týsdagur 4. august 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 4. august 2009
5
tíðindi
Landsapotekarin
hevur bílagt eina
stóra nøgd av
ráevni úr Sveis til at
framleiða heilivág
móti líkshættisligu
sjúkuni CDT. Skulu
øll skannast, verður
brúk fyri nógvum
helivági,og vi at
keypa rávøruna
úr Sveis, verður
heilivágurin væl
bíligari
CDT
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Bæði í Danmark og í Før
oyum stendur á at fáa nóg
mikið av heilivági til at við
gera fólkini, sum hava fingi
staðfest lívshættisligu sjúk
una CDT.
Men nú er apoteksverkið
í Føroyum komið væl á leið
at fáa loyst tann trupulleik
an.
Vit hava arbeitt nógv
við hesum, og tað hevur
eydnast okkum at koma í
samband við eina verk
smiðju í Sveis. Haðani hava
vit bílagt stóra nøgd av rá
evnunum, tí vit fyrireika
okkum til, at eftirspurn ing
urin fer at økjast.
Higartil hevur føroyska
apoteksverkið keypt ráevn
ini og heilivág úr Danmark,
og kostnaðurin hevur verið
ovurhonds
høgur.
Hetta
kem ur av, at evnini í Dan
mark ikki eru skrásett sum
heilivágur.
Bíligari
Vit hava heimild til at
skrá seta
heilivágin
sum
heilivág, og tí kunnu vit
framleiða hann fyri ein heilt
annan kostnað, sigur Heri
Mørkøre, sum ásannar, at
sjúkan higartil hevur verið
undirmett.
Eftirspurningurin
eftir
heili vágnum er ikki vaksin
seinastu tiðina, men verður
tað til, at øll skulu skannast,
verður tørvur á nógvum
heilivági, og tí hevur apo
teksverkið bílagt ríkiligt av
rávøru úr Sveis. Tilbúgv
ingin er harvið til tað.
Summi við sjúkuni CDT
fáa flótandi heilivág, onnur
fáa tablettir.
Bíða eftir barna
læknanum
Hvussu framleiðslan verður
í Føroyum hereftir, kann
Heri Mørkøre enn einki
siga um, tí fyrst av øllum
skal hann hava fund og tosa
nærri
við
barnalæknan
Ulrike
Steuerwald,
sum
hevur gingið á odda í ar
beiðinum við at hjálpa
teim um, sum hava hesa
sjúk una. Hon kemur til
Føroya í morgin. Tey far at
tosa um, hvussu heilivágurin
kann passast til, so hann
verður so behagiligur sum
gjørligt fyri sjúklingin at
taka.
Heri Mørkøre sigur, at
tað er ikki so lætt at fáa
hendur á rávøruni, og tað
kemur av, at tá ið evnið skal
brúkast til framleiðslu av
heilivági, eru krøvini til
góðskuna strangari. Men
tað hevur so eydnast før
oyska apoteksverkinum at
finna ein framleiðara.
CTD
Fara at gera meira heilivág móti CDT
Eisini er sett á stovn screen
ing av nýføðingum í Før
oyum fyri CTD, umfram 14
aðrar screeningar.
Í munnliga fyrispurn
inginum spyr Jenis av Rana
eisini, um tað er rætt, at
føroyingar gjalda alt ov
høgan prís fyri hvørja
diagnosustillandi kanning
– hóast tær kunnu gerast í
Týsklandi fyri ein brot part
prís av tí kostnaði, vit gjalda
danskari starvsstovu?
Til hetta sigur landsstýris
maðurin, at tað er rætt, at
einstøku kanningarnar fyri
ein stóran part verða gjørdar
í Danmark. Prísurin í dag er
umleið 3.000 kr. Onkrar
kanningar eru gjørdar í
Týsklandi, men orsaka av
samstarvsviðurskiftum og
ráðgeving hevur Lands
sjúkra húsið fyrst og fremst
valt Klinisk Genetisk Deild
á Rískissjúkrahúsinum til
at gera karnitin screeningar,
meðan Amplexa í Odense
vanliga
ger
genetisku
screeningina.
Um
farið
verð ur indir størri tal av
kann ingum, til dømis at
kanna allar føroyingar ber
væntandi til at fáa ein væl
lægri eindarkostna. Hvar
møguligar kanningar verða
gjørdar framyvir verður
eisini tikið við í viðgerðina
millum
landslæknan
og
Heilsumálaráðið eftir tilráð
ing er fingin frá danska
Heilsustýrinum.
Í viðmerkingunum til
fyri spurningin sigur
Jenis av Rana soleiðis:
Meðan heimurin annars
fyri reikar seg sum best í
sam bandi við nýggju bein
krímsjúkuna, eru nakrar
føroyskar familjur og ein
staklingar, sum undrandi og
ikki sørt rødd, enn bíða eftir
almennari kunning og til
mæli um CTD sjúkuna,
sum longu hevur tikið lívið
hjá
mongum
av
teirra
kæru.
6. oktober 2008 bar
Sosialurin tíðindi um eina
deyðiliga sjúku, greinin
nevnist Duld Dreparasjúka
í Føroyum. Í greinini stend
ur at lesa, at sjúkan fyrstu
ferð var kend í 1995, og
yvir lækni upplýsir í grein
ini, at mong kunnu vera
deyð av sjúkuni. Eisini lat
Flemming Skovby, pro
fessari og gengranskari á
Ríkissjúkrahúsinum okkum
vita, at um tey, ið hava sjúk
una, ikki verða funnir og
koma í viðgerð, doyggja
hesi longu sum børn ella
av hjartasteðgi, tá tey eru
vaksin
Í greinini boðaði Lands
stýrismaður í heilsumálum
frá, at sjúkan hevur, óvan
liga stóran títtleika millum
føroyingar – nógvar ferðir
størri enn aðrastaðni í verð
ini, og at hettar mál verður
tikið í stórum álvara.
Tann 3. apríl 2009 veit
Dimmalætting, undir yvir
skrift ini,
Eitt
makaburt
roknistykki um lív, at siga,
at landsstýrismaðurin enn
bíðar eftir einum tilmæli
frá landslæknanum, eitt til
mæli, sum m.a.skal brúkast
til at finna útav, um tað
loysir seg at finna teir før
oyingar, sum eru sjúkir ella
berarar.
Kostnaðurin fyri at kanna
føroyingar
fyri
sjúkuna
CTD sigst, sb. omanfyri
nevndu grein í Sosialinum,
vera kr.7.500,00 fyri hvønn,
tað vil siga áleið kr. 360
milliónir fyri allar føringar,
um hetta verður gjørt á
donskum starvsstovum.
Móti hesum verður av
einum áhugabólki fyri sjúk
ført fram, at prísurin í
Týsklandi er kr.100,00 fyri
hvørja carnitin/genkanning,
tvs. minni enn 5 mió. fyri
allar føringar.
Tjaldurs Apotek fær nú rávøruna úr Sveis til at gera heilivágin, sum harvið verður væl bíligari
Mynd: Jens Kristian Vang
Jenis av Rana
Myndir: Jens Kristian Vang