týsdagur 4. august 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 145 - 4. august 2009
Í síni umrøðu av løg
mansrøðuni segði
John Johannesen,
formaður Javnaðar
floksins á tingi, á, at
tað kann fáa ógvuliga
óhepnar avleiðingar
fyri samfelagið – langt
inn í framtíðina
– um Føroyar fáa eitt
veksandi ungdóms
arbeiðsloysi. – Hetta
kann hava við sær
keðiligar sosialar og
menniskjansligar
avleiðingar.Umráð
andi er, at samgongan
heldur fast um áður
gjørdu avtaluna um at
játta neyðuga pening
in, so ungdómurin
kann velja miðnám
fram um arbeiðsloysi
Løgmansrøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
John Johannesen segði, at
løgmaður í síni røðu á
ólavsøku vísti stóra virðing
fyri teimum, ið undan fóru
og helt, at hetta bæði var
hóskiligt, virðiligt og júst
nakað, hann hevði væntað
frá Kaj Leo Johannesen,
sum leggur stóran dent á
virðingina fyri tí einstaka.
- Vit eru umboð hjá fólki-
num til at taka avgerð vegna
fólkið. Tí eigur politikkur
at snúgva seg um menn-
inskjavirðing, menninskja-
virði og menniskjatilfeingi.
Styrkin í einum samfelag
er, um øll trívast og kunnu
taka aktivt lut og kenna at
tey taka aktivt lut. Tað eru
ikki kaldar justeringar í ein-
um rokniarki, ið styrkja og
menna eitt samfelag. Tí er
størsta avbjóðingin at halda
fast í at skapa eitt samfelag,
har tann einstaki kennir seg
væl í felagsskapinum, kenn-
ir seg at taka lut og gera
mun í felagsskapinum -
kennir seg til nyttu og
virdan. Í hesum liggur tann
sterkasta trygdin fyri øktum
kappingarføri, fyri einum
sterkum búskapi og áhald-
andi búskaparvøkstri. Tað
er sanniliga ikki rokniarkið,
men menniskjað, sum skap-
ar framburð, helt løgtings-
maðurin fyri.
Hann vísti aftur á røðuna,
har løgmaður segði, at vit í
dagliga politiska arbeiðnum
eru ósamd um, hvussu vit
skulu skipa okkum í landin-
um. Men soleiðis er polit-
ikkur, segði løgmaður, sum
legði aftrat, at hann alla
tíðina kennir á sær, at undir
øllum, sum gjørt verður og
tí, vit eru, býr savningar-
megin í samfelagnum.
- Uttan at koma við nakr-
ari niðurstøðu, havi eg hug
at seta fram spurningin, um
tað í dag veruliga er savning-
armegin, ið er grundleggj-
andi og býr undir øllum.
Í hesum viðfangi reisti
John
spurningin,
um
politikarar gera sítt arbeiði
til lítar.
- Brúka vit orkuna til í felag
at finna fram til bestu loysn-
irnar fyri samfelagið og tann
einstaka í felagsskapinum -
ella eru vit farin at brúka
orkuna negativt? Er tað heldur
spjaðingarmegin, ið hevur
fingið fastatøkur á okkum?
Eru vit farin at ganga á odda í
at bróta niður, í at leita eftir tí
negativa og at leggja fótonglar
heldur enn at byggja upp?
Hava vit kjak um, hvussu vit
á bestan hátt kunnu brynja
samfelagið til avbjóðingarnar
- ella brúka vit talutíðina og
politiska virksemið annars til
at lasta hvønn annan? spurdi
løgtingsmaðurin,
ið
sum
nevnt ikki kom við síni egnu
niðurstøðu.
Og so kortini legði hann
aftrat.
- Kann hetta smitta út í sam-
felagið, so spjaðingarmegin
gerst alt meira ráðandi, júst í
hesum avbjóðandi tíðum, har
tað er ógvuliga umráðandi, at
júst savningarmegin er so
sterk sum gjørligt?
Hann helt, at hetta eru
spurningar, sum løgtinglimir
eiga at hugsa um, nú hol
verður sett á nýggja tingsetu.
Truplar tíðir
John Johannesen segði, at
føroyska samfelagið stendur
yvirfyri stórum avbjóðingum
í hesum tíðum, og tí er skilligt,
at ikki er so lætt at koma við
stórum armsveiggjum í hesi
løgmansrøðu.
- Men umráðandi er hjá
løgmanni at halda fokus á
tað, sum skal til her og nú
fyri at tryggja liviumstøð-
urnar hjá føroyska fólkinum.
Røðan er sjálvsagt merkt av
heimsumfevnandi fíggjar-
kreppu. Men vit mugu kort-
ini ikki gloyma at líta fram-
eftir. Hugsjónarligt grund-
festi og fakliga arbeiðið í
Visjón 2015 eru góð amboð
til tess.
Formaður Javnaðarflok-
sins á tingi segði, at uttan
mun til, hvussu stórt bú-
skaparliga hóttafallið verð-
ur, eiga Føroyar at sláa
manngarð um grundleggj-
andi vælferðartænasturnar í
samfelagnum,
eitt
nú
sjúkrahúsverk, skúla og
allar almennar skipanir, ið
eru til at lofta fólki og
hjálpa til, at tey so ella so
aftur kunnu fáa ein aktivan
lut í samfelagnum.
- Men loftar vælferðar-
samfelagið Føroyar nóg væl,
og ber tað veruliga nóg væl
við til at hjálpa fólki at økja
sær um førleikarnar, so tey
kunnu koma styrkt víðari?
spurdi hann, samstundis
sum hann vísti á batar í eitt
nú ALS-skipanini.
Ungdómurin
Løgtingsmaðurin segði seg
tó ivast í, um orð løgmans
um, at eingin skal vera
noyddur at flyta av landinum
vegna arbeiðsloysi kunnu
tryggja, at eingin burtur-
flyting verður.
- Eftir mínum tykki eiga
vit at brúka orku til fleiri
aðrar týdningarmiklar tættir,
um løgmaður skal geva sær
vón um at halda hetta lyftið.
John
vísti
í
hesum
viðfangi á tað neyðuga í, at
fíggjarorka verður sett av,
so allur ungdómur, ið søkir
inn á miðnám, sleppur inn.
- Hetta er alneyðugt fyri
at byrgja upp fyri einum
vaksandi ungdómsarbeiðs-
loysi. Fáa vit eitt ov vaks-
andi ungdómsarbeiðsloysi,
kann hetta fáa ógvuliga
óhepnar avleiðingar fyri
samfelagið langt inn í fram-
tíðina. Harumframt kann
hetta hava við sær keðiligar
sosialar og menniskjaligar
avleiðingar. Tí er ógvuliga
umráðandi og avgerandi, at
samgongan
og
tingið
stendur fast um áður gjørdu
avtaluna, um at játta neyð-
uga peningin, so ungdóm-
urin kann velja miðnám
fram
um
arbeiðsloysi.
Haraftrat eiga vit sjálvsagt
at verja um víðari útbúgv-
ingarnar í Føroyum og eis-
ini at skapa fyritreytir fyri
øktum útbúgvingartilboð-
um, segði John Johannesen,
sum vísri á ymiskar møgu-
leikar í hesum sambandi.
Heldur miðnám
enn arbeiðsloysi
- Vit eiga at verja um víðari útbúgvingarnar í Føroyum og eiga at skapa fyritreytir fyri øktum
útbúgvingartilboðum, segði John Johannesen
Mynd: Jens Kr. Vang
Sjórán gevur pengar
Somaliskir sjórænarar hava slept týska bingjuskipinum
Hansa Stavanger, sum teir rændu fyri fýra mánaðum
síðani. Ein talsmaður fyri sjómannafelagið Seafarers
Assistance Programme sigur við fronsku tíðindastov-
una AFP, at sjórænararnir fingu loysigjald fyri skip og
manning, og sambært týsku tíðindastovuni DPA fingu
teir 2,7 milliónir dollarar. Tað hevur ein talsmaður fyri
sjórænararnar eisini váttað. Hansa Stavanger bleiv rænt
tann 4. apríl á leiðini millum Seychelloyggjarnar og
Kenya. 20 mans vóru við skipinum, teir flestu úr
Filipsoyggjunum.
Sveima niður á Norðpólin
Russiska hermegin ætlar at lata nakrar av sínum monnum
leypa í fallskíggja niður á Norðpólin í apríl næsta ár. Men
hugskotið er ikki fallið í góða jørð hinumegin pólin. Kanad-
iski verjumálaráðharrin, Peter MacKay, sigur, at um tey
russisku hermannaflogførini koma inn í kanadiskt loftøki,
fáa tey mótstøðu. Ein talsmaður fyri ta russisku sendistov-
una í Kanada roynir at sissa kanadiumenn. Hann sigur við
fjølmiðlarnar, at málið við ferðini er at hátíðarhalda, at 60 ár
eru liðin, síðani tann fyrsti maðurin leyp út í fallskíggja í tí
arktiska økinum, og at málið hevur einki við politikk ella
løgfrøði at gera.