Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 217 - 9. november 2001 Mikukvøldið 7. november skipaði MBF fyri pallborðs- fundi í Læraraskúla- høllini. Við pallborð- ið sótu 10 fólk, og skuldu tey hvør í sínum lagi skuldu greiða frá, hví so lítið er gjørt við arbeiðs- møguleikarnar hjá teimum heilsuliga skaddu seinastu árini PALLBORÐSFUNDUR Ingrid Bjarnastein »Arbeiðsmøguleikar hjá heilsuliga skaddum« var heitið á pallborðsfundinum mikukvøldið. Skjótt kom til sjóndar, at breið semja var um, hvussu lítið hevur verið gjørt fyri heilsuliga skadd í Føroyum seinastu árini. Trupulleikin vísir seg at vera tann, at tað er nógv lættari at geva teimum skaddu fyritíðarpensjón ístaðin fyri at royna at fáa tey út á arbeiðsmarknaðin. Í Føroyum í dag eru 2000 fyritíðarpensjonistar, með- an talið á vardum størvum er 24. Taka í egnan barm Grein 18a í forsorgarlógini sigur at: »Játtast kunnu vard størv, vinnuroyndir, umskúling v.m. til avlamin og onnur, sum av einhvørji orsøk eru vorðin avmarkað í sínum vinnuførleika. Løn- arískoytið til vardu størvini kann veitast.« Hetta ískoytið til forsorg- arlógina kom í 1997, og ikki fyrr enn nú vit nærum skriva ár 2002, er ein leið- beining komin, sum Al- mannastovan kann ganga eftir, tí áður hevur Al- mannastovan als ikki dugað at umsitið hesa lóg. – Tað almenna eigur at ganga á odda fyri, at vard størv verða bjóðað út á ar- beiðsmarknaðinum, sigur Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður í Almanna- og heilsumálum. – Nakrir karmar skulu setast upp, soleiðis, at pri- vati arbeiðsmarknaðurin eisini bjóðar seg fram. Tey arbeiðsskerdu eiga at fáa loyvi at brúka tann arbeiðs- møguleika tey hava. Vit eiga at menna ein rúmligan arbeiðsmarknað, har vard størv verða tillaga, og har aðalsjónarmiðið er, at tey arbeiðsskerdu hava møgu- leika at vera virkin. Flest allir pallborðslut- takarar tóku í egnan barm hesum máli viðvíkjandi. – Politikarar, arbeiðsgev- arar, arbeiðsfeløg og fakfel- øg hava snorksovið tá tað kemur til skerdan arbeiðs- førleika, sigur Marius Dam, ið umboðaði Trivnaðar- nevnd løgtingsins. – Grein 18 a kom í 1997, og ikki fyrr enn nú kemur ein kunngerð um, hvussu hendan lóg skal umsitast. Politikararnir eiga at ganga á odda, og eiga tey almennu arbeiðsplássini at vera tikin við fyrst. Nú er nóg mikið skrivað. Okkurt ítøkiligt skal setast í verk, soleiðis, at tey arbeiðsskerdu fáa møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin. Aðalorðaskifti á tingi Ein spurningur um hetta mál skal vera tikið uppá einum aðalorðaskifti á tingi varð eisini reistur. Bjarni Djurhom, lands- stýrismaður í vinnumálum, helt avgjørt, at eitt aðal- orðaskifti á tingi hevði ver- ið uppá sítt pláss. – Rúmdin á arbeiðs- marknaðinum er ikki nóg stór til tey heilsuliga skaddu, sigur Bjarni Djur- holm. – Arbeiðsmarknaðarpol- itikkurin má broytast, og vit eiga at leggja dent á at fok- usera á møguleikarnar hjá teimum arbeiðsskerdu ístaðin fyri vansarnar, og eisini hyggja eftir teirra styrki ístaðin fyri veikleika. Hugburðsbroyting Hesin trupulleikin vísir seg at vera ein spurningur um hugburðsbroyting hjá ar- beiðsgevara og fakfeløgum. Gunnleivur Dalsgarð var umboð fyri Fakfelagsskip- anina og 7-mannabólkin, og sigur hann, at hesin spurningur er heilt sikkurt viðkomandi, ikki bert hjá fakfeløgunum, men hjá øll- um. Men ikki hevur verið gjørt nóg mikið við spurn- ingin hjá fakfeløgunum heldur. Hví er ilt at siga. – Føroyar eru eitt fram- komið land, sigur Kristina Larsen, fyristøðukvinna í ALV. – Tillagingar verða gjørd- ar á nógvum økjum, men tó, so verður ikki nóg mikið gjørt á júst hesum øki. Samfelagið skal stuðla teimum arbeiðsskerdu, sambært Kristinu Larsen. Tað er Almannastovan, ið umsitur hesa lóg, og tó hevur Almannastovan sjálv ongan í vardum sjálv. Tosað hevur verið um henda trupulleika í fleiri ár. Men eftir pallborðsfundin- um mikukvøldið at døma, vísir tað seg, sum um bæði politikarar og onnur eru vorðin meira varug við evnið. Við pallborðið sótu: Jóh- an Samuelsen, limur í ÍSB, Sámal P. í Grund, lands- stýrismaður í Almanna- og heilsumálum, Gunnleivur Dalsgarð, Fakfelagsskipan- in og 7-mannabólkurin, Vilhelm Johannesen, Før- oya Arbeiðsgevarafelag, Kristina Larsen, fyristøðu- kvinna í ALV, Petra Joens- en, almannastjóri, Marius Dam, limur í Trivnaðar- nevnd løgtingsins, Pál Weihe, læknaráðgevi hjá Almannastovuni, Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í vinnumálum og Ingrid S. Henriksen, limur í Gikta- felag Føroya. Orðstýrari var Karin Kjølbro. Marius Dam: Vit hava snorksovið! Marius Dam, limur í trivnaðarnevnd løgtingsins, sigur at nú er nóg mikið tosað um tey arbeiðsskerdu. Nú skal okkurt ítøkiligt gerast Frá fríggjadegi 9. november til hósdagin 15. november Sangir frá Fjallafonn Rangt og rætt 4:8 Gesturin 9 Kjakið verður í middeplinum í sendingunum hjá sjónvarpinum upp undir Fólkatingsvalið 20. november 2001. Hvørt kvøld í vikuni undan valinum verður kjak eftir Dag og Viku. Kjakini verða skipað sum orðaskifti millum tvey av høvuðsvalevnunum hvørja ferð. Hvørt orðaskifti, sum varir umleið 20 minuttir, tekur fram tey evni, sum eru á valskránni hjá flokkunum. Katrin Petersen og Øssur Winthereig verða vertir í val-orðaskiftunum. Sunnukvøldið fyri fólkatingsvalið verður sent beinleiðis frá valfundinum í Norðurlandahúsinum. Á hesum fundinum fáa flokkarnir tillutað eitt ávíst minutt-tal hvør, sum so kann býtast millum ymiskt valevni. Mánakvøldið fyri valið verður ein Breddi um danska fólkatingsvalið. Ætlanin er at hava beinleiðis sam- band til Danmarkar. Valkvøldið verður sent úr sjónvarpstovuni í Vørsluni í Tórshavn. Tann sendingin byrjar klokkan sjey um kvøldið. Í sjónvarpstovuni verða serfrøðingar, valevni og onnur. Fylgt verður eisini við í danska valinum. Úrslitini frá valinum verða løgd beinleiðis út á tekst-varpið, sum eisini verður dagført við nýggjastu tíðind- unum. Fólkatingsvalið 2001 í SvF Barnatímin Politiskar valsendingar Útvarpið fer at hava fleiri valsendingar upp undir fólkatingsvalið tann 20. november. Tann fyrsta sendingin verð- ur nú sunnukvøldið klokkan 19.00. Hetta verður eitt orðaskifti millum allar listarnar, sum stilla upp. Ein um- boðsmaður verður frá hvørjum, og teir fáa 12 minuttir í part. Teir ráða sjálvir fyri, hvussu teir brúka hesar min- uttirnar, men kortini verður eitt fyrsta umfar í somu raðfylgju, sum framløgusendingarnar í næstu viku. Orða- skiftið verður endursent mánadagin kl. 13.00. Áðrenn uppstillingarfrestin var úti, tók útvarpið lut um, í hvørji raðfylgju teir politisku flokkarnir skuldu fáa orðið í valsendingum. Avgjørt er, at flokkarnir fáa 3o minuttir í part at leggja fram síni sjónarmið í vikuni undan valinum. Sendingarnar verða hvørt kvøld klokkan 19.00. Flokkarnir fáa orðið í hesi rað- fylgju: Mánakvøldið 12/11: Sambandsflokkurin. Týskvøldið 13/11: Fólkaflokkurin. Mikukvøldið 14/11: Tjóðveldisflokkurin. Hóskvøldið 15/11: Javnaðarflokkurin. Fríggjakvøldið 16/11: Sjálvstýrisflokkurin. Leygarkvøldið 17/11: Miðflokkurin Hesar sendingar verða endursendar morgunin eftir klokkan 09.00. Leygardagin kl. 10.15 Mikukvøldið kl. 20.00 Leygarkvøldið kl. 20.00 Leygarkvøldið kl. 20.00 Sunnukvøldið kl. 19.00 C M Y K 11 10