Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 4. august 2009 21 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Aksel Jacobsen, Fugla­ firði, andaðist leygar­ dag in á Eysturoyar røkt­ ar­ og ellisheimi, 81 ára gamal. Kistan fer av røktarheiminum í Runa­ vík mikudagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verð­ ur úr Fuglafjarðar kirkju hósdagin kl. 14.00. Sung ið verður úr sálma­ bókini. Tey, ið vilja minn ast Aksel, kunnu lata Røktar­ og ellis­ heim inum í Runa vík eina pen ingagávu, konta í pen ingastovn unum. John Fung, maður Eyð­ in fríð Ziska Fung, and­ aðist í Sacramento fríggja dagin. Joen Jacob Gaard Joen sen, vanliga nevnd­ ur Jack, ættaður úr Skop­ un, andaðist sunnu dagin á Ríkis sjúkra húsinum, 64 ára gamal. Bønarhald verður í Jacobs Kirke, Østerbrogade 59, miku­ dagin klokkan 11.30, danska tíð. Jarðarferðin verður lýst seinni. Margreta Haralds­ dóttir Jensen av Sandi andaðist sunnumorg un­ in, 25 ára gomul. Jarð ar­ ferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir 27. apríl fer altíð at verða ritaður mær í minni – tá misti eg tað dýra­ barasta eg átti. Mín elskaða omma Kirstin Ingibjørg Baldwin andaðist bert 70 ára gomul. Aldri hevði eg trúð, at tú skuldi fara frá okkum. Fólk doyggja, tað veit eg, men at tú eisini ein dag skuldi fara var óveru­ ligt! Altíð hevur tú givið so nógva gleði frá tær, og lív var eisini altíð har tú vart. Bara tað at tosa um teg í tátíð, kennist so skeivt. Omma góða, mær leingist illa eftir tær. At vita at eg aldri aftur fari at hoyra tína mildu rødd, ella títt stuttliga lyndi aftur, pínur meg. Alt tað vit hava havt saman, allar tær samrøður vit hava havt, øll tey góðu minni tú hevur givið mær, liggja tætt at mínum hjarta. Eg takki tær fyri alt, og eg fari aldri at gloyma teg! Nú farin ert tú, hvat geri eg nú? Hettar er ringt at skilja, og pínan er ikki til at dylja. Plássið eftir tær stendur tómt, fólk, ið ei teg kendu, hava seg for­ sømt. Køn vart tú blivin í teldu, noy, ikki vart tú sum øll onnur eldru. Manga útferð vit báðar hava havt saman, og tær hava verið til bæði gleði og gaman. Altíð var futtur í, tá ið omma kom uppí. Á 70 ára degi vit paintball fóru at spæla, noy, tú vildi ikki bara ganga heima og mala. Tú vart altíð í sving, og um teg, ber ikki til at siga keðilig ting. Títt lív hevur ikki altíð verið nemt, men tú dugdi at taka skemt. At vera seingjarliggjandi var ikki júst tú, noy, tú vildi heim, og tað skuldi vera nú. Alt ov tíðliga tú frá okkum fór, ja, tað kunnu vit øll siga í kór. Forhold okkara hevur altíð verið tætt, so nú kanst tú ætla, at eg ikki havi tað lætt. Eftir vit tóm standa, ei vistu vit tú vart í vanda. Eg dugi ei at fata, hví tú ikki deyð anum kundi bata! Omma góða, eg takki fyri øll tey minnir vit hava havt saman. Hvíl í friði góða, eg elski teg! Ingibjørg Til minnis um mína kæru ommu Kirstin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Niels Pauli Djurholm, Kollafjørður andaðist og varð jarðaður. Takk fyri kransar, blómur og heilsanir. Takk til sangarar og annars øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Takk til bygdarhúsið í Kollafirði og til øll, sum hjálptu til við ervinum. Takk til Eldrasambýlið í Kollafirði og Tjarnargarð fyri hjartaliga umsorgan. Takk til Berg D. Joensen, prest, fyri troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ingrid, Arnóra, Hans og Bjarni Dagurin 4. august. Dominicus, deyður í 1221. Hann var úr Spaniu, og er fram um alt kendur sum maðurin, ið stovnaði eina munkaskipan, ið fekk navn hansara og skjótt kom víða um lond. Navnið dominicanes kann eisini verða týtt Harrans hundar, sum fólk róptu teir. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) FRAMSÝNING Komandi fríggjadag klokk­ an 14 letur upp lista fram­ sýning í Smiðjuni í Lítluvík við Susanne Hansen úr Esbjerg og Elsu Zachariasen og Birgit Kirke úr Havn. Tær sýna fram málningar og skulpturar. Tað at Elsa og Birgit eru ættaðar úr Før oyum sæst aftur í máln­ ingunum. Málningarnir eru bæði naturalistiskir og abstraktir, og hava serstakan íblástur úr føroysku náttúr­ uni, har ljósið og landslagið er sermerkt. Skulpturarnir er lívs­ mynd ir gjørdir úr endur­ nýtslutilfari. Framsýningin er opin til og við týsdagin 11. august. Allar dagar er opið frá klokkan 14 til klokkan 18. Elsa og Birgit í Smiðjuni Joen Jacob Gaard Joensen, vanliga nevndur Jack, ættaður úr Skopun búsitandi í Keypmannahavn andaðist á Ríkissjúkrahúsinum 2. august, 64 ára gamal. Bønarhald verður í Jacobs Kirke, Østerbrogade 59, mikudagin 5. august kl. 11.30 danska tíð. Jarðarferðin verður lýst seinni. Vegna tey avvarðandi Systkini Prógv 24. juni tók Búgvi Poulsen prógv sum byggi frøðingur á VIA University College í Horsens.