týsdagur 4. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. august 2009 – Nr. 145 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15
Fimm lið kappast um FM
og heiðursmerkir, og fimm
lið stríðast fyri at sleppa
undan niðurflytingini
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í 17. umfari áttu toppliðini
heimavøll ímóti botnliðunum. Allir
favorittarnir vunnu, og stigatalvan
vísir, at nú er kappingin skrædnað í
tveir partar. HB, B68, NSÍ, Víkingur
og EB/Streymur kappast um FM og
heiðursmerkini, og B36, ÍF, AB, KÍ og
07 Vestur stríðast fyri at sleppa
undan tveimum teimum niðastu
plássunum og harvið niðurflyting.
Eftir europeisku luttøkuna og
steypafinaluna er talvan framvegis
misvísandi. EB/Streymur hevur
spælt tveir dystir færri enn tey
flestu av hinum, og B68, Víkingur,
B36 og AB hava spælt ein dyst færri
enn tey flestu av hinum.
17. umfar var rættuliga málríkt.
23 mál vórðu skorað ella í miðal 4,6.
Í tveimum dystum vórðu sjey mál
skorað.
Serliga merkisvert var tað, at EB/
Streymur vann 7-0 á heimavølli
ímóti KÍ.
Hjá EB/Streymi var hetta
staðfesting av, at spælararnir tóku
ímóti nýggja venjaranum við
hugflogi og spæligleði, sum tað ikki
hevur verið at sæð nógvu tær
seinastu ferðirnar. Avrikið bar boð
um, at EB/Streymur eigur at verða
roknað millum evnini til
heiðursmerki, hóast teir í
Sundalagnum eru á fimta plássi.
Hjá KÍ stendur tað heilt illa til.
Liðið er framvegis undir strikuni, og
tað var merkisvert, hvussu
jánkasligt og lítið sannførandi
avrikið var, hóast fýra teirra, sum í
summarsteðginum eru komnir til
Klaksvíkar at hjálpa til í
bjargingarroyndini, vóru á vøllinum.
Avrikið hjá B36 á Svangaskarði var
heldur einki at rópa hurrá fyri.
Í gjárkvøldið vann NSÍ greiðan
sigur á ÍF. Heimaliðið spruttaði,
meðan fuglfirðingar vóru illa
upplagdir.
Hóast AB tapti í Gøtu, og hóast
07 Vestur tapti í Gundadali, so vóru
avrikini hjá argjamonnum og 07
Vestur á góðari leið.
Lyklauppgerðir í botninum
Úrslitini vóru, sum tað kundi
roknast við, og tað tyktist sum um,
at fleiri av botnliðunum høvdu
ásannað, at tað verður ikki á útivølli
ímóti favorittunum, at stigini verða
skavað saman, sum tað er neyðugt
at vinna fyri at halda tørn um
plássið í bestu deildini.
Tað er torført at ímynda sær, at
klaksvíkingar fleiri ferðir skulu vísa
so ússaligt avrik, sum tað teir vístu í
Streymnesi, og tað eigur at vera
meiri í ÍF og B36 enn tað, sum liðini
vístu í hesum umfarinum.
Tað tykist sum um, at fokus er á
lyklauppgerðunum. Tað eru
innanhýsis dystirnir millum
botnliðini. Hesir verða ógvuliga
avgerandi fyri, hvør fer at flyta
niður. Heldur ikki í 18. umfari eru
lyklauppgerðir millum botnliðini
og millum toppliðini á skránni. Tá
verður tað aftur toppur ímóti botni,
men hesa ferð fara øll botnliðini at
eiga heimavøll.
Um tað fer at eydnast onkrum av
botnliðunum at vinna stig, so
verður talan so at siga um
bonusstig.
B36 eigur nógvu næstu umførini
gyltar møguleikar at tryggja seg í
botnuppgerðum. Næstu umførini
eru mótstøðuliðini AB, ÍF, KÍ og 07
Vestur. Í fimm teimum seinastu
umførunum bíða toppliðini B36.
Lyklauppgerðir í toppinum
Longu mikukvøldið er ein
toppuppgerð á skránni. Fyri HB
kemur tað best við, um
oyggjauppgerðin á Svangaskarði
fer at enda við javnleiki. Um tað fer
at eydnast B68 at vinna fulla
úrtøku, so kann tað gerast
spennandi í toppinum, og tá kann
talan verða um finalu, tá ið B68
annan sunnudag fer at vitja HB.
Eftir at oddaliðið hóskvøldið
hevur verið í Klaksvík, og eftir at
B68 hevur verið í Gundadali eigur
HB EB/Streym, NSÍ, Víking og B36.
Talan er um sannar lyklauppgerðir,
og um tað eydnast HB at vera
oddalið eftir 23. umfar, so verður
tað so at siga undanbrekka fram
ímóti FM heitinum, tá ið HB skal
spæla ímóti AB, ÍF, KÍ og 07 Vestur.
Nú fæst at síggja, hvussu
oddaliðið fer at standa seg tvær tær
næstu vikurnar. B68 hevur ikki tapt
síðani 26. apríl, og toftamenn eru
fremstu avbjóðararnir.
Lyklauppgerðirnar hjá teimum eru
umframt Víking í annaðkvøld og HB
annan sunnudag tríggjar á útivølli:
EB/Streymur í 21. umfari, í Runavík í
23. umfari og í Streymnesi í 25.
umfari.
Men framvegis er bólturin
rundur, og tað kann kanska fara at
vísa seg, at onkur teirra, ið her eru
umrødd sum botnlið, longu í hesi
vikuni fara at býta frá sær ímóti
toppliðunum.
EB/Streymur og KÍ spældu í móti hvørjum øðrum sunnudagin, men kappast í hvør sínari helvt í
Vodafonedeildini
Mynd: Sofus D. Johannesen
Nú er talan um tvær kappingar
Dómarabókin
Feløg
Gul
Reyð
Stig
ÍF
36
4
48
07 Vestur
32
3
41
B68
33
1
36
KÍ
29
2
35
B36
30
1
33
AB
29
1
32
Víkingur
24
1
27
EB/S
20
2
26
NSÍ
22
1
25
HB
21
1
24
Spælarar
Balazs Sinko
ÍF
4
2
10
sjálvmál
NSÍ
8
0
8
Jan Andreasen
KÍ
0
2
6
Johan Petur á Stongum
07 Vestur
3
1
6
Ragnar Niclasen
07 Vestur
3
1
6
Bartal Eliasen
ÍF
3
1
6
Evrard Ble
AB
6
0
6
Ndende Adama Gueye
B68
6
0
6
Poul Ennigarð
ÍF
6
0
6
Høgni Madsen
KÍ
6
0
6
Herbert í Lon Jacobsen
B36
2
1
5
Óli Hansen
NSÍ
2
1
5
Atli Gregersen
Víkingur
2
1
5
Gunnar Haraldsen
07 Vestur
5
0
5
Brima Koroma
B36
5
0
5
Klæmint Matras
B36
5
0
5
Sorin Anghel
EB/S
5
0
5
Jógvan Isaksen
KÍ
5
0
5
Niclas Niclasen
Víkingur
5
0
5
Í yvirlitinum telja gul kort 1 stig. Reyð kort telja 3 stig.
Máltindurin
Vodafone-deildin
Ahmed Keita
B68
11
Karoly Potemkin
NSÍ
11
Jens Erik Rasmussen
07 Vestur
10
Andrew av Fløtum
HB
10
Finnur Justinussen
Víkingur
10
Arnbjørn Hansen
EB/S
7
Fróði Benjaminsen
HB
7
Rógvi Poulsen
HB
7
Tór-Ingar Akselsen
07 Vestur
6
Jóan Símun Edmundsson
B68
6
Bjarni Jørgensen
HB
6
Milan Kuljic
HB
6
Andy Olsen
ÍF
6
Hjalgrím Elttør
KÍ
6
Kristoffur Jacobsen
KÍ
6
Bogi Løkin
NSÍ
6
Levi Hanssen
EB/S
5
Óli Hansen
NSÍ
5
Toppskjúttin í Vodafone-deildini fær eftir kappingarárið
handað gylta skógvin frá Thomas Dam Ítrótti
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 HB
17
11
-
5
-
1
43
25
18
38
2 B68
16
9
-
4
-
3
35
25
10
31
3 NSÍ
17
9
-
3
-
5
38
26
12
30
4 Víkingur
16
9
-
3
-
4
30
19
11
30
5 EB/S
15
7
-
4
-
4
32
19
13
25
6 B36
16
4
-
5
-
7
20
31
-11
17
7 ÍF
17
4
-
4
-
9
21
27
-6
16
8 AB
16
4
-
4
-
8
12
22
-10
16
9 KÍ
17
3
-
5
-
9
20
36
-16
14
10 07 Vestur
17
1
-
5
-
11
25
46
-21
8
10 07 Vestur
17
1
-
5
-
11
25
46
-21
8
Formbarometrið
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 B68
6
5
-
1
-
0
17
7
10
16
2 EB/S
6
4
-
0
-
2
19
10
9
12
3 HB
6
3
-
3
-
0
14
9
5
12
4 Víkingur
6
3
-
1
-
2
8
5
3
10
5 KÍ
6
3
-
1
-
2
12
16
-4
10
6 NSÍ
6
2
-
1
-
3
12
11
1
7
7 ÍF
6
2
-
1
-
3
10
9
1
7
8 B36
6
1
-
3
-
2
6
11
-5
6
9 07 Vestur
6
0
-
2
-
4
5
12
-7
2
10 AB
6
0
-
2
-
4
0
9
-9
2