týsdagur 4. august 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. august 2009 – Nr. 145
Hóast umstøðurnar
leygardagin ikki vóru tær
bestu, megnaði Randi
Kúrberg at seta einasta
føroyska metið í FM-
kappingini í frælsum ítrótti,
tá hon varpaði sleggjuna
út um teir 40 metrarnar
FRÆLSUR ÍTRÓTTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Um vikuskiftið var kappast í
tilsamans níggju greinum hjá
kvinnum og monnum, tá FM-
kapping í frælsum ítrótti var á
Tórsbreyt. Leygardagin var veðrið
keðiligt, men sunnudagin var
hinvegin av allarfagrasta veðri, so
tað var undir sera ymiskum
umstøðum, at kappast var hesar
báðar dagarnar.
At veðrið leygardagin ikki var av
tí besta, forðaði tó ikki fyri, at tað
eydnaðist einum íðkara, Randi
Kúrberg, at seta nýtt føroyskt met í
sleggjuvarpi, tá hon í aðru av fimm
royndum fekk varpað sleggjuna út
á 40,46 metrar.
– Eg kann bara lata væl at, tí eg
setti met, og hetta var eisini tað,
sum eg vildi í ár, at sleppa út um 40
metrar. So var tað bara rotið, at tað
ikki var á Oyggjaleikunum, tá eg var
beint niðan fyri 37 metrar. Í fjør setti
eg met til FM við 39,79 metrum, so
teir 40 metrarnir hava ligið og lúrt
har. Hetta var eitt slag av einum
marknasteini, sum eg vildi sleppa
framvið, sigur Randi Kúrberg.
– Vit hava enn ikki fingið sett
nøkur merki á Tórsbreyt, sum vísa,
hvar metini eru, men Heri Ziska
hevði sett fløgg upp, har sum
metlongdirnar vóru, og tí sá eg, at
sleggjan eg fór út um tað. Eg helt
annars ikki, at kastið var serliga
gott. Tað var tekniskt gott, men eg
helt, at tað kundi verið meira ferð á.
So eg seti mítt álit á, at eg klári
longur enn hatta.
Vert súru løturnar
Randi Kúrberg heldur, at tað, at
veðrið ikki var til vildar leygardagin,
ikki sá út til at ávirka so nógv í
kastigreinunum, og hon vísir
millum annað á, at umframt
hennara met, so hevði Heri Ziska
eina góða sleggjukapping, har
hann rakk næstan fýra metrar
longri enn á Oyggjaleikunum í
Álandi fyri einum mánaði síðani.
– Eisini Meifríð Weihe Hansen
kom í nánd av sínum persónliga
meti, umframt at fleiri av teimum
ungu og nýggju settu persónlig
met, so tað gongur tann rætta
vegin. Illveður og regn er eftir
øllum at døma nakað, vit trívast væl
í, sigur Randi, sum kortini heldur, at
hetta er vert tær súru løturnar og
alt stríðið undir venjing:
– Vit liggja og knossa fleiri tons
um vikuna í Yndi, umframt at vit
standa úti í regni og kulda og draga
sleggjuna gjøgnum krapa, men tað
er avgjørt tað vert, tá tú so fært
úrslitini afturfyri.
Ungt og óroynt landslið
Av teimum 22 leikarunum, Brian Kerr hevur boðsent, eru 11
teirra undir 25 ár. Harumframt hava 12 teirra spælt sjey
landsdystir ella færri. Av teimum meiri royndu eru tíggju, ið
hava spælt fleiri enn tíggju landsdystir. Millum teirra er
toppskjúttin í hópinum hesaferð Fróði Benjaminsen. Nú Rógvi
Jacobsen ikki er við, er hann tann leikarin, ið hevur fingið bóltin
oftast í netið – tríggjar ferðir. Fýra hava skotið tvey mál og hesir
eru Christian Lamhauge Holst, Christian Høgni Jacobsen, Jákup
á Borg og Súni Olsen.
Randi tók metið
Randi Kúrberg,
sum her roynir
seg í longdarlopi
leygardagin, megnaði
tá eisini at seta nýtt
føroyskt met í einari
av hinum greinunum,
sleggjuvarpi, tá hon
fyri fyrstu ferð kom út
um 40 metrar
Mynd: Hvirlan
100 metra renning, kvinnur
1 Mona Breckmann
1991
Bragdið
13,96
2 Rebekka Fuglø
1993
Treysti
14,55
3 Randi Kúrberg
1972
Hvirlan
16,43
100 metra renning, menn
1 Daniel Djurhuus Rein
1990
Bragdið
0,00 *)
2 Robin Jönsson
1990
Roysnið
0,01
3 Júst í Túni
1986
Bragdið
0,51
4 Jimmy Jönsson
1991
Roysnið
0,94
*) Vegna tekniskar trupulleikar vóru ongar tíðir
400 metra renning, kvinnur
1 Rebekka Fuglø
1993
Treysti
66,89
400 metra renning, menn
1 Jóan Karl Joensen
1987
Bragdið
54,92
2 Robin Jønsson
1990
Roysnið
57,92
3 Júst í Túni
1986
Bragdið
58,26
4 Djóni Højgaard
1988
Bragdið
59,74
5 Tummas Kjærbo
1988
Treysti
63,63
6 Daniel Djurhuus Rein
1990
Bragdið
63,74
800 metra renning, kvinnur
1 Rebekka Fuglø
1993
Treysti
2.32,45
2 Bjørk Herup Olsen
1991
Bragdið
2.34,64
800 metra renning, menn
1 Jóan Karl Joensen
1987
Bragdið
2.07,77
2 Júst í Túni
1986
Bragdið
2.12,46
3 Djóni Højgaard
1988
Bragdið
2.22,09
5.000 metra renning, kvinnur
1 Bjørk Herup Olsen
1991
Bragdið
18.30,12
2 Borgarhjørt Holm
1966
Bragdið
20.10,86
5.000 metra renning, menn
1 Sam Vang
1970
Bragdið
16.33,28
2 Andrias Hansen
1982
Bragdið
16.44,90
3 Hallur Holm
1967
Bragdið
17.17,42
4 Henry Olsen
1964
Bragdið
17.17,89
5 Eirikur Hansen
1980
Bragdið
17.21,93
6 Jonhard Larsen
1966
Treysti
18.26,22
7 Tummas Kjærbo
1988
Treysti
19.00,15
8 Hanus Højgaard
1960
Bragdið
19.52,02
9 Robert Vilhelmsen
1951
Bragdið
22.48,45
Longdarlop, kvinnur
1 Mona Breckmann
1991
Bragdið
4,32
2 Randi Kúrberg
1972
Hvirlan
3,88
3 Meifríð Weihe Hansen
1978
Hvirlan
3,38
Longdarlop, menn
1 Daniel Djurhuus Rein
1990
Bragdið
5,69
2 Djóni Højgaard
1988
Bragdið
5,48
3 Helgi Geyti
1993
Hvirlan
4,90
Sleggjuvarp, kvinnur
1 Randi Kúrberg
1972
Hvirlan
40,46 *)
2 Meifríð Weihe Hansen
1978
Hvirlan
22,16
*) føroyskt met
Sleggjuvarp, menn
1 Heri Ziska
1967
Hvirlan
44,26
2 Uni Højgaard
1980
Hvirlan
29,21
3 Daniel Djurhuus Rein
1990
Bragdið
14,97
Klingruvarp, kvinnur
1 Meifríð Weihe Hansen
1978
Hvirlan
25,64
Klingruvarp, menn
1 Heri Ziska
1967
Hvirlan
39,28
2 Helgi Geyti
1993
Hvirlan
22,81
Spjótkast, kvinnur
1 Randi Kúrberg
1972
Hvirlan
31,75
2 Eyðdis Andreasen
1972
Hvirlan
15,84
Spjótkast, menn
1 Høgni Debes
1972
Hvirlan
38,35
2 Robin Jönsson
1990
Roysnið
35,88
3 Helgi Geyti
1993
Hvirlan
35,58
4 John Egholm
1961
Hvirlan
35,02
5 Ólavur Egholm
1992
Hvirlan
33,57
6 Daniel Djurhuus Rein
1990
Bragdið
26,72
Kúluvarp, kvinnur
1 Randi Kúrberg
1972
Hvirlan
8,10
2 Eyðdis Andreasen
1972
Hvirlan
6,64
Kúluvarp, menn
1 Høgni Debes
1972
Hvirlan
9,82
2 Heri Ziska
1967
Hvirlan
9,74
3 Kristian Martin Garðalíð
1990
ÍSB
8,67
4 John Egholm
1961
Hvirlan
8,37
5 Robin Jönsson
1990
Roysnið
8,15
6 Helgi Geyti
1993
Hvirlan
7,20
7 Ólavur Egholm
1992
Hvirlan
6,42
FM í frælsum ítrótti
1. og 2. august 2009 á Tórsbreyt