall á fíggjarlógini, ið táttar upp ímóti tí mesta vit nakrantíð hava havt – og tíverri er einki av hesum stóra halli til framtíðar átøk, ið kunnu skapa nýggj og varðandi virðir, segði formaður Tjóðveldisins, ið sum nevnt hevði eina drúgva framløgu á tingi mánadagin. Í síni røðu hevði hann eisini fleiri ítøkilig boð uppá, hvussu Tjóðveldi metir, at føroyska samfelagið eigur at rekast víðari, nú naggatódn eftir hansara tykki hevur verið um framtíðarmál Før­ oya seinastu árini. Egingirnd skapti kreppunar í Føroyum - Vit hava spilt burtur fimm ár við ongum og skeivum avgerðum, segði Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins, tá hann umrøddi løgmansrøðuna mánadagin Mynd: Jens Kr. Vang