Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 4. august 2009 – Nr. 145 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 13 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. august 2009 – Sum nýggjur í starvinum vil eg fegin síggja so nógvar leikarar sum gjørligt og so tætt sum gjørligt. Tí eru broytingar í hesum hópinum í mun til seinast, og tað verður eisini støðan næstu ferð, eg úttaki ein hóp, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fimm út og fimm inn. Tað var tað sum stóð eftir, tá landsliðsvenjarin í gjár boðaði frá, hvørjar 22 mans hann ynskti at hava rundan um seg, nú hann er farin undir fyrireikingar­ nar til dystin í móti Fraklandi næsta mikudag. Nýggir á hansara lista eru Jóan Símun Edmundsson, Vagnur Mohr Mortensen, Gunnar Nielsen, Arn­ bjørn Hansen og Andreas Lava Olsen. Síðstnevndi kom við upp á avboð seinast, og Gunnar Nielsen ætlaði Kerr at hava við í móti Serbia, men hetta bar ikki til tá. Nú eru báð­ ir við í bruttohópinum. Hinir tríggir eru spildirnýggir hjá Kerr. – Vagnur Mohr Mortensen er komin aftur á vøllin og hevur imponerað meg. Hann hevur spælt væl, er kvikur og hevur góðan bólt­ førleika, sigur Brian Kerr um verju­ leikaran. – Arnbjørn Hansen hevur verið í hópinum áður, og eg vil gjarna síggja hann aftur. Hann hevur havt tað eitt sindur trupult í ár, men tykist at vera betri fyri nú, greiðir Brian Kerr frá. Um úttøkuna av Jóan Símun Edmundsson sigur landsliðs­ venjarin, at hann hevur spælt væl í ár, og nú U21­landsliðið ongan dyst hevur á skránni, er hetta eitt upp­ lagt høvi hjá honum at síggja henda leikaran nærri. Hevur tosað við hinar Tá omanfyrinevndu fimm leikarar komu inn, ruku fimm aðrir út. Meinhardt Joensen, Jóhan Ejvind Restorff Mouritsen, Andrew av Fløtum, Palli Augustinussen og Marni Djurhuus eru ikki við hesa­ ferð. Síðstnevndi er ikki tøkur til landsliðsfótbólt, og Brian Kerr hevur eisini tosað við hinar fýra. – Meinhardt Joensen er klárur og kemur Jákup Mikkelsen ikki fyri seg, so kemur hann upp í hópin, sigur Brian Kerr. Andrew av Fløtum er heldur ikki avskrivaður upp á nakr­ an máta, greiðir Brina Kerr frá. – Hann hevur tænt landsliðnum væl, hevur havt eitt frálíkt kapp­ ingarár og hevur eina frálíka persónligheit, so sjálvandi er hann ikki úti úr myndini, sigur Brian Kerr. Hjá hinum báðum, Palla August­ inussen og Jóhan Ejvind Restorff Mouritsen, mugu tó broytingar koma í, um teir ætla sær við aftur. – Tað er stórur munur á Voda­ fonedeildini og landsliðsfótbólti, og munurin millum 1. deild og altjóða fótbólt er upp aftur størri, heldur Brian Kerr fyri og sipar til støðuna hjá Palla Augustinussen í VB/ Sumba. Hjá Jóhan Ejvind Restorff Mourit­ sen er trupulleikin tann, at hann ikki er fastur maður hjá HB. Og tá tú ikki ert fastur maður hjá HB, ber illa til at vera fastur maður á lands­ liðnum. Broytingar eisini næstu ferð Brian Kerr greiðir frá, at vit eisini fara at síggja broytingar í hópinum næstu fer, hann úttekur landsliðið. – Sum nýggjur í starvinum vil eg fegin síggja so nógvar leikarar sum gjørligt og so tætt sum gjørligt. Tí eru broytingar í hesum hópinum í mun til seinast, og tað verður eisini støðan næstu ferð, eg úttaki ein hóp, sigur Brian Kerr, landsliðs­ venjari Rógvi ikki nóg væl fyri Ein, sum ivaleyst verður við í einum komandi hópi hjá Brian Kerr, er Rógvi Jacobsen. – Enn havi eg ikki havt møguleika at sæð hann spælt, tí hann er altíð komin inn frá beinki­ num. Men hann er spakuliga við at koma seg, men venjingarstøða hansara er ikki nær tí, sum krevst fyri at spæla í móti Frankaríki, greiðir Brian Kerr frá. Hann ger tó greitt, at Rógvi Jacobsen sjálvandi er við í myndini, tá hann er komin fyri seg. – Eg havi tosað við Rógva Jacobsen og hann er ein stór persónligheit, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari. Broytir aftur næstu ferð Landsliðshópurin ímóti Frankaríki Landsliðsleikararnir, teirra aldur, landsdystartal og mál: Jákup Mikkelsen 38 62/­162 Jákup á Borg 29 57/2 Fróði Benjaminsen 31 52/3 Christian Høgni Jacobsen 29 47/2 Súni Olsen 28 34/2 Atli Danielsen 25 31/0 Símun Samuelsen 24 23/1 Hjalgrím Elttør 26 15/0 Christian Lamhauge Holst 27 14/2 Jann Ingi Petersen 25 12/0 Egil á Bø 35 7/0 Bogi Løkin 20 7/1 Jóhan Troest Davidsen 21 7/0 Jónas Þór Næs 22 7/0 Einar Tróndargjógv Hansen 21 6/0 Arnbjørn Hansen 23 5/0 Bartal Eliasen 32 5/0 Vagnur Mohr Mortensen 26 3/0 Andreas Lava Olsen 21 3/0 Atli Gregersen 27 1/0 Gunnar Nielsen 22 1/­1 Jóan Símun Edmundsson 18 0/0 Brian Kerr hevur tikið út brottohópin, sum hann ynskir at hava til dystin í móti Fraklandi á Tórsvølli 12. august