týsdagur 4. august 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindi
Nr. 145 - 4. august 2009
íð ein dreymur
hvussu tað spældi av, og
Jógvan sigur, at hansara
karriera sum sangari fyribils
»peak’aði« við sigrinum í
X-Factor.
Tað er ein kend søk, at
nógvir vinnarar av slíkum
kappingum blomstra upp
eina stutta tíð, fyri síðani
heilt av hvørva av tónleika-
pallinum. Men har heldur
Jógvan Hansen, at hansara
royndir framman undan í
Føroyum við Aria og Kulum
Rótum, hava hjálpt honum
sera væl.
- Tað ræður um at duga at
brúka resursirnar, og tað
hevur tíðin við tónleikinum
í Føroyum lært meg, sigur
Jógvan Hansen.
Tað er eisini tí, at »popu-
lariteturin«
hjá
Jógvani
hevur hingið við í Íslandi,
eisini nú fleiri ár eftir, at
hann vann íslendsku X-
Factor kappingina.
Hørð kapping
Jógvan Hansen hevur í
løtuni tvey arbeiði. Annað
er sum tónleikari og hitt
sum frisør.
- Eg kundi gott liva av at
verið tónleikari burtur av,
men mær dámar væl tað
trygga við frisørstarvinum.
Har hevur tú eina fasta inn-
tøku, meðan tað við tónleik-
inum kann verða upp og nið-
ur, sigur Jógvan Hansen.
Hann átti sjálvur salong-
ina í Reykjavík, men gjørdi
so av at selja hana.
- Tað var í tøkum tíma
áðrenn kreppan rakti. Eg
seldi í fjør, so nú starvist eg
sum vanligur frisør hjá
nýggja eigaranum, sigur
Jógvan Hansen.
Orsøkin til, at hann gjørdi
av at selja var, at hann vildi
raðfesta tónleikin hægri.
Og tað hevur hann tað gott
við í dag.
- Fólk, sum kenna meg,
siga, at eg síggi nógv
glaðari út nú, enn tá eg átti
frisørsalongina.
So
tað
hevur ávirkað meg positivt,
at tónleikurin er komin inn
í lívið aftur, sigur Jógvan
Hansen.
Hann viðurkennir, at tað
er ein hørð kapping innan
tónleikaverðina í Íslandi.
- Tað finnast so nógvir
ótrúliga nógvir góðir bólkar
og einstaklingar í Íslandi,
og tað er hart at standa seg,
sigur Jógvan Hansen.
Hann viðgongur tó, at tað
hjálpir væl um, at hann er
so kendur í Íslandi, sum
hann er.
- Ikki tað, at vinna X-
Factor hevur gjørt, at eg
automatiskt verði biðin at
spæla, men tá eg ringi runt
til spælistøðini kenna fólk
meg, og eg sleppi undan at
greiða frá hvat og hvussu.
Og tað er ein fyrimunur, og
hjálpir kanska eisini til, at
eg fái uppgávur, sigur
Jógvan Hansen.
Gjøgnumbrotið
Íslendingar hava eina mega-
stjørnu innan tónleik, nevni-
liga Bjørk. Hvat tað so var,
sum skapti hennara gjøgn-
umbrot, so lúrir Jógvan Han-
sen eftir sama møguleika.
- Allir tónleikarar droyma
um tað stóra gjøgnumbrotið.
Men tað ræður um at raka
røttu tíð og rætta stað, sigur
Jógvan Hansen.
Hann staðfestir, at tað ikki
altíð eru evnini og dugna-
skapurin, sum eru avgerandi
fyri, um ein tónleikari fær
altjóða gjøgnumbrot.
- Tað er ofta tilvildin,
sum ræður. Men er tú á
rætta stað til røttu tíð, og alt
annars lagar seg fyri teg, so
kann tað heilt stóra gott
henda,
sigur
Jógvan
Hansen.
Hann heldur kortini, at
tað týdningarmesta er, at
leggja hjarta og sál í
tónleikin, tí tá kemur tað
besta burtur úr.
So meðan klaksvíkingurin
framvegis vónar, at lagnan
skal laga tað soleiðis, at
hann fær sítt altjóða gjøgn-
umbrot, fæst hann fyribils
við at umseta føroyskar
sangir til íslandskt, og íslend-
skar sangir til føroyskt.
- Hetta er ein verkætlan,
ið skal enda við einari
fløguútgávu. Eg havi fingist
við hetta eina tíð, men enn
er ov tíðliga at seta dato á,
nær útgávan verður veru-
leiki, sigur Jógvan Hansen.
Tað eru annars ikki meiri
enn tríggjar vikur, síðani
hann lat eina single útgávu
úr hondum, nevnd »Do You
Believe«, og tað er fyrsta
útgávan síðan tíðina við
Aria og Kular Røtur.
Hvat so framtíðin annars
fer at bjóða, so er Jógvan
Hansen vísur í, at tey fyrstu
komandi árini verður hann
búgvandi í Íslandi. Og tað
er serliga hugaligt hjá
føroyingum at búgva í
grannatjóðini fyri vestan í
hesum døgum.
- Tað kennist væl, at
íslendingar eru sera vinar-
liga sinnaðir mótvegis før-
oyingum í hesum døgum.
Lánið, sum føroyingar lótu
Íslandi, hevur sett síni spor
eftir seg, og hóast talan bara
var um eina symbolska
upphædd, so halda íslend-
ingar, at tað er tankin, sum
telur. So, sjálvt um tað altíð
hevur verið gott at verið
føroyingur í Íslandi, so er
tað eyka gott í hesum døg-
um, sigur Jógvan Hansen,
áðrenn hann aftur má fara
at skriva autografar til ídnar
fjepparar.
Jógvan er sera
fyrikomandi maður
og lítillátin, og
stillar fegin upp til
myndatøku saman við
fjepparunum
Handtøkur í Meksiko
Í Meksiko søktu umleið 200 løgreglumenn við hernaðarakførum at
tilhaldsstøðum hjá tí illa gitna rúsevnaharkaliðnum La Familia
Michoacana sunnudagin. Minst 34 fólk vórðu tikin. Fleiri teirra
vórðu tikin, tá løgreglan fór inni í eina kirkju mitt undir guðstænast-
uni, og tað hevur fingið ta katólsku kirkjuna at finnast at løgregluni,
skrivar AP. Løgreglan legði eisini hald á 11 marglætisbilar, nøkur
tung vápn og fleiri túsund krónur. Millum tey tiknu var Miguel
Angel Beraza Villa, sum verður hildin at hava verið ein av høvuðs-
monnunum aftan fyri rúsevnasmuglingina úr Meksiko til USA.
Sendur til rættarsókn
Tann 75 ára gamli Karheinz Schreiber kom í
morgun til Týsklands við flogfari úr Kanada, eftir
at kanadisku myndugleikarnir valdu at gera eftir
einari áheitan frá týsku myndugleikunum um at fáa
mannin útflýggjaðan. Týska ákæruvaldið krevur, at
Karlheinz Schreiber skal hava minst 15 ára fongsul
fyri at hansara lut í korrupsjónsmálinum, sum
kostaði Helmuth Kohl kanslaraembætið í 2002.
Umframt korrupsjón er Karlheinz Schreiber
skuldsettur fyri mutur og skattasvik.