Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 145 - 4. august 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Svend Auken var ikki bara stórur á vøkstri, men við deyða hansara hevur Christiansborg mist ein av teimum størstu, donsku politikarunum í nýggjari tíð Politikkur Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Svend Auken fekk 38 ár í Fólkatinginum og var har­ afturat ráðharri í fleiri førum. Hann náddi eisini at gerast formaður hjá Sosial­ demokratunum, men fall eftir eina søguliga uppgerð við Poul Nyrup Rasmussen. Aftan á uppgerðina hevði Svend Auken sín egna stuðulsbólk ella ­vong í flokk inum, og nógvir dansk ir sosialdemokratar mettu hann sum hann besta forsætisráðharran, sum Danmark ongantíð fekk. Fyri fimm árum síðani fekk Svend Auken staðfest, at hann hevði krabbamein. Tað eydnaðist at basa sjúk­ uni, men fyri tveimum árum síðani kyknaði hon aftur, og síðani hevur tað verið týðiligt, hvønn veg tað bar. Svend Auken duldi ikki sína sjúku, ella at hann var illa sjúkur, og hann helt á við sínum politiska virki. So seint sum 1. mai helt hann røðu í Århus, har hann eggjaði sosialdemo krat un­ um til at blása nýggjan anda í nasarnar á fakfelags rørsl­ uni. Svend Auken var 28 ára gamal, tá hann bleiv valdur í Fólkatingið í 1971. Fýra ár seinni varð hann valdur til næstformann í sosial­ demo kratiska flokkinum, og hann gjørdist formaður, tá Anker Jørgensen legði frá sær í 1987. Um tað mund ið hevði sosialdemo­ kratiski flokkurin 55 umboð í Fólkatinginum, men við Svend Auken sum oddvita fekk flokkurin 69 umboð á valinum í 1990, og sjálvur fekk Auken fleiri persón­ ligar atkvøður enn nakað annað valevni. Valið var samstundis tað besta hjá Sosialdemo krat­ unum nakrantíð. Men úr ­ slitið var kortini ikki nóg mikið til at útvega flokk­ inum stjórnarvaldið, og tað gjørdi, at kreftir í flokkinum settu spurnartekin við leið­ araevnini hjá formannin­ um. Atkvøðuslúkur Sum nevnt tapti Svend Auken dystin við Poul Nyrup Rasmussen um for­ manssessin í sosialdemo­ kratiska flokkinum ella "kvettið", sum dysturin ofta verður nevndur. Men Auken var ikki tann, sum setti seg í eitt horn at bína, men valdi tvørturímóti at virka fyri flokk og land á sama hátt, sum hann hevði gjørt. Í nítiárunum sótu Sosial­ demokratarnir við róðrið í Danmark, og hesi árini bleiv Svend Auken kendur sum ein sterkur umhvørvis­ og orkumálaráðharri, og hann eigur ein stóran lut í, at Danmark er millum tey fremstu londini innan eitt nú vindorku. Sjálvur helt hann tó, at hann hevði sín besta dag í politikki, tá hann sum ráðhari í arbeiðs­ marknaðarmálum fekk Fólka tingið at samtykkja eftirlønina. Øll árini var hann fram­ vegis tann stóri atkvøðu­ slúkurin hjá flokkinum, og hann dugdi væl at vera í miðdeplinum. Hansara lætta sinnalag og hansara hvassa tunga góvu lurtarum og hyggjarum manga hug­ takandi løtuna sum eitt nú teir siðbundnu valdystirnar við Uffe Ellemann­Jensen á lærda háskúlanum í Århus. Eftir Svend Auken sita fýra børn og konan, Anne Wievel. (Kelda: DR) Í morgun komu deyðsboðini av Svend Auken, fyrr verandi formanni í danska Javn að arflokkinum. Svend var ein stórur maður í orðsins rætta týdningi. Men eisini eitt stórt og rúmandi menniskja, hugsjónarmaður av teimum størstu og ein politikari, sum ikki varð tikin í leik­ um. Hann kundi altíð grund geva fyri sínum meiningum, og tí var trupult hjá mót­ støðufólkum at siga honum ímóti. Tí gjørdist hann ein av teimum fáu at uppliva eitt heilt lív í politikki Hann kom á fólkating sum ein av yngstu ting lim­ unum tá og var royndasti tinglimur í Fólkatinginum, nú hann andaðist 66 ára gamal. Men hann var har ikki fyri sína egnu skuld, men fyri fólk sins sakir. Hjá Svend Auken snúi politikkur seg um menn iskjavirðing, menn iskja virði og menniskja til feingi. Fyri hann snúi tað seg um at byggja upp eitt vælferðar­ samfelag, har tann einstaki kennir seg væl í felagsskapinum, kennir seg taka lut og gera mun í flelagsskapinum ­ kennir seg til nyttu og virdan í felagsskapinum. Auken var fólksins maður um ein háls. Vit eru nógv, sum sóu eina stóra fyri­ mynd í Auk en, og hann var eisini høgt virdur um allan heimin. Hann gjørdist ongantíð for sætisráðharri, men sum um ­ hvørv ismálaráðharri setti hann veruliga um hvørv ispolitikkin á dagsskrá í Dan­ mark og gjørdi Dan mark kent og virt úti í heimi sum undangonguland á um ­ hvørvis­ og orku økinum. Hetta livir Danmark uppá enn. Og uttan iva er tað or søkin til, at Keypmannahavn er valt at vera vertur fyri heimsumfatandi veður­ lags ráðstevnuni, sum skal vera í heyst. Tað eydnaðist Svend Auken at gjøg­ num føra javn aðarhugsjónina um væl ­ ferðarsamfelagið í 70 árunum og 80 árun um. Men alla tíðina var hann upp­ tikin av at endurnýggja projektið, sum eftir hansara fatan ongan tíð bleiv liðugt. Tá hoyrdi tú á honum, tá tú prátaði við hann, og eina best sást tú hetta í rørandi og fangandi samrøðu í Informatión her­ fyri, sum var gjørd fáa tímar undan, at hann datt um í summ arhúsi sínum og ongantíð ordiliga kom fyri seg aftur. Umframt at vera ein stórur og høgt mettur politik ari, var Svend Auken eisini ein ógvuliga vinsælur maður. Vit hittust av og á í sambandi við politiska ar beiði, og altíð var hann fyrikomandi og práting­ ar samur. Hann fylgdi ógvu liga væl við í viðurskiftunum í Føroyum og hevði eina stóra vitan um føroyskan politikk ­ bæði dagsins aktuellu viðurskifti ­ og heilt aftur til tíðina hjá Petur Mohr Dam. Hóast ikki óvæntað, so kendist tað løgið at fáa deyðs boðini í morgun, dag in eftir, at eg hevði brúkt og endur givið Auken sum fyri mynd í røðu mínari í sam bandi við viðgerðina av løgmans­ røðuna. Tí er helst hóskiligt at enda við somu enda hesa stuttu minningar grein við somu endurgev ing: »Javnaðarhugsjónin er ikki at øll skulu forsyrgjast, men at tey skulu klára seg.« Friður verið við minninum um stór­ politikaran og menn iskjað Svend Auken. John Johannessen, løgtingsmaður Vit siga einum stórum hugsjónarmanni farvæl Svend Auken saman við Rigmor Dam, blaðkvinnu á Sosialinum, seinast hann vitjaði í Føroyum í oktober í fjør. Myndin er tikin á redaktiónini í Miðlahúsinum Mynd: Eirikur Lindenskov Vitin á vinstra armi slóknaður Svend Auken heldur fyrilestur í Norðurlandahúsinum í Havn Mynd: Jens Kristian Vang