Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. august 2009 – Nr. 145 ÍF NSÍ NSÍ vann longu dystin í fyrra hálvleiki – enntá meðan ÍF enn megnaði at spæla við. Sostatt gjørdist talan um enn ein favorittsigur í hesum Vodafoneumfarinum FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Fyri NSÍ hevði tað alt at siga at vinna, so liðið kundi fylgja við hinum, ið jagstra HB, og fyri ÍF hevði sigurin alt at siga, so tað skuldi bera til at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni. Men tá avtornaði, var klassamunur á liðunum, og fimti dysturin í 17. Vodafoneumfarinum endaði eisini við favorittsigri. NSÍ fylgir við B68 og Víkingi, sum í annaðkvøld bresta saman á Svangaskarði, meðan ÍF framvegis bara er tvey stig frá einum plássi undir strikuni. Ikki tí, ÍF átti sín stóra part av fyrsta stóra korterinum og var væl við tað nógva av fyrra hálvleiki, men megnaði bara ikki meira, tá NSÍ tíðliga í seinna hálvleiki økti til 4-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Hinvegin vísti NSÍ klassa síðstu trý korterini og kundi lættliga havt vunnið væl meira enn við trimum málum. Kjansirnir vóru har og teir vóru stórir eisini, men onkursvegna bar ikki til at fáa tað sama burtur úr teimum sum í fyrra hálvleiki. Klæmint koyrdi á Tann bert 19 ára gamli Klæmint A. Olsen, sum í NSÍ-álopinum hevði fingið plássið undir liðini á Christian Høgna Jacobsen, nú Károly Potemkin var skaddur, livdi so væl upp til álitið, at málslúkurin frá fyrstu umførunum skal spíla seg út, skal hann vinna fasta plássið aftur. Klæmint átti uppleggið til fyrsta málið, tá hann eftir góðan rennitúr frá baklinjuni legði innfyri, har Jann Ingi Petersen høgdi bóltin upp undir yvirliggjaran og niður í málið. Jann Ingi spældi forrestin ikki dystin lidnan, tí hann í næstseinasta minutti fekk seinna gula kortið. Og átta minuttir inn í seinna hálvleik staðfesti Klæmint 4-1 sigurin, tá hann við einum dreymahøggi dundraði bóltin í ÍF- málið, uttan at András Gángó hevði nakran kjans. Hartil skapti ungi rituvíkingurin sjálvur allan kjansin, tá hann á brotsteigarmarkinum »stjól« bóltin frá tveimum drálandi ÍF-verjuspælarum! Smáar 10 minuttir seinni var tað bara ein fantombjarging frá Gángó, ið forðaði Klæminti í at skjóta ársins mál við Løkin. Óli Hansen sendi bóltin fram á vøllin, har Klæmint við einari skjótari temjing tók bóltin fram um seg og heilfluktaði – fyri síðani at síggja Gángó vísa síni bestu kynstur og jústa bóltin út til horna. »Vinstra, høgra…« At ungi framherjin tók av í gjárkvøldið, var eisini væl rakt, tí verri lá fyri hjá Christian Høgna, ið ikki fekk tað stóra burturúr, men brendi onkran heilt stóran møguleika. Men eisini aðrir á liðnum komu á máltalvuna, harav tveir afturi úr verjuni. ÍF plagar at megna væl at taka sær av deyðbóltsstøðum í báðum endum, men hesa ferð fekk NSÍ tvey av sínum málum eftir slíkar. Tá tað bleiv 2-1, var tað Óli Hansen, ið skallaði inn eitt fríspark frá Einari Hansen. Sjálvur átti Einar 3-1 málið, sum kom eftir hornaspark, tá bólturin kom útfrá. Fyrst smekkaði hann til við vinstra beini, men rakti bara Bartal, ið small sum fyri kúluni, og síðani royndi Einar seg við høgra beini, tá hann í aðru atløgu aftur fekk bóltin. Tað var sum í barnasanginum: »Vinstra, høgra…« ÍF minkaði bara eina ferð um munin og tað var til 1-1. Høgni Zachariasen spældi úr verjuni fram í vinstru síðu til Andy Olsen, ið skjótt sendi víðari til Balazs Sinko, sum úr rættiliga spískum smekkaði í málið. Eitt fínt mál, ið læt alla høgru síðu hjá NSÍ úr, men tað bleiv so tað. NSÍ-ÍF 4-1 (3-1) Mestsum ov lætt Her fegnast tríggir av málskjúttunum hjá NSÍ í gjárkvøldið – Klæmint A. Olsen, Jann Ingi Petersen og Einar T. Hansen Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir NSÍ-ÍF 4-1 (3-1) 1-0: Jann Ingi Petersen, 19. 1-1: Balazs Sinko, 27. 2-1: Óli Hansen, 29. 3-1: Einar T. Hansen, 43. 4-1: Klæmint A. Olsen, 53. Dómari: Eiler Rasmussen Hjálpardómarar: Johnleif Gerðisá & Jóhan Birgir Dahl- Olsen NSÍ: Meinhardt Joensen – Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen – Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Jann Martin Mortensen (Bergur Djurhuus, 81.) – Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Sjúrður Jacobsen, 80.) Gult kort: Jann Ingi Petersen (tvey), Jann Martin Mortensen, Óli Hansen Reytt kort: Jann Ingi Petersen ÍF: András Gángó – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Fritleif í Lambanum – Nenad Saric, Aleksander Jovevic (Rógvi Jacobsen, 58.), Poul Ennigarð, Balazs Sinko (Frank Poulsen, 65.), Andy Olsen (Jan Ellingsgaard, 78.) – Øssur Dalbúð Gult kort: Høgni Zachariasen, Poul Ennigarð, Andy Olsen Skapa kjansir – Tað er sjálvandi stuttligt at vinna 4-1, og vit høvdu eisini kjansir til fleiri mál, staðfesti vælnøgdi NSÍ-venjarin, Pauli Poulsen, eftir dystin við Løkin í gjárkvøldið. – Síðani summarsteðgin hava vit arbeitt við at skapt fleiri kjansir, og í kvøld og ímóti B36 sóu vit, at vit skaptu nakað væl fleiri kjansir, enn vit hava gjørt. Pauli Poulsen er ikki serliga hugaður at tosa um oddastríðið í løtuni, men hevur tó eina ætlan fyri, hvussu spælast skal fyribils: – Vit royna at vinna okkara dystir, og fáa vit javnan stig inn, skal tað nokk røkka til okkurt, segði hann. hil Ófyrigeviligt Annar av venjarunum hjá ÍF, Jón Simonsen, viðgekk eftir dystin ímóti NSÍ, at ÍF hesa ferð endaði langt burtur frá tí, ið var málsetningur undan dystinum: – Vit vildu sleppa eitt sindur burtur frá niðurflytingarstrikuni, so vit kundu konsentrera okkum um onnur ting, men tá tað kom til stykkis, vórðu vit avhølvaðir, pent sagt, segði hann. – Teir fingu mál upp á deyðbóltarnar, og tað er ófyrigeviligt, tí vit hava øgiliga stórar og sterkar menn. Vit halda eina løtu inn í seinna hálvleik, men so verða vit trillaðir niður. hil Voronin hevur stórætlanir Andrej Voronin er nú aftur knýttur at hópinum hjá Liverpool. Hann var í farna kappingarári leigaður út til týska Hertha Berlin. Hóast framherjin undan hesum hevði trupult við at vinna sær pláss á liðnum hjá enska felagnum, so hevur hann framvegis stórar ætlanir. – Eg prátaði við venjaran, áðrenn eg kom aftur, og hann greiddi mær frá, at eg av álvara skal stríðast fyri at fáa pláss. Men eg ræðist ikki avbjíðingina. Eg eri til reiðar at geva meg fult út, og eg ætli mær ikki at sita uttanfyri, sigur Andrej Voronin við enskar miðlar. Fyrsta reyða kortið Jann Ingi Petersen hevði tveir ymsar leiklutir í heimadystinum móti ÍF í gjár. Hann legði runavíkingar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men í seinasta minuttinum varð hann útvístur. Og tað er fyrstu ferð, at ein runavíkingur hevur sæð reytt í hesum kappingarárinum. Nú er somuleiðis greitt, at øll liðini í Vodafonedeildini hava fingið ein leikara útvístan.