Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 145 - 4. august 2009 rin álleys Foreldrini enn í Kekkia Foreldrini, sum rændu sítt egna barn av sjúkrahúsinum í Esbjerg í síðsta mánað og fóru til Kekkia við tí, sita framvegis í varðhaldi í kekkiska býnum Brno. Harafturímóti er smádrongurin, sum eitur Thor, komin aftur til Danmarkar. Ein talsmaður fyri donsku løgregluna sigur við blaðið JydskeVestkysten, at væntandi koma foreldrini til Danmarkar seinni í hesari vikuni. Enn hevur løgreglan ikki avgjørt, um foreldrini skulu til grundlógaravhoyring, tá tey koma aftur. Sonin fáa tey ikki, tí longu undan burturflytingini høvdu myndugleikarnir gjørt av at taka hann frá teimum, tí bæði eru rúsevnamisnýtarar. Skuldi til Svøríkis Í 1988 ætlaðu amerikonsku myndugleikarnir at handtaka leiðaran hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja, Pol Pot, og at flyta hann til Svøríkis, so hann kundi koma fyri rættin har. Men svenska stjórnin vildi ikki hava Pol Post. Hetta sæst í loyniligum skjølum, sum svenska útvarpsstøðin Ekot hevur fingið fatur á. Har sæst, at amerikanskir umboðsmenn tosaðu við svenska uttanríkisráðið um málið, men at sviar søgdu nei. Pol Pot stóð á odda fyri ræðustýrinum hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja frá 1976 til 1979, tá umleið 2,5 milliónir fólk vórðu fyribeind. - Eg visti, hvat henni dámdi, og eg fór avstað og segði, hvat eg vildi hava av dúkum. Mær varð sagt, at tað bar ikki til, sum eg ætlaði, men eg var treiskur, so eg keypti ráhvítar dúkar og blámynstrutan løbara við líka vorðnum serviettum, sigur Herman. Tá ið hann fór í býin, hevði hann vermammuna við, men tað hevði ikki ver- ið neyðugt, tí hann spurdi hana ongantíð til ráðs. Hon gekk bara í hølunum á hon- um og helt hann duga væl at velja. Hann keypti smáar urta- pottar við grønum og hvít- um, tí alt skuldi ikki vera blátt. Silvurfat valdi hann at seta á borðið vð sandi, skelj- um og stórum ljósum á. - Eg má viðganga, at eitt sindur av fjáltri var á mær, perfeksionistur sum eg eri, sigur Amanda, sum noydd- ist at svølgja nógv, áðrenn hon góðtók, at hann eisini skuldi velja brúðarbukett- ina. Hinvegin høvdu tey kenst í so nógv ár, at hon tordi at hava álit á honum. Kvinnan, sum skuldi gera brúðarbukettina, noyddist at ringja til Amandu fyri at fáa at vita, hvussu kjólin sá út, og hvussu høg hon var. Tað fekk kvinnan at vita, men Amanda fekk einki at vita um brúðarbukettina. - Hetta var so avgjørt øðrvísi uppgávubýti. Tað ger einki um, um vit kvinn- ur eina løtu sleppa kontroll- inum og lata mannin eisini sleppa at ráða í slíkum, tá ið tað vísir seg, at hann dugir, sigur Amanda. Herman kom væl burtur úr tí, sjálvt um hann ongantíð hevði roynt slíkt áður. Frammanundan hevði hann verið í býnum og slotað, og hann hevði eisini verið á netinum, men valið var hansara egna. Einasta íkast hjá Amandu var at gera serviettringar. Hon spurdi pent Herman, um hon kundi sleppa at gera tað, og tað vísti seg, at ringarnir riggaðu væl til serviettarnar. Amanda fekk brúðar- bukettina í hondina, beint áðrenn tey skuldu av Argjum heim í býráðhúsið at verða vígd. Bæði tosa tey um, hvussu væl Heðin Mortensen, borg- arstjóri dugdi, Hølini vórðu prýdd við blómum og ljósum, og í sambandi við vígsluna helt eitt systkina- barn Amandu eina røðu og eina bøn. Alt var so vakurt. Brúdleypið stóð í Páls- stovu. - Eg stóð púra málleys og hugdi bara. Tað sá als ikki út, sum eg hevði væntað. Mær dámdi tað ótrúliga væl, og eg má ásanna, at so væl hevði eg ikki dugað sjálv at gjørt tað. Alt var so full- komið. Bara so flott, sigur Amanda. - Tey lata væl at brúd- leypinum, sum vardi til út á náttina. Tey høvdu opið hús við sjálvtøkuborði. Sunnudagin vitjaðu næstr- ingar og góðir vinir heima hjá teimum á Argjum, men út á kvøldið fóru tey at fyri- reika seg til brúdleypsferð- ina. Mánanáttina fóru tey bæði við foreldrum hennara ein stuttan túr til Danmarkar á brúdleypsferð. Amanda mælir øðrum kvinnum til onkuntíð at lata mannin ráða í slíkum førum í staðin fyri altíð at kveistra hann til viks og altíð sjálvar halda seg duga best. - Og so taki eg tað sum eina stóra kærleiksváttan, alt tað, sum hann gjørdi, sigur brúðurin. Brúðurin Amanda var ovfarin av, so væl Herman var komin frá sínum vali av dúkum og prýði