Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 145 - 4. august 2009 TÓNLEIKUR Orð & myndir: Leo Poulsen leo@sosialurin.fo S tokkseyri, Ísland: Tað er fríggjakvøld, einir 150 íslendingar sita á plast­ stólum inni í stóra salinum á gamla flakavirkinum á Stokkseyri. Teir lurta eftir føroyska sangaranum í Íslandi, Jógvan Hansen. Áhoyrararnir liva við í tónleikinum, rópa áheitanir um sangir, og Jógvan roynir at eftirlíka á besta hátt. Tú fær eina greiða kenslu av, at Jógvan Hansen er væl dámdur millum íslendingar, og tann kenslan verður stað­ fest, tá framførslan hjá klaksvíkinginum er liðug – eftir da capo, sjálvandi. Undirritaði hevði longu á flogvøllinum um miðdags­ leitið avtala at gera eina lítla samrøðu við Jógvan Hansen um kvøldið. Saman við unnustuni var Jógvan við sama flogfarið, sum før­ oyska ferðalagið, ið skuldi til Stokkseyra festivalin, sum í ár hevur eitt føroyskt tema. Jógvan hevði verið heima á ólavsøku við unnu­ stuni, og kom nú »heim« aftur til Reykjavíkar, har hann starvast sum frisør í tí salongini, sum hann áður sjálvur átti. Komin av palli streymaði fólk fram at fyri at fáa autograf frá unga klaksvíkinginum, og blíður og hjartagóður sum hann er av lyndi, beit hann ongan burtur frá sær. Eg fekk avtala við Jógvan um at taka prátið á terassuni á gamla flakavirkinum, og hóast teinurin út hagar bert er einar 20 metrar, tók tað Jógvani meiri enn hálvan tíma at koma vegin fram. Hann fekk ikki gingið meiri enn nøkur fá fet, so steðgaði næsti fjeppari honum til eitt prát – og Jógvan práraði. Tilvildin ræður Jógvan Hansen fæst nógv við tónleik. ­ Eg spæli hvørt viku­ skifti, stórt sæð. Í hvussu er so ofta, sum eg sjálvur vil. Tað er sjálvandi ein fyri­ munur, at Ísland er so stórt sum tað er – í mun til Før­ oyar – og tí ganga altíð nakr­ ir mánaðir, áðrenn tú kemur aftur á sama stað at spæla, sigur Jógvan Hansen. Ein annar fyrimunur við, at Ísland er so stórt er, at fólk keðast ikki av røddini. ­ Í einum minni landi, sum Føroyum, er vandi fyri, at røddin hoyrist alla tíðina, í útvarpi, í sjónvarpi, í dansi, til lýsingar, og tá kann vandi verða fyri, at fólk troyttast av røddini. Tann vandin er ikki her í Íslandi, sigur Jógvan Hansen. Hann byrjaði annars longu sum 9­ára gamal at spæla gittar, men tað var so skjótt, at tað gjørdist ov keðiligt bara at spæla gittar, og tí byrjaði hann eisini at syngja. Sum hann vaks til gjørdist hann meiri aktivur í tónleikinum og endaði í bólkinum Aria. Hann var eisini við í Kular Røtur. Annars var tað nakað av einari tilvild, at Jógvan endaði uppi í Íslandi. Søg­ una kenna fleiri, men lat okkum bara stutt tríva í hana aftur her. ­ Eftir at verða útbúgvin frisør í Føroyum gjørdi eg av, at fara til Íslands at læra til make­up artist, sigur Jógvan Hansen. Og sum øll vita, gjørdist hann rættiliga kendur, bæði í Íslandi og í Føroyum, tá hann vann kendu sangkapp­ ingina, X­Factor. Samdøgursflugur ­ Tað var soleiðis, at onkur heitti á meg um at melda meg til hesa kappingina, men tað vildi eg ikki. Men so hendi tað, at ein vinkona meldaði meg til, og soleiðis endaði eg við í kappingini, sigur Jógvan Hansen. Øll kenna søguna um, Altjóða gjøgnumbrot alt Jógvan Hansen nýtti nógva tíð at tosa við fólk og at skriva autografar. Her skrivar hann autograf til ein av mongu fjepparunum - Allir tónleikarar droyma um at gera eitt altjóða gjøgnumbrot, og tað er ikki altíð evnini og dugnaskapurin, sum er avgerandi, men heldur at raka røttu løtuna, sigur Jógvan Hansen, føroyskur tónleikari í Íslandi Bill Clinton í Norðurkorea Heilt óvæntað er fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton farin til Norðurkorea at royna at fáa myndugleikarnar at lata tvær amerikanskar tíðindakvinnur leysar. Tær báðar vórðu tiknar fyrr í summar og vórðu dømdar 12 ára revsiarbeiði fyri at vera komnar ólógliga um markið úr Kina. Tað hevur vakt ans, at Clinton er farin til Norðurkorea, júst sum USA og Norðurkorea keglast um tær norðurkoreonsku rakettroyndirnar og landsins kjarnorkuverkætlan. Fleiri eygleiðarar samanbera ferðina hjá Bill Clinton við ferðina hjá fyrrverandi forsetanum Jimmy Carter til Norðurkorea í 1994, tá Clinton var forseti. Forðaðu sjálvmorðsatsókn Í Avstralia hevur løgreglan eftir øllum at døma fyribyrgt einari yvirgangsatsókn. Í hvussu er eru fýra fólk tikin, tí sambært løgregluni høvdu tey lagt ætlan um eitt sjálvmorðsálop á eina støð hjá avstralska herinum. Sagt verður, at løgreglan hevur hildið eyga við teimum fýra í sjey mánaðir. Í morgun bleiv so avgjørt at taka tey. Ikki færri enn 400 løgreglumenn vóru við í átakinum í morgun, og í býnum Melbourne vórðu 19 hús rann­ sakað. Teir tiknu eru millum 22 og 26 ár. Allir eru avstralskir ríkisborgarar, men eru upprunaliga úr Somalia og Libanon.