Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 145 - 4. august 2009 Brúðgómurin Her­ man Petersen stóð sjálv­­ur fyri øllum fyrireikingunum til brúdleypið hjá honum og Amandu leygar­ dagin. Konufólk, sum altíð halda seg v­­ita best, hav­­a nakað at læra, sigur Amanda Petersen, sum v­­ar ov­­urfegin um hesa kærleiksv­­áttanina frá manninum Øðrvísi leiklutir Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tá ið tvey taka avgerðina um at giftast, plagr tað at vera komandi brúðurin, sum fer til verka. Næstan altíð er tað hon, sum ger av, hvussu brúðarbukettin skal síggja út, hvussu borðini skulu prýðast og so framvegis. Men hjá Amandu og Her­ man Petersen, sum giftust leygardagin, var alt øðrvísi. Hann skipaði einsamallur fyri øllum teimum fyrireik­ ingunum. Amanda og Herman hava kenst í 16 ár. Tey hittust fyrstu ferð á Zarepta, tá ið tey vóru ávikavist 14 og 13 ára gomul. Í áravís vóru tey bara góð­ ir vinir, men tá ið Amanda fyri tveimum árum síðan flutti úr Sumba til Havnar, ringdi hon til Herman og boðaði frá, at hon kom at vitja. ­ Hon ikki so frægt sum spurdi, um eg havði nakra gentu, hon kom bara, sigur Herman. ­ Amanda dylur ikki, at hon øll árini hevur havt gott eyga á Hermani, men tað hevur altíð verið onkur forð­ ing. Tá ið hon so flutti til Havnar, setti hon í seg, at nú skuldi nakað henda. Tað gekk bara hálvt ár, til hann flutti inni hjá henni og teimum báðum børnum hennara, sum harvið fingu ein pápa aftrat. Í vár tosaðu tey um at halda ein rimmar 60 ára føð­ ingardag, við tað at tey bæði vóru 30 ár. ­ Eg helt sjálvur, at vit í staðin áttu at gift okkum, og eitt kvøldið, vit vóru úti sam­ an við systir hennara, sum hevði ring, spurdi eg, um vit ikki eisini skuldu taka ring uppá, sigur Herman. ­ Tú spurdi eisini ordiliga, um vit ikki skuldu giftast, men eg helt hann skemta, sigur Amanda. Tað gingu tveir dagar, so spurdi hon hann, um hann meinti tað, og tað gjørdi hann. So var at áseta dagin, og tey hugsaðu sær at giftast í oktober mánaði, men tað hevði ikki verið so væl valt, tí tá fóru fleiri av teirra vinfólkum og skyldfólkum í Danmark. Tí komu tey til, at betri var at hava brúdleypið fyrst í august, beint eftir ólavsøku, meðan øll tey fólkini vóru heima. Tíðin var knøpp, men tað fór at bera til, vóru tey samd um. Hon reyk avstað at keypa sær kjóla og klæðir til børn­ ini. Amanda visti ikki av, at hann longu hevði verið og hugt at ringum, og tað vildi so til, at tá ið tey bæði fóru í býin at keypa ringar, fall hon fyri somu ringum, sum hann hevði hugsað sær. Mamma hennara og Her­ man komu at tosa um, at tað hevði verið stuttligt, um hann valdi brúðarbukettina, og tað bleiv til meira enn tað. Hann vildi eisini ein­ samallur ráða fyri, hvussu borðini skuldu prýðast. Brúðu var má Stjórnin heldur minni stuðul Næstan annarhvør íslendingur styðjar stjórnina hjá Jóhonnu Sigurðardóttur, og stuðulin er minkaður eitt lítið vet í summar. Tað sæst í einari nýgjari kanning, sum íslendska kringvarpið hevur gjørt. Har svara 44 prosent, at tey høvdu valt annan av stjórnarflokkunum, um altingsval var nú. 48 prosent siga, at tey styðja stjórnina, og tað er eitt prosent minni enn fyri einum góðum mánaði síðani. 11 prosent av teimum spurdu siga, at tey høvdu als ikki farið á val, um altingsval var nú. Afturgongd í Billund Í gjár kunngjørdi Vága Floghavn, at hon hevði havt góð fýra prosent færri gerðafólk í juli í ár enn í sama mánaði í fjør, men leiðslan í Vágum kann ugga seg við, at afturgongdin er nógv størri aðårastaðni. Sum eitt nú í Billund. Í juli ferðaðust 282.455 fólk um Billund Airport. Sama mánað í fjør var talið 315.946. Leiðslan í Billund sigur, at á uttanríkisrutunum var ferðafólkatalið í juli 8,1 prosent minni enn í juli í 2008, og at á innanríkisrutunum var talið heili 17,4 prosent størri enn í juli í fjør. Brúðarparið kom inn í Pálsstovu, har borðhaldið var. Brúðurin hevði onga hóming av, hvussu borðini sóu út Myndir: Jensa kristian Vang